hósdagur 15. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
18
Ímyndin av fullkomna kvi
Tað er einki nýtt, at
ímyndin av, hvussu ein
fullkomin kvinnukroppur
skal síggja út, broytist.
Soleiðis hevur tað verið
ta seinastu øldina. Hesi
árini hava kvinnur eitt
nú strembað eftir at vera
diddarak sum Twiggy
ella meira hyldligar
sum Marilyn Monroe.
Í dag verður dentur
lagdur á sterk bein og
vøddamiklan afturpart.
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
1950
Tað sæst aftur á kvinnukroppinum, at kríggið er liðugt. Tær
fara aftur til leiklutirnar sum mamma, kona og húsmóðir. Eitt
hyldligt skap við stórum barmi er ímyndin av kvennleika.
Stiletthælar koma inn í mótamyndina. Størsta fyrimyndin í
hesum áratíggjunum er Marilyn Monroe, sum brúkti klæðir
í stødd 42.
1940
Kvinnurnr mugu aftur átaka sær arbeiði hjá monnunum, tí
teir fóru í kríggj. Arbeiðslívið hjá kvinnunum sæst aftur í
ímyndini av kvinnukroppinum. Nú hava kvinnurnar vøddar
og breiðar herðar, og tær byrja at ganga í buksum. Síðst í
áratíggjunum verður aftur farið til tímaglaskroppin og
smølu miðjuna.
1930
Kvinnuliga útsjóndin verður aftur móti við serligum
íblásti frá sjónleikakvinnunum í Hollywood. Kreppan í
tríatiárunum sendir kvinnurnar aftur til kjøtpottarnar
og í tað gamla kynsmynstrið. Tað er kortini framvegis
umráðandi hjá kvinnunum at vera klænar. Teir fyrstu
klædningarnir til kvinnur koma fram við sjónleikakvinnuni
Marlene Dietrich á odda.
1920
Hetta tíðarskeiðið byrja kvinnurnar at uppføra seg meira
sum menn. Tær byrja at drekka, roykja og arbeiða. Tær
fara út á arbeiðsmarknaðin fyri menninar, sum verða
sendir í kríggj. Kjólarnir verða stytti, og nú eru beinini
í miðdeplinum heldur enn miðja og barmur. Hárið
er stutt, og tað er nakað dreingjaligt yvir teimum.
1910
Kvinnur verða meira frígjørdar, tá tær fáa atkvøðurætt, og
strømmu korsettini verða loysnað. Áherðsla verður kortini
framvegis løgd á tann kvinnuliga kroppin við smalari miðju.
TEMA: Kvinnukroppurin