Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 6 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO A rni Klein Arbahamsen liggur í songini saman við konuni eitt kvøld í juni 2010. Tey hava verið gift í átta ár, hava trý børn saman og eru bæði virkin í samkomulívið í Kelduni. Arni hevur tikið støðu til, at í dag er dagur­in. Nú skal loyndarmálið fram í ljósið. - Sum dagurin gekk fann eg ongan­tíð mótið til at siga tað. Men tá ið vit vóru farin í song byrjaði eg bara at tosa, minnist Arni Klein Abra­hamsen aftur á. Eg spurdi, hvussu hon hevði tað, og hvussu hon helt okkara hjúna­ lag var. Hon segði, at hon kendi seg frustreraða, tí eg ikki var til stað­ar. Og at hon helt ikki okkara hjúna­ lag var serliga heitt. So segði eg við hana: ”hvat um trupulleikin als ikki er tú. Hvat um trupulleikin er, at eg faktist eri til menn”. 38 ára gamli Arni Klein Abra­ ham­sen er at síggja til ein púra van­ligur maður, við flottum starvi og áhuga fyri lokalumhvørvinum har hann er. Hann er føddur og upp­vaksin á Strondum, býr í dag á Skála. Er fíggjarleiðari hjá KJ, for­ maður í fótbóltsfelagnum Skála og annars fráskildur pápi at trimum børn­um. Men Arni Klein Abrahamsen hev­ur borið ein tungan kross á baki­num einsamallur í samfull 18 ár. Arni er samkyndur. Hóast hann hevur vitað tað, síðani hann var 11- 12 ára gamal, so hevur umheimurin einki ána fyrr enn fyri átta árum síðani. Tað byrjaði við einum faldara um seksual undirvísing í bóka­ savni­num í skúlanum á Strondum. Arni las ein fyri og annan eftir av van­ligum, tannáringa áhuga, men tá ið hann kom til faldaran um sam­kyndleika kendi hann seg aftur. - Har fall fimmoyra. Tá ið hinir dreing­irnir byrjaðu at tosa um gent­ur og hvussu tær vuksu til, so var tað ikki nakað, sum fangaði meg. Men tá eg las faldaran um sam­kyndleika kendi eg meg aftur í øllum, sigur Arni Klein Abra­ hamsen. Hetta var fyrst í 90’unum, tá ið tón­in um samkynd var alt annað enn góður. Í heiminum varð tosað nógv um sjúkuna aids, og fólk rædd­ist samkynd. Hetta var eisini í tí tíðini, tá ið Kringvarpið sendi nakrar sendingar um samkyndar føroy­ingar, sum vóru farnir av landi­num orsaka av støðuni. - Mín familja var ikki serliga trúgv­andi, men allíkavæl var tað øgi­liga konservativt á Strondum í tí tíðini. Eg hugsaði beinan vegin, at eg vildi ikki verða noyddur at flyta til Danmarkar sum teir í send­ ingini í Kringvarpinum. Eg vildi vera í Føroyum saman við mínum nærm­astu. Tí visti eg, at eg mátti dylja tað sum mansmorð, sigur Arni Klein Abrahamsen. Til reiðar sum 20 ár Foreldrini hjá Arna valdu sein­ ni at flyta av landinum til Dan­ mark­ar. Arni treivst tó ikki á flatlondum og vendi nøsini heim­ aft­ur til Føroya, heim til ommu og abba á Skála. Sum 19-20 ár var Arni framvegis ikki komin úr skápinum sum samkyndur, men sat heldur inni á Skála við nógv­ um spurningum um lívið. ”Hví eri eg her, hvat er meiningin við mín­ um lívið, er Gud til”, hugsaði Arni Klein Abrahamsen sum stórur tann­ár­ingur. Hann kendi tá á sær, at hann var um at vera til reiðari til at siga umheiminum frá sínum stóra loynidómi, sum hann tá hevði bor­ið upp á einsamallur í átta ár. Av tilvild endaði hann í hesum tíð­um á eini páskastevnu og upp­ livdi sostatt fyri fyrstu ferð at lut­ taka á einum slíkum møti. Tað var sam­koman Keldan, sum skipaði fyri. Her fann Arni svar upp á onkr­ ar av lívsins spurningum. Arni Klein Abrahamsen: SAMRØÐA ÓVERULIGA HART AT KOMA ÚR SKÁPINUM - Tíðin áðrenn eg kom úr skápinum var sera trupul, tí eg var konstant bangin fyri, at fólk skuldu fáa illgruna. Og tíðin aftaná var minst líka hørð. Sæð í bakspegilin er tað ótrúligt, at eg kom í gjøgnum tað, sigur Arni Klein Abrahamsen, sum í mong ár goymdi sín seksuella samleika frá umheiminum