Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 10 - Eg vóni, at hesar sendingarnar kunnu kvalifiserað kjakið og somuleiðis flyta okkum inn í eitt tíðarskeið, har miðlarnir viðgera átrúnað eins og til dømis politikk. Kirkjur og samkomur mugu eisini koma har til, at tær tola kritikk, og síggja, at tær ikki eru frítiknar fyri kritiska viðgerð frá miðlunum og frá fólki sum heild, sigur Heini í Skorini, oddamaður fyri sendirøðina Gud signi Føroyar. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO H óskvøldið var fyrsti partur í sendi­røð­ini Gud signi Før­oyar send­ur í Kringvarp­in­ um og nú eru fimm partar eftir. Sendi­røðin fer afturum fleiri tætt­ir í tí føroyska trúarlívinum, og felags fyri allar sendingarnar er, at at­finn­ ing­ar­samar røddir siga frá hinari síðuni av sakini. Tað er púra vanlig journalistisk mannagongd, at man roynir at finna meira enn eina keldu, men oddamaðurin handan sendirøðina, Heini í Skorini heldur, at tað er munandi meira viðkvæmt í hesum førinum. - Vit hava eitt lívligt kjak í sam­ felagn­um og á sosialu miðlunum um átrúnað, men í siðbundnu miðl­unum hava vit ikki fylgt við í at viðgera átrúnað. Vit miðla eina rúgvu av átrúnaðarligum tilfari, men vit viðgera tað ikki sum vit til dømis gera við politikk. Tí er heldur eingin siðvenja fyri, at miðlarnir gera kritiskan journalistikk um átrúnað, sigur Heini í Skorini. Og spyrt tú Heina í Skorini, so er tað beinleiðis løgið, at vit ikki hava størri siðvenju í Føroyum fyri kritiskum journalistikki í samband við átrúnað. - Vit viðgera dagliga orrustur í mun til politisk viðurskifti, har vit tosa við fólk á báðum síðum av einari ósemju. Men kirkjan og sam­ komur hava sanniliga eisini stórt vald í samfelagnum, og ser­sømd­ ir og framíhjárættindi av ymisk­ um slagi. Tær hava vald bæði á tí einstaka menniskjanum og á sam­felagnum sum heild í mun til lóg­gávu og politikk, sigur Heini í Skorini. Í fjør høvdu vit mangar há­tíðar­ løt­ur í Føroyum, har vit mintust Luth­er, nú tað vóru 500 ár síðani reforma­tiónina, og tí er høvið at við­gera trúarlívið í 2017-2018 upplagt. - Eg setti mær fyri at taka status á átrúnaðarliga økinum og harvið eisini vísa tær síður, har alt ikki er so ljósareytt og øll ikki eru so samd. Í fyrstu sendingini var tað Arni Klein Abrahamsen, sum vísir á hvat hend­ir, tá ið ein ungdómsleiðari vís­ir seg at vera samkyndur. Í ein­um øðrum parti verður tað til dømis prátað við onkran, sum ikki heldur, at løturnar í legum í Zarepta og Nesvík hava verið góð­ ar, sigur Heini í Skorini. Hetta er eitt álop Komandi vikurnar fer Kringvarpið at vísa seks tímar av tilfari um trú­ ar­lívið í Føroyum. Tað má natúrligt merkja, at fleiri ymisk fólk hava lut­tikið í sendingunum hjá Heina í Skorini. Men tað hevur ikki altíð verið eins einfalt at sleppa innum. - Nógv hava traðkað fram og lut­tikið í sendingunum og tað hevur verið ein góð uppliving sum heild at samskifta við hesi fólk­ini. Og eg má rósa summum av sam­ kom­unum fyri, at tær hava latið dyrn­ar upp og loyvt okkum inn. Men vit hava eisini upplivað aðrar sam­komur, sum ikki hava viljað luttikið. Summar als ikki og aðrir bert við hørðum treytum, sum vit síðani hava frávalt at hava við, sig­ ur Heini í Skorini. Samkomurnar og fólkakirkjan eru bert ein partur av sendirøðini. Hin síðani eru tey, sum finnast at. Og har hevur eisini verið heldur torført, tó als ikki ómøguligt. - Eg haldi eg kann siga, at hvør sending hevur okkurt slag av mótvekt. Hetta er vanligur journal­ ist­ikkur, men í mun til júst hetta evnið, so verður tað bara meira kontro­versielt og sensitivt, og fólk skulu hugsa leingi um, hvørt tey vilja luttaka ella ikki, og hvat tey skulu siga og ikki. Tað er trupult at finnast at á hesum økinum, sigur Heini í Skorini. Og júst tað er nakað, sum Heini í Skorini sjálvur hevur upplivað eisini í mun til sítt arbeiði. Hóast mong hava verið stuðlandi um hendan heldur øðrvísi háttin at viðgera føroyska trúarheimin, so eru eisini summi, sum eru óttafull. - Tó tað ikki hevur fylt nógv, so havi eg kortini upplivað summi, sum síggja hesa sendirøðina sum eitt álop á kristindómin. Men tað er tað jú als ikki. At hava fleiri vinkl­ ar við er meira eitt tekin um, at vit ynskja at viðgera tað ordiligt, og so­ leiðis vísa virðing fyri hesum øki í samfelagnum, sigur Heini í Skorini. Kanning sigur søguna um djúpar gjáir Í samband við sendingina er ein stór spurnakanning gjørd av felagnum Lógir, har heili 38 spurningar eru settir. Úrslitið sigur eina søgu um, at tað eru djúpar gjáir í Føroyum, tá ið umræður okkara samband við kristindómin. - Tað er sera stórur munur á, hvussu fólk í ymisku økjunum í land­inum svara. Tað vísir, at vit eru sera ósamd um nøkur viðurskifti innan kristindómin, sigur Heini í Skorini og vísir á, at innan fak­litt­ er­aturin verður tosað um føroyska, kristna eindarmentan. - Men eg havi trupult við at bera eyga við nakra eindarmentan, sigur Heini í Skorini. Hann vísir á, at sendirøðin og kann­ingin vísir, at tað er ein harður dystur millum øki og trúarbólkar um at definera, hvat kristindómur er. - Tað vísir seg, at fyri flestu før­ oy­ingar er kristindómur framvegis nakað gott og jaligt. Ósemjurnar eru tí ikki millum tað at trúgva kontra tað at ikki trúgva. Men tær snúgva seg heldur um, hvat fyri slag av trúgv fólk velja. Um eg spurdi onkran innarliga í einari samkomu ein spurning, og setti saman spurn­ ing til ein meira avslappaðan kristn­an í fólkakirkjuni, so fekk eg helst tvey sera ymisk svar, sigur Heini í Skorini. Og hendan samanrenningin – at kanningin staðfestir djúpar gjáir í Føroyum samstundis um, at miðlarnir ikki viðgera trúarlívið í Føroyum – er ein álvarsamur koktailur. - Vit mugu viðurkenna, at vit eru eitt sera polariserað samfelag og gjá­irnar ímillum trúarbólkarnar eru djúpar. Vit mugu læra at kjak­ ast siðiliga um tað og miðlarnir fara vónandi at taka táttin upp fram­yv­ ir, so at vit kunnu fyrihalda okkum til hetta, sigur Heini í Skorini. Átrúnaður stingur djypri Heini í Skorini arbeiðir ikki long­ ur í Kringvarpinum. Hann starv­ ast í dag sum adjunktur í søgu og samfelagsdeildini á Fróð­skap­ar­ setr­inum, hevur ph.d.-prógv í al­ tjóða politikki og í vár í fjør vardi - TRÚARLÍVIÐ MÁ TOLA KRITIKK Heini í Skorini ÁTRÚNAÐUR