hósdagur 15. februar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
13
ur hon og leggur soleiðis upp til, at
vit ikki fáa snúð okkum undan ta
ávirkani, sum rákini í samfelagnum
hava – hvørt vit ynskja tað ella ikki.
– Man sleppur ikki undan hes
um idealinum, men vit eiga tó at
verða tilvitaði um, at rákið er har,
og at tað broytist alla tíðina. Tí er
tað ógvusligt at siga, at ein kennir
seg merkiliga ella útihýsta, um ein
ikki fylgir við í rákinum ella um
klæðini í handlunum ikki sita væl á
einum. Tað er umráðandi at vita, at
rákið aftur fer at venda og at verða
tilvitað um, at klæðini óivað eru
gjørd til eina kvinnu, sum ikki sær
út sum tú, staðfestir Siri Sørensen.
Ístaðin fyri at trúgva, at ein ikki
hevur virði, tí nútíðarrákið ikki
samsvarar við eins kropsskap, so
er umráðandi at kenna seg sjáva,
og vita hvørjir aðrar góðar og posit
ivar eginleikar ein hevur, sigur Siri
Sørensen.
–Hóast vit menniskju ofta
hava lyndi til at siga, at vit bert
taka hædd fyri persónsmensku,
so vísa óteljandi kanningar, at vit
eru ómetaliga nógv ávirkaði av
útsjónd, kroppi og klæðum. Tað
nyttar onki avnokta tað, men vit
mugu staðfesta, at tað er so, sigur
hon avgjørd.
Rák og samfelagsmenning
eru knýtt
Siri Sørensen greiðir frá, at rák av
ymiskum slagi altíð eru tætt knýtt
at menningini í samfelagnum. Og
so er eisini við rákinum innan
kropsideali. Í tíðarskeiðinum frá á
leið 1400 til 1700 var kvinnan rund,
bleyt og eym. Hesi eru eyðkennini,
sum eru serstøk í einum patriark
iskum samfelag, har kvinnan fyrst
og fremst skal bera børn og onga
sterka rødd hevur sjálv. Á myndum
situr hon ofta við einum barni,
hyggur niður ella til síðuna og er
undirgivin
Fyrst í 1900 talinum byrjar
stríðið fyri javnstøðu av álvara og
kvinnur fáa atkvøðurætt. Í 1920
unum broytist rákið innan kropp
og móta samsvarandi. Kvinnurnar
binda fyri bringuna, og lítil og ong
in dentur verður lagdur á formar.
–Kvinnurnar
høvdu
eitt
dreingjaligari útrykk, og tað kann
tulkast sum eitt mótrák frá kors
ettunum og formunum, sum vóru
áðrenn stríðið fyri javnstøðu, sigur
Siri Sørensen.
Eftir at kvinnur fáa atkvøðurætt,
verður man bangin fyri, hvat fer at
henda. Tá verða ymiskar avmark
ingar settar fyri, hvat er loyvi at
vísa av kvinnukroppinum í millum
annað filmum.
–Kvinnurnar hava aftur verið
úti um seg, og mugu tí tónast niður
aftur, sigur Siri Sørensen.
Í 1960unum eru kvinnurnar
aftur sera klænar og viðkvæmar,
inntil tær síðani veruliga koma inn
á arbeiðsmarknaðin. Tá tær veru
liga koma á arbeiðsmarknaðin, eru
tær enn klænar, men tær hava eis
ini meir formar og størri vøddar.
–Musklar á kvinnum var bein
leiðis ljótt áðrenn áttatiárini, sigur
hon.
Men í nítiárunum kemur enn
eitt mótspæl við “androgena hero
in chic” úttrykkinum.
– Tað var eisini eitt mótspæl
móti feminiseringini, at man tá
sigur, at kyn ikki hava týdning. Í
1990, tá LGBT rørslan eisini vindur
uppá seg, verður kynið niðurtónað.
Síðani kemur aftur eitt mótrák, og
fyrst í 2000 sigur rákið, at kvinnur
aftur skulu hava formar. Nú eru
fleiri framstandandi etniskar
kvinnur, so sum Beyoncé, Lil’ Kim,
Serena Williams, Kim Kardashian
og Nicki Minaj sjónligar í almenna
rúminum, og hesar hava allar stóra
rumpu, sigur Siri Sørensen.
Stóra rumpan ein
biologiskur trupulleiki
Biologiskt er hetta idealið trupult
at náa hjá fleiri kvinnum. Hóast
mánaðir í venjingarmiðstøð gera
mun, so ber ikki til, at fáa stóra aft
urpartin hjá Kim Kardashian uttan
at leggjast undir skurð.
–Hóast plastikk skurðviðgerðir
er vorðnar vanligar í dag, so eru tær
tekin uppá manglandi kroppsgleði
og viðurkenning. Broyta vit kropp
in við skurðviðgerð, soleiðis at
hann verður, sum rákið er nú, so
eru vit ikki óheftar av ávikanini í
samfelagnum, staðfestir hon.
Siri Sørensen greiðir frá, at tað
serliga eru heilt ungar kvinnur,
sum fylgja rákum, so sum at fáa
stóra rumpu, og ofta lata ungar
kvinnur seg ávirka í størri mun
enn tilkomnar kvinnur. Hendan
ávirkanin kemur millum annað
frá sosiala miðlinum Instagram.
Á Instagram eru hópin av vanga
myndum av kvinnum, sum av
mynda rumpuna frá einum vinkli,
sum ger, at hon sær stór og rund út.
– Selfie mentanin á Instagram
hevur onki við veruleikan at gera,
og tí er umráðandi at taka hetta
evnið upp, so ungar kvinnur verða
tilvitaðar um, hvussu veruleikin er,
áðrenn tær súgva rákið til sín, sigur
hon.
–Ungar kvinnur kenna seg í
størri mun útihýstar frá felags
skapinum. Vit menna okkum, sum
vit verða eldri, og vit læra okkum
at góðtaka tann kroppin, sum vit
hava og hvussu vit sjálvar rigga
best, sigur hon.
–Tað liggur ein stór avbjóðing í
at finna útav, hvør ein er, og hvussu
ein kann luttaka í samfelagnum
uttan at tað kennist, sum noyðist
man at broyta kroppskap á ein
ónatúrligan hátt, leggur hon aft
urat.
Hon gert tó klárt, at vit menn
iskju hava tørv á at útrykkja okk
um – og tað kenna vit frá flest øll
um mentanum.
– Vit eru estetiskt, og okkum
dámar pen ting, sigur hon.
Hækkar sosiala virðið
Eitt ynski um at broyta kroppskap
er eisini eitt ynski um hægri sosialt
virði. Tá vit agera í samfelagnum,
verða vit møtt á ein ávísan hátt
treytað av tí, sum vit eru, duga og
soleiðis sum vit síggja út. Kroppur
og útsjónd eru ein stórur partur av
menniskjanum.
–Vit gera tilvitaðar og ótilvitaðar
metingar av hvørjum øðrum
grundað á sosialu normarnir, sum
vit liva í. Onkursvegna skulu vit
øll selja okkum sjálvi, sigur Siri
Sørensen.
– Fylgja vit rákunum, sum eru
í samfelagnum, so hækkar sosiala
statussið. Fólk verða hugtikin av
einum, hitt kynið verður drigið at
einum, og ein fær fleiri vinir. Eisini
fær ein fleiri møguleikar innan
yrkisleiðina, sigur hon.
Hon greiðir tó frá, at eru vit
tilvitaði um tíðarrákini í sam
felagnum, so ber til at brúka tey
til egnan fyrimun og hækka sosiala
statussið uttan at fylgja norminum
við plastikk skurðviðgerðum og
ella verða sjúkliga upptikin av
venjing. Til ber eisini at broyta
nógv við teimum klæðunum, sum
tú velur at lata teg í.
Onkursvegna fylgja vit øll ideal
unum og nútíðarrákunum. Tað
sum vit halda er pent í dag, halda
vit bara, tí samfelagið sigur tað, og
vit vita, at um eina tíð kemur eitt
nýtt rák.
– Tí er tað umráðandi at verða
tilvitaði um rákið, spæla við tað og
útnýtta tað til egnan fyrimun, tí so
kunnu vit vera við hækka sosiala
statussið. Gert tú tað ikki, so mást
tú vita, at tað er tað, sum tú gert,
og at eisini tað hevur avleiðingar,
staðfestir hon.
Hon greiðir frá, at tað er sum
at spæla við kortum. Vit avgera
ikki, hvørji kort við fáa, áðrenn
spælið byrjar – somuleiðis avgera
vit ikki, hvussu kroppur okkara
sær út. Vit fáa kortini, og vit royna
at vinna spælið, hóast kortini eru
vánalig. Tað er til engan fyrimun at
verða tilvitaður um tíðarrákini og
idealini, og at vita um ein sjálvur
hevur tað. Hevur ein tað ikki, so er
at spæla við øðrum góðum kort
um inntil rákið aftur broytist, og
møguliga til egnan fyrimun tá.
– Vit mennikju avkoda eisini
heildina á øðrum menniskjum, og
síggja heildina. Hevur ein kvinna
til dømis eina stóra rumpu men
onki annað, so hevur tað ikki nóg
stórt virði, sigur hon.
NNISKJU ERU
ETISKT TILVITAÐ
Tað liggur ein
stór avbjóðing
í at finna útav,
hvør ein er,
og hvussu ein
kann luttaka í
samfelagnum
uttan at tað
kennist, sum
noyðist man
at broyta
kroppskap á ein
ónatúrligan hátt
Vit gera
tilvitaðar og
ótilvitaðar
metingar
av hvørjum
øðrum grundað
á sosialu
normarnar,
sum vit liva í.
Onkursvegna
skulu vit øll selja
okkum sjálvi