Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 15 - Men tað riggar als ikki. Tað krev­ur miðvísa venjing í fleiri ár, áðr­enn komið verður til sama úrslit, sigur Jessica Hallursdóttir, og leggur afturat, at nógvar gent­ ur hava ikki skilt, at tað er arva­ frøði­ligt, um tað yvirhøvur ber til við venjing at fáa afturpartin, sum tær síggja á myndum á Instagram. - Øll hava eitt mark fyri, hvussu stórar vøddar, tað ber til at fáa við venj­ing. Hjá nøkrum er markið langt áðrenn, tey hava rokkið úrs­lit­inum, sum tey droyma um. Og hjá summum ber als ikki til at byggja eina rumpu upp, sigur hon. Vilja hava tímaglasform Tað er ikki longur modernað hjá ung­um kvinnum at vera klænar. Nú stremba tær eftir tí sonevnda tíma­glasforminum við smalari miðju. Hava kvinnurnar ikki smala miðju frammanundan, so kunnu tær falsa skapið við at gera undir­ kropp­in størri. Við venjingum verða bein og afturpartur størri, og so­leiðis ber til at skapa eina illusión um formin sum eitt tímaglas. - Tað er tímaglasforminum, sum strembað verður eftir. Tað er ikki so langt síðani, at ungu genturnar skuldu vera diddarak, men nú skulu tær hava vøddar og eina rumpu, sum vil nakað, sigur Jessica Hall­urs­dóttir. - Mann kann siga, at tað er gott fyri heilsuna at hava vøddar. So heilsu­støðan hjá ungu gentunum er betri nú, enn tá tær skuldu vera so øgiliga klænar, sigur hon. Hon vísir kortini á, at tað er ikki heilsuna, sum ungu gent­ ur­nar hugsa um í sambandi við venj­ingina. Tær hugsa bara um útsjóndina, sigur Jessica Halld­ urs­dóttir, sum leggur afturat, at ein vøddamikil afturpartur í sær sjálv­um er als ongin fyrimunur fyri heilsuna, og at tað tí ikki átti at verið lagdur so nógvur dendur á tað. Kim Kardashian byrjaði rákið Amerikanska Kim Kardashian, sum saman við systrum sín­um gjørd­ist kend í veruleika­sjón­varps­send­ing­ um í USA fyri 10 árum síðani, er víðagitin kring allan heimin fyri sín stóra afturpart. Hon er ímynd­ in av tímaglasforminum, og legði saman við øðrum kendum kvinn­ um í undirhaldsídnaðinum lunnar und­ir rákið. Jessica Hallursdóttir sigur, at aftur­partur sum tann hjá Kim Kardashian sær mann ikki í Burn. Sam­bært Jessicu Hallursdóttir, so ber tað ikki til við venjingum at fáa eina rumpu sum hana hjá Kim Karda­shian, sum ofta verður løgd undir at hava verið undir skurði fyri at fáa víðagitna kropsskapið. Kim Kardashian leggur hópin av myndum av afturpartinum á Insta­ gram. Hon hevur ikki færri enn 107 milli­ónir fylgjarar á Instagram. Rákið breiðir seg Tað eru ikki bara tær heilt ungu genturnar, sum fara í venj­ing­ar­ mið­støðirnar fyri at fáa størri og rund­ari afturpart. Í Burn koma alsamt fleiri til­ komn­ar kvinnur, sum eisini leggja seg eftir at gera venjingar fyri rump­una. Sjálvt um tað serliga er ald­urs­bólkurin við ungum kvinn­ um, sum venur rumpu nógv, so hevur rákið eisini breitt seg til kvinn­ur í eldri aldursbólkum. Í venjingarmiðstøðini skipa tey eisini fyri liðvenjing, har høv­uðs­ enda­málið er at gera venj­ingar fyri afturpartin. Hetta skeiðið er sera væl umtókt. - Tað er nokk ein av teimum all­ ar­best dámdu tímunum, sum vit hava í Burn. Nógv tey flestu, sum tekna seg til tað skeiðið, eru kvinn­ ur, og tær eru í øllum aldri, greiðir Jessica Hallursdóttir frá. Spurd um hetta nýggja rákið við stórum, vøddamiklum rump­um bara er eitt krav afturat á tí langa listanum yvir krøv, sum kvinnu­ kropp­urin skal lúka, svarar Jessica, at hetta fær ongan enda. - Tað blívur bara við og við. Tað endar ongantíð, sigur Jessica Hall­urs­dóttir. Hon leggur afturat, at hetta við stórum, vøddamiklum rump­um fer at hæsa av aftur, eins og øll onnur rák hava gjørt. Og so kem­ur okkurt annað ístaðin, sigur hon. STÝRIR NNUM Kim Kardashian: Ímyndin av tímaglasforminum, sum ungar kvinnur stremba eftir í dag Nicki Minaj, songkona frá Trinidad og Tobago Tað er ikki longur modernað hjá ungum kvinnum at vera klænar. - Tað blívur bara við og við. Tað endar ongantíð