hósdagur 15. februar 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
11
hann sína ph.d.-ritgerð í altjóða
politikki, og ritgerðin snúði seg
um samanstoytin ímillum átrúnað
øðrumegin og talufrælsið hinu
megin.
Tí hevur hann arbeitt á ymiskan
hátt við evninum ”átrúnaður”
og hevur ein stóran áhuga fyri,
hvussu hetta virkar í mun til aðrar
tættir í samfeløgum.
Tá hann er spurdur um, hvør
orsøkin er til, at fólk til tíðir hava
trupult við at vera atfinningarsom
ella góðtaka atfinningar móti sam
komum ella kirkjuni sigur hann, at
tað er trupult at siga. Men Heini í
Skorini fangar seg kortini í, at fleiri
ferðir hava hugsað eina møguliga
orsøk seinastu mánaðirnar.
- Tað er eyðsæð, at flest okkara
duga betri at taka móti atfinning
um, tá ið tað snýr seg um okkara
politisku hugsanir. Kanska er
orsøkin, at tað kennist ikki so
øgiliga áleypandi at siga við ein
sambandsmann, at man vil hava
loysning til dømis, og tí er ósamdur
við hansara hugsanum, sigur Heini
í Skorini.
- Men tá ið umræður okkara
átrúnað, so er tað øgiliga áleypandi,
um onkur sigur, at tey halda tín
trúgv er skeiv, sigur Heini í Skorini.
Hví tað eina kennist tyngri enn
hitt er trupult at meta um, men
kanska er orsøkin, at átrúnaður
stingur djypri.
- Eg havi hugsað nakrar ferðir,
at kanska er tað tí, at átrúnaður
stingur djypri og er ein meira
persónligur, intimur partur av
samleikanum hjá okkum, meðan
politikkur er meira yvirfladiskur,
hóast tey ivaleyst eru summi, sum
síggja politikk sum átrúnað, sigur
Heini í Skorini.
Hann vísir á, at í hesari tilgongd
ini hevur hann upplivað ein tend
ens, sum gongur aftur og aftur, og
sum onkursvegna yvirraskar.
- Tey fólkini, sum eru atfinn
ingarsom móti samkomum ella
kirkjuni venda ikki trúnni bakið
orsaka av tí. Tey síggja enn seg
sjálvi sum trúgvandi, men bara ikki
upp á tann mátan, sum til dømis
ein ávís samkoma vil. Tí er teirra
uppgerð við eina samkomu ikki ein
uppgerð við sjálva trúnna, sigur
Heini í Skorini.
Á
Tekna teg sum
vert fyri
GrannakafFIfi
vikuskiftiÐ
2.-4. mars
2O18
Ráðgevur, hjálpir og umboðar
krabbameinssjúk og teirra avvarðandi
Kunnar um krabbamein og fyribyrging
Stuðlar og upplýsir um
gransking í krabbameini
Vilt tú vita meira, ella hevur tú tørv á
vegleiðing, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við okkum á tlf. 317959
Tekna teg
sum vert
í dag
Vitja www.krabbamein.fo
ella ring 31 79 59
Tú kanst lesa alt um grannakaffi
á www.krabbamein.fo ella
á facebook.com/grannakaffi