Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 7 - Fyri meg var tað ein stór upp­ living. Eg føldi meg beinan­veg­in drign­an at tí eg upplivdi á hesum møti, og hevði eina frelsisuppliving hendan dagin. Eg tók avgerð bein­ an vegin um, at hetta gav mær onkr­an frið og tað var tí hetta eg vildi framyvir, sigur Arni Klein Abra­hamsen. Men við tí kom ein høgur prísur. - Tað stóð samstundis klárt, at skuldi eg vera partur av hesum, so kundi eg ikki koma úr skápinum sum samkyndur. So eg pakkaði alt sum eitur samkyndar kenslur burt­ur. Eg valdi heldur at liva eitt lív sum ein vanligur persónur, vera part­ur av samkomuni, og so mátti mín loynidómur vera mín krossur at bera. Og eg helt eg fór at klára tað, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá. Gjørdist familjumaður og samkomuovasti Tíðin gekk og í nýggja lívinum í Kelduni í Skálabotni fekk Arni ein nýggjan vinarbólk, sum hann brúkti nógva tíð saman við. Í vinar­ bólki­num var ein genta, sum Arni knýtti tætt samband við. Tey bæði gjørd­ist tí par. Arni elskaði hana, so nógv sum ein samkyndur maður nú kann elska eina kvinnu. Tá tvey ung fólk í Kelduni gerast par, so var vanligt, samkoman skip­aði fyri undirvísing í, hvat tað merk­ir. - Tað varð millum annað sagt, at kær­leiki er líka nógv eitt val, sum tað eru kenslur. Og eg minnist, at í mínum høvdið merkti tað, at eg sjálv­ur kundi velja, hvønn eg skuldi elska. Eg var púra sannførdur um, at eg bara skuldi velja hetta lív­ið og so fór eg at klára at liva tað til fulnar, sigur Arni Klein Abra­ham­ sen. Arni og gentan blivu tí gift, og fingu trý børn. Øll hesi árini var tað fram­vegis eingin, sum visti, at Arni í veru­leikanum var samkyndur. Men sum vera man merktist tað onkurs­vegna í hjúnabandinum. - Vit fingu fleiri góð ár saman. Tá tú fært børn, so upptekur tað nógv í lívinum. Eg var øgiliga virkin í sam­komulívinum. Ungdómsleiðari í fleiri ár og partur av leiðsluni eitt tíðar­skeið eisini, greiðir Arni Klein Abra­hamsen frá. Men krossurin, sum Arni megn­ aði at fjala í so mong ár, gjørdist tyngri og tyngri at bera. - Eg orkaði minni og minni at geva intimitet. Eg kendi meg falsk­ an, tí eg segði eg elskaði hana, men eg kláraði ikki at liva upp til tað. Og tá ið kenslurnar ikki eru har, so er tað trupult at fáa kærleikslívið at rigga. Og tað skapti frustratiónir í okkara parlagi, greiðir Arni Klein Abra­hamsen frá. Til síðst sá Arni trøll á alljósum degi. - Eg var so bangin fyri, at nak­ ar skuldi fáa illgruna til mín. Eg hugsaði um, hvørt eg sat ov kvinnu­ ligt ella um eg gekk ov kvinnuligt. Elsta dóttirin spurdi onkuntíð, um eg kundi smyrja henni neglalakk. Men eg tordi ikki. Eg veit tað var irra­tionelt, men tað er tað sum hend­ir, tá tú gongur runt og goym­ ir okkurt so leingi, sigur Arni Klein Abrahamsen. Nú skal tað vera Ein dagin í juni í 2010 kom Arni til tað punktið, at nú var eingin veg­ ur aftur. Innaní visti hann, at um hann ikki kom úr skápinum, so skramblaði alt saman. Tá hevði Arni verið giftur í átta ár, og verið virk­in í Kelduni í 11-12 ár. Hann hevði trý børn og var 30 ára gamal. Einsa­mallur hevði hann borið sín loyni­dóm tá í 18 ár. - Eg hevði tikið avgerð um, at í dag er dagurin. Men sum dagurin gekk fann eg ongantíð mótið til at siga tað. Men tá ið vit vóru farin í song byrjaði eg bara at tosa. Eg spurdi, hvussu hon hevði tað, og hvussu hon helt okkara hjúnalag var. Hon segði, at hon kendi seg frustreraða, tí eg ikki var til staðar. Og at hon helt ikki okkara hjúnalag var serliga heitt. So segði eg við hana: ”hvat um trupulleikin als ikki er tú. Hvat um trupulleikin er, at eg faktist eri til menn”, minnist Arni Klein Abrahamsen aftur á. Sum vera man var tað ein tung­ur smeitur, sum tók langa