Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 12 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Spurningurin, hvaðani nýtímans kropsidealið kemur, stendur ósvar­aður. Gjøgnum árini hevur idealið verið ymiskt ymsa staðni í heiminum, men við alnótini eru hesi ymisku idealini farin at líkj­ast alsamt meir – og hetta er ikki bert galdandi fyri fullkomnu kropps­ myndina men eisini fyri mill­um annað list og tónleik, tí vit ávirk­ ast av hvørjum øðrum, greiðir Siri Sør­en­sen, Cand. Pæd. Soc, frá. –Tað kann samanberast við eina kreativa tilgongd. Tú situr møgu­ liga í Føroyum og fært ein kreat­ ivan tanka, men so vísir tað seg, at onkur í Rumenia, Gambia og í Peru júst hava fingið sama tanka. Orsøkin er, at vit eru ótilvitað um, at vit eru ávirkaði av rákinum, sum er í nútíðini, sigur Siri Sørensen. Hon samanber rákið og idealini, sum koma og fara við tað at fáa børn og síðani verða ónøgd við eitthvørt, sum foreldrini gjørdu, og tí vilja broyta barnauppalingina. Eisini verða vit troytt av rákinum í nútíðini, og vit hava tørv á at at skapa og menna okkum, leggur hon afturat. Menniskjan skapar samfelagið og samfelagið skapar menniskjuna, greiðir hon frá. Tá kvinnurnar fyrst í farnu øld fóru at bróta upp av nýggjum, broyttu tær eisini háttin, tær bóru seg fram á. Sum menn­iskju hava vit ein grund­leggj­ andi tørv á at úttrykkja okkum, og tað gera vit millum annað við list, tónleiki og eisini við kroppinum. Kroppurin partur av menniskjanum Vit hava ofta hug at siga, at alt tað, sum viðkemur kroppinum er grunt, men vit brúka øll kroppin til at úttrykkja okkum við. –Sigur tú, at tú ikki vilt fylgja teimum rákunum, sum eru í sam­ fel­agnum, tí tað er yvir­fladiskt, so út­trykkir tú teg eisini kroppsliga, sum partur av einum mótráki, sig­ Kvinnukroppurin MEN ESTE –Hóast vit menniskju ofta hava lyndi til at siga, at vit bert taka hædd fyri persónsmensku, so vísa óteljandi kanningar, at vit eru ómetaliga nógv ávirkað av útsjónd, kroppi og klæðum. Tað nyttar onki avnokta tað, men vit mugu staðfesta, at tað er so, sigur Siri Sørensen, Cand. Pæd. Soc Ístaðin fyri at trúgva, at ein ikki hevur virði, tí nútíðarrákið ikki samsvarar við eins kropsskap, so er umráðandi at kenna seg sjálva, og vita hvørjar aðrar góðar og positivar eginleikar ein hevur TEMA: Kvinnukroppurin