Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 14 Kvinnukroppurin Sosiali miðilin Instagram hevur stóra ávirkan á ungar kvinnur. Instagram yður við myndum og góðum ráðum til kvinnur, sum vilja fylgja tíðarinnar ráki um ein vøddamiklan afturpart. Tað sæst aftur í venjingarmiðstøðunum, har serliga ungar gentur kýta seg fyri at fáa ta fullkomnu rumpuna. MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO - Tað er tað einasta, sum tað snýr seg um á Instagram. Ungar gentur úr 16 ára aldri kom her at venja rumpuna, tí tað er tað, sum dentur verður lagdur á á Instagram. Tað er tað, sum er modernað, sigur Jessica Hallursdóttir, sum arbeiðir í venjingarmiðstøðini Burn í Havn. Jessica hevur júst tikið útbúgving sum persónligur venjari og venjari umvegis alnótina. Hon sigur, at tað er tann flotta rumpan, sum hevur flest fylgjarar á Instagram, ið hevur sera stóra ávirk­an á tær ungu kvinnurnar. Jessica Hallursdóttir greiðir frá, at hetta við, at kvinnur skulu hava stóran, vøddamiklan afturpart hev­ ur verið uppi í tíðini nokk so leingi, og at tað bara vindur upp á seg. - Her koma nógvar ungar gent­ ur bara fyri at venja rumpuna. Tær vita bara um venjingar til undir­ kroppin, og tær duga als ikki at venja hvørki armar ella yvirkropp. Tað er ikki nakað, sum tær hugsa um. Tað snýr seg bara um at venja aftur­partin í eini roynd at fáa tað stóru, rundu rumpuna, sum verður so nógv avmyndað á Instagram, sig­ur Jessica Hallursdóttir. Miðvís venjing í áravís Nógv tær flestu genturnar, sum koma í Burn við tí endamáli at venja júst hendan kropslutin, eru í miðnámsskúlaaldi. Onkrar hava sæð eitt video á Instagram við venjingum, og gera so tær venj­ing­ arnar. Aðrar hava fingið eina venj­ ing­arætlan frá einum venjara, og venja sambært tí ætlanini. Á Instagram verður lýst við venj­ingum, sum kunnu keypast, fyri at fáa sama flotta afturpart sum á myndunum. Til dømis verða venj­ingarætlanir upp á átta vikur seld­ar, og so keypa ungar gentur venjingarætlanirnar, tí tær halda, at tað fer at rigga. INSTAGRAM S UNGUM KVIN Jessica Hallursdóttir, persónligur venjari Onkrar hava sæð eitt video á Instagram við venjingum, og gera so tær venj­ ingarnar TEMA: Kvinnukroppurin