Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 8 tíð hjá teimum báðum at arbeiða í gjøgnum. Í fyrstu atløgu løgdu tey ikki ítøkiligar ætlanir um at fara hvør til sítt, men avráddu at síggja tíðina ann. Beint eftir hetta, kunn­ aði Arni eisini sam­komu­leiðar­an um støðuna. - Tann fyrsta reaktiónin var ja­ ligt. Eg minnist samkomuleiðarin segði, at hann vildi vera mín vinur, men at hann ikki visti, hvat vit skuldu gera, tí hann hevði ongantíð ver­ið í hesari støðuni áður, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá. Vístu til ein grøðara Vikurnar gingu og framvegis vóru tey fá, sum vistu um loyni­dóm­in hjá Arna. Tað byrjaði við, at konan og samkomuleiðari vistu um loynidómin. Síðani stillaði Arni seg fram at tosa við um­sorgan­ar­ per­són­ar og leiðslu í Kelduni um støðu­na, tí hann ynskti, at hesi skuldi vera væl ílatin til at hjálpa konu­ni og børnunum. Hann tosaði tí við øll í samkomuni, sum vóru áhug­að í at tosa við hann um støðu­na. - Tað gjørdist verri og verri, tí meðan fyrsta reaktiónin var menniskja­liga stuðlandi móti mær, so blivu fólk meira og meira inn­stillað upp á, at tað var synd og at eg fór til helvitis fyri hetta. Eg kendi tað sum, at tað var nógv fokus á skandaluni, sum fólk vóru bangin fyri fór at koma, tá ið tíðindini komu út. Tey vóru bang­in fyri, at hetta fór at raka sam­komu­ na, greiðir Arni Klein Abra­ham­sen frá og heldur fram. - Sæð í bakspegilin kendist tað sum, at tað var undirordnað, hvussu eg hevði tað kensluliga. Í tí átrúnaðarliga umhvørvinum plagar man at siga, at man elskar syndar­an, men hatar syndina. Men tað stendur eisini í Skriftini, at tú ikki kanst tæna tveimum harrum. Um tú elskar syndaran og hatar synd­ina, so tænir tú tveimum harr­ um. Og eg upplivdi sjálvur, at fólk í sam­komuni vóru so upptikin av at hata syndina, at tey gloymdu syndar­an – tey megnaðu ikki at gera bæði samstundis, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá. Í oktobur mánaði skuldi ein par­terapeutur frá einum kristi­ lig­um felagsskapi í Danmark koma til Kelduna at hava eitt hjúnabandsvikuskifti. Sam­komu­ leiðar­in kom til Arna við uppskoti um, at hann skuldi royna at tosa við terapeutin frá hesum felags­ skapi. Ein felagsskapur, ið eisini fæst við terapi til samkynd, ið ynskja at royna at broyta sína kyns­ligu sannføring. - Fyrst segði eg bums nei, tí hesin maðurin var bara eitt vikuskiftið í Før­oyum og hvønn mun kundi hann í veruleikanum gera. Men so hugsaði eg, at tey skuldu so ikki hava tað at siga um meg, at eg ikki vildi royna. So eg fór, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá. Tá ið ein hoyrir um ein slíkan felags­skap, so eru nakrir fordómar, sum automatiskt knýta seg at. Soleiðis var eisini hjá Arna. Og tí gjørdist hann bilsin, tá ið veru­leik­ in var ein heilt annar. - Sum tann fyrsti persónurin í allari tilgongdini hugdi hesin maður­in meg inn í eyguni og segði, at eg eisini hevði týdning. Eg segði hon­um frá øllum samskiftinum við Kelduna, og hann segði sum var, at eg átti at steðga at tosa við tey, tí alt álit millum partarnar var farið. Hann helt heldur ikki, at mín støða var handfarin væl av sam­komuni. Hann segði við meg, at hann kundi halda hvat hann vildi um samkyndleika, men fyri tað var eg vigtigur eisini, og tí skuldi eg ikki missa meg sjálvan burtur í øllum ruðu­leikanum, greiðir Arni Klein Abra­hamsen frá og staðfestir, at hendan samrøðan var ein týðandi løta í tilgongdini. - Eg kom til, at ja, nú er nóg mikið. Nú mugu vit koma víðari, og fólk sleppa ikki longur inn í mítt lív og siga mær alt møguligt neiligt um meg, sigur Arni Klein Abrahamsen. Stutt eftir tosaði hann fyri sein­ astu ferð við sam­komu­leiðslu­na um støðuna. Tá gjørdist greitt, at Arni ikki var vælkomin í sam­kom­ u­ni, um hann ætlar sær at liva sum opin samkyndur. - Tey søgdu við meg, at um vit fóru at skiljast og eg fór at liva sam­ kyndur, so var ikki rúm fyri mær longur. Tað varð eg ikki bilsin av at hoyra, men kortini var tað hart, tí eg hevði jú lagt stóra orku í sam­ kom­u­arbeiðið í nógv ár, sigur Arni Klein Abrahamsen. - Sæð í bakspegilin var samskifti mill­um meg og samkomuleiðaran held­ur trupult frá byrjan. Tí vit høvdu hvør sítt motiv. Hann vildi, at eg skuldi grøðast. Men eg hevði ongan­tíð nakran trupulleika upp­ eftir. Eg kendi ongantíð, at Gud ikki vildi góðtaka meg. Men eg kendi tað sum, at trupulleikin lá úteftir til tey trúgvandi, tí tey ikki kunnu góð­taka meg sum samkyndan, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá. Í fyrsta kvartali í 2011 flutti Arni frá sínari familju í hús á Oyrar­ bakka, og Arni og konan verða separer­að. Tey hava tó megnað at havt eitt gott samstarv um børn og tey praktisku viðurskiftini, og tað er Arni sera fegin um. - Eg havi stóra virðing fyri míni ekskonu, at hon hevur vilja sam­ starvað og havt eitt opið sam­ skifti við meg, hóast eg havi gjørt stór mistøk, og skapt stóra sorg í hennara lívi, sigur Arni Klein Abra­ hamsen. Trupult at standa uttanfyri felagsskapin Arni Klein Abrahamsen gongur ikki longur í Kelduni. Í dag er hann tó fastur gestur í fólkakirkjuni á Skála. Og hóast Arni minnist aftur á nógvar góðar løtur í Kelduni, so er tað ein himmalskur lætti at sleppa und­an bólkatrýstinum. - Hugburðurin í slíkum sam­ kom­um sum Keldan verður í stóran mun myndaður av samkomuleiðsluni og tí, ið prædika verður. Og ert tú bara eitt vet kritiskur móti tí, so gerst tað beinanvegin trupult at vera partur av felagsskapinum, greið­ir Arni Klein Abrahamsen frá. Hann upplivir tað sum, at tey sam­kyndu á mangan hátt eru blivin andlitið á tí felags fígginda, sum trúarlívið í Føroyum stendur saman um at vera ímóti. - Tey ”veruligu” trúgvandi kenna eina sameining ímóti hesum felags fígginda, meðan tey, ið kanska taka undir við at samkynd skulu góðtakast á jøvnum føti, verða skýrd "lunkað" ella "fráfallin", sigur Arni Klein Abrahamsen, og leggur aftrat, at hann veit eisini, at tað eru nógv trúgvandi, sum gjarna vilja vísa samkyndum viðurkenning, men sum ikki tora, tí tey eru bangin fyri hvat hini siga. Og felagsskapurin, sum kann vera upplyftandi og styrkjandi at vera ein partur av, kann tí eisini vera júst tað øvugta. - Tað er ófatiliga tungt at vera utta­nfyri. Tú merkir skjótt for­døm­ ingina, um tú ert ósamdur ella ikki livir upp til moralsku fatanina hjá felagsskapinum. Og tí makkar man rætt og innornar seg, greiðir Arni Klein Abrahamsen frá. Í dag hevði Arni ikki vilja ver­ið partur av slíkari samkomu aftur. Hann hevur funnið seg væl til rættis í fólkakirkjuni, og upp­liv­ir í dag eitt frælsi frá hesum felags­ skapi, sum hann ikki hevði viljað verið fyri uttan, hóast ein stórur part­ur av hansara lívið var innan sam­komu­gátt. Sæð í bakspegilin í dag er tó eitt, sum Arni viðhvørt hugsar um. - Eg var greiður yvir at eg fór ikki at hava nakra framtíð í samkomuni, tá ið eg kom úr skápinum. Men tað var tó hugvekjandi, at eingin í sam­ komu­ni royndi at fáa meg at blíva ver­andi, eftir at eg kom út, sigur Arni Klein Abrahamsen. Hann má ásanna, at tað fram­ veg­is í 2018 ikki er nógv rúmd fyri samkyndum í trúarlívinum í Føroyum. Og spyrt tú hann, so er tað ein stórur missur fyri hetta trúgvandi umhvørvið, tí tað merk­ ir samstundis, at alt tað, sum sam­ kynd hava at bjóða, ikki kemur í spæl í felagsskapinum. - Eg trúgvi at vit eru skapt í Guds mynd júst sum øll onnur. Vit sam­kyndu hava eisini eginleikar, talent­ir, arbeiðsorku og kreativ evni at geva til felagsskapin. Í dag leggi eg stóra orku í ítróttar­felag­ ið á Skála, og hendan orkan kundi tað sama verið løgd í sam­komu­ virk­semi, men í staðin er tað nú fót­bólts­umhvørvið, ið fær gagn av mínum íkasti, sigur Arni Klein Abra­hamsen. Arni fegnast um, at í dag verður hann rúmaður og góð­tik­in sum hann er. Bæði í heim­bygd­ini, á arbeiðsplássinum og í fólka­ kirkjuni, sum hann í dag er ein partur av. Sosialurin hevur verið í samband við Paula Høj, samkomuleiðara í Kelduni, men hann hevur ikki hug at gera viðmerkingar í hesari vikuni. SAMRØÐA