Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 19 innukroppinum nógv broytt 2010 “Strong is the new skinny” verður júkað upp í saman aftur í hesum áratíggjunum. Nú er tað ikki longur nóg mikið hjá kvinnunum at vera klænar. Við vælvandum vøddum skulu tær eisini vísa, at tær eru sterkar. Talið á kvinnum í venjingarmiðstøðum økist í stórum, og tær eru eisini við í vakurleikakappingum, har tað ræður um at hava klænan kropp við vøkrum vøddum og ikki minst at hava ein vøddamiklan afturpart. Nú er tímaglasformurin við sterkum lørum, stórum, rundum afturparti og stórum barmi ímyndin av tí fullkomna kvinnukroppinum. 2000 Nú er umráðandi at vera kløn og sunn. Nógvar kvinnur venja fyri at verða klænar, men nú er einki til hindurs fyri, at tær hava vøddamikil lør og búkvøddar. Serliga ræður tað um at vera sunnur. Nógvar kvinnur venja, og útreinsing er eisini hægsti móti. Øll skulu vera fullkomin, og vakurleikaskurðviðgerðir eru fyri ein og hvønn. 1990 Nógvar kvinnur leggja seg framvegis eftir at vera klænar. Tær skulu vera so lítlar og klænar sum møguligt. Bretska modellin Kate Moss er fyrimyndin hesi árini. Kvinnurnar skulu helst líkjast smádreingjum og tær minna nógv um kvinnuímyndina, sum var í 1920-unum. 1980 Kvinnurnar fara av álvara út á arbeiðsmarknaðin. Kroppurin skal nú hava vøddar og kvinnur byrja at venja. Venjingardrotingin Jane Fonda er sera væl umtókt, og klæðir, sum liggja at kroppinum, eru móti. Kvinnurnar skulu hava breiðar herðar, smala miðju og smalar mjadnar. Og tær skulu eisini vera sólbrendar. Plastiskar skurðviðgerðir byrja at fáa fótafesti. 1970 Hóast kvinnurnar vóru dreingjaligar á at líta í sekstiárunum, so vóru tær framvegis í undirklæðum, sum formaðu og strammaðu kroppin. Í sjeytiárunum brenna kvinnurnar brósthaldararnar og lata hárið vaksa. Síðst í sjeytiárunum verður aftur kreppa og kapping um størvini á arbeiðsmarknaðinum, og kvinnurnar byrja aftur at gera meira við útsjóndina. Tær skulu vera klænar og langlimaðar. 1960 Nú vilja kvinnurnar vera klænar, og kvinnuliga skapið fer av móta. Lærstutt skjúrt eru væl dámt, tí klønu kvinnubeinini síggjast. Modellin Twiggy er tann stóra fyrimyndin.