Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 17 Fullkomni afturparturin er hart arbeiði Tað er ikki løtuverk at venja rumpuna stóra og vøddamikla. Tað krevur miðvísa venjing fleiri ferðir um vikuna í tvey ella trý ár. Tað sigur Jessica Hallursdóttir, sum er persónligur venjari og arbeiðir í venjingarmiðstøðini Burn í Havn. MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO - Um tú byrjar at venja rumpuna, so skal hon nokk vaksa. Men tú skalt venja fleiri ferðir um vikuna í nógvar mánaðir og ár, áðrenn tú fært størri rumpu, sigur Jessica Hallursdóttir. Tað skilabesta hjá einum nýbyrjara er at venja einar tvær ferðir um vikuna og gera kanska tvær ymiskar venjingar við trim­ um umførum á 10 – 12 endur­tøk­ ur. Vektin, sum arbeitt verður við, skal vera 60 til 65 prosent av tí, sum mann klárar at lyfta eina ferð. Tað er tað, sum tey í venj­ingar­um­ hvørv­inum kalla one rep max. Fyri at økja vektina, sum mann klárar at lyfta eina ferð, kunnu venjingar gerast, sum eru 80 til 100 prosent av tí, sum ein megnar at lyfta eina ferð. Tað verður endur­ tikið seks ferðir. - Soleiðis verður tú sterkari, og kann alla tíðina gerast betri á tann hátt, greiðir Jessica Hallursdóttir frá. Eta ov lítið Ein stórt mistak, sum nógvar kvinn­ur gera, er at tær eta alt ov lítið. Tær vita ikki av, at tað ber ikki til at byggja vøddar, um ein ikki et­ur nóg mikið. Jessica Hallursdóttir greiðir frá, at fyri at byggja upp vøddar, er tað neyðugt at eta meira enn ta nøgd­ ina, ið krevst fyri hvørki at lætna ella fara fram. - Tað, sum ofta er trupulleikin, er, at konufólk eru á einum enda­ leysum kuri, har tær eta alt ov lítið, og so byggja tær ikki vøddar upp, greiðir hon frá. - Um ein hevur etið ov lítið í alt ov langa tíð, so fæst einki burtur úr venjingini. Venjingin fer bara til spillis. Tá er venjingin bara strongd fyri kroppin, uttan at tú fært nakað úrslit, sigur Jessica Hallursdóttir. Góðar venjingar fyri rumpuna Booty Builder maskinan, sum er tann einasta av sínum slagi í Føroyum, er ætlað til rumpu­venj­ ing­ar. Konufólk, sum venja í Burn, brúka maskinuna nógv. Tað ber væl til at gera nógvar aðrar rumpuvenjingar enn tær, sum kunnu gerast í Booty Builder mask­inuni. Á myndunum eru dømi um venj­ingar, sum er sera góðar fyri vødd­arnar í afturpartinum. Allar venjingarnar kunnu gerast við meira vekt og mótstøðu. Venj­ingar­klæðini draga fram tíma­glas­formin Enska klædnamerkið Gymshark, sum fór undir at selja klæðir til fittnessvenjing fyri seks árum síðani, hevur trífaldað søluna seinastu árini. Hjá Gymshark ber til at keypa venjingarklæðir, sum eru seymað soleiðis, at tey taka fram miðjuna og afturpartin. MILDRIÐ JACOBSEN MILDRID@SOSIALURIN.FO T að serliga við hesum venjingarklæðunum er, at tey hava aðrar litir undir rump­uni og á síðunum niður móti mjadn­ unum. Endamálið er at leggja áherðslu á tímaglasformin, sum so nógvar kvinnur tráa eft­ir í dag. Venjingarklæðini hjá Gym­ shark fáast ikki í Føroyum, men tey verða bíløgd ella keypt utt­ anlands, og tey verða sera nógv brúkt í venj­ing­ar­mið­støð­un­um her heima. Gymshark hevur selt fitt­ ness­venjingarklæðir fyri meira enn 120 milliónir krónur tey seinastu fýra árini, og roknað verður við, at sølan verður tví­ faldað tað komandi árið. 40 prosent av allari søluni er í USA. Fitnessvenjingarklæðini hjá Gymshark kunnu bíleggjast og verða send til meira enn 150 lond. Tað eru ikki bara ítrótta­ klæð­ini, sum fylgja rákinum, tá talan er um at draga fram tíma­ glas­kroppin. Tað ber eisini til at fáa cowboybuksur, sum lyfta rumpuna upp. Undirbuksir við innleggi í afturpartinum eru eisini at fáa nógvastaðni, og tað sama ger seg galdandi fyri nylonsokkabukur. Tað er eisini blivið sera modernað við buksum, sum sita tætt at kroppinum, og koma langt upp um mjadarnar. Tað er somuleiðis ein liður í at leggja dent á afturpartin og miðjuna.