hósdagur 15. februar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
16
Kvinnukroppurin
VENJI FYRI MÍNA
EGNU SKULD
24 ára gamla
Maria Dahl, sum
seinastu árini
hevur vant
miðvíst fyri at
fáa tímaglas
kroppin, er
ikki í iva
um, hví hon
brúkar so nógva tíð í venjingar
miðstøðini. - Eg geri tað fyrst
og fremst fyri meg sjálva. Men
sjálvandi er tað deiligt, tá fólk
halda, at kroppurin er vakur,
sigur Maria Dahl, sum eisini
leggur myndir av kroppinum
hjá sær út á Instagram.
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
- Tíðin í venjingarmiðstøðini er
mín fríløta. Mann hugsar ikki um
nakað annað, og tað føli eg, at eg
havi brúk fyri, sigur Maria Dahl.
Hon byrjaði at venja, eftir at hon
hevði átt fyrsta barnið fyri 5 árum
síðani. Hon venur einar fimm-seks
ferðir um vikuna í umleið hálvan
annan tíma hvørja ferð.
Tá hon byrjaði at venja, var
endamálið at fáa aftur kroppin,
sum hon hevði áðrenn barnsburð
in. Men tá ein tíð var fráliðin, sá
hon myndir á sosialu miðlunum
av tímaglaskroppinum við stórari
vøddamiklari rumpu, og tá setti
hon sær fyri at venja fram í móti
at fáa sovorðnan kropp.
- Mær dámdi væl tann krops
formin. At hava vakra rumpu og
ein flottan kropp, sigur Maria
Dahl, sum als ikki hevði hugsað
um, hvussu rumpan hjá henni sá
út, fyrr enn hon sá myndirnar av
stóru, føstu afturpørtunum á sosi
alu miðlunum.
Maria Dahl, sum eigur tveir syn
ir og gongur á hægri handilsskúla
í Havn, sigur, at tað er sjálvandi
motiverandi, tá fólk siga vøkur orð
um kroppin hjá henni.
- So er tað ikki bara ein sjálvur,
sum sær, at nakað er komið burtur
úr allari venjingini, sigur hon.
Men tað er ikki orsøkin til, at
hon venur so nógv.
- Eg venji fyri mína egnu skuld.
Eg haldi, at tað hevur sera stóran
týdning, at mann venur, tí mann
sjálvur vil tað, og ikki tí, at tað er
eitt trýst útifrá, sigur Maria Dahl.
Betri sjálvsálit
Tá Maria Dahl byrjaði at síggja úrs
lit av hørðu, miðvísu venjingini,
byrjaði hon eisini at leggja myndir
av kroppinum út á Instagram. Hon
ivaðist als ikki, áðrenn hon legði
myndir út.
- Tað eru so øgiliga nógv, sum
gera tað, og eg ivaðist ikki. Tað
hevur heldur ongantíð verið nøkur
negativ reaktión. Tey flestu, sum
eru á Instagram, eru ung, og tað
er nokk so vanligt at leggja slíkar
myndir út har, greiðir Maria Dahl
frá.
Hon sigur, at kroppurin, sum
hon hevur arbeitt so hart fyri at
fáa, hevur givið henni betri sjálvs
álit.
- Tað er eisini gott at vera nøgd
ur, tá mann hyggur í speglið. Tað er
deiligt at hugsa um, at hesum havi
eg arbeitt fyri og síggja, hvussu
langt eg eri komin, og hvussu nógv
eg havi fingið burtur úr tí, sum eg
havi arbeitt við, sigur Maria Dahl,
sum eisini venur allar aðrar partar
av kroppinum.
Maria Dahl sigur, at tað er ikki
heilsuna, sum hon hugsar um, tá
hon venur. Hjá henni snýr venjing
in seg um útsjóndina.
Hon leggur afturat, at tað er
altíð okkurt við kroppinum, sum
mann fegin vil broyta, og at mann
nokk ongantíð verður heilt nøgdur.
Bundin at venjing
Hon greiðir frá, at tað eru nógv
sum ikki skilja, at hon brúkar so
nógva tíð í venjingarmiðstøðini.
Men sjálv følir hon, at hon má
sleppa at venja, tí hon hevur ov
nógva orku í kroppinum til at spilla
hana burtur.
Maria viðgongur, at mann verð
ur bundin at venjing.
- Men tað er ikki upp á tann
ringa mátan. Tað ger nakað gott
við at ein at venja. Tann kenslan, at
mann ikki hugsar um nakað annað,
meðan mann venur, er fríandi,
sigur Maria Dahl, sum fleiri ferðir
hevur fingið áheitanir um at tekna
seg til Fitness Føroyar kappingina.
Enn hevur hon ikki teknað seg
til kappingina, tí hon hevur ikki
havt stundir til tað, men hon sigur,
at tað verður møguliga eina ferð í
framtíðini.
Kroppurin nógv broyttur
Maria Dahl hevur altíð verið kløn.
Hon sigur, at kroppurin er sera
nógv broyttur, síðani hon fór undir
miðvísu venjingina at fáa tímaglas
formin.
Hon greiðir frá, at rumpan er
broytt allarmest, og beinini sum
heild.
- Alt er blivið nógv størri. Fyrr
var eg bangin fyri at fáa ov stór
lør. Eg vildi bara hava rumpuna
at síggja stóra út og ikki beinini.
Men beinini fylgja við, og tað má
mann bara taka við og góðtaka,
sigur Maria, sum hevði kløn bein,
áðrenn hon byrjaði at venja.
- Tað eru lørini og rumpan, sum
eru broytt mest. Alt tað, sum er
komið afturat, er vøddar, sigur
Maria Dahl, sum ætlar sær at halda
fram við miðvísu venjingini.
Maria Dahl
Maria Dahl á Instagram
TEMA: Kvinnukroppurin