hósdagur 15. februar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
20
HEINDRIKUR PRINSUR
EYÐUN KLAKSTEIN
H
ann kom til Danmarkar
sum tann næstan full
komni franski greiv
in – prinsurin á hvíta
hestinum, sum hevði vunnið
hjartað á vøkru krúnprinsessuni.
Henri. Væl útbúgvin og sjarmer
andi. Hevði ferðast og búð kring
heimin, har hann hevði lisið, virkað
og kríggjast.
Móttøkan í Danmark var heit
og hjartalig, men við tíðini tóktist
samband millum prinsin og fólkið
slítast nakað og í løtum tykjast
heldur møðsamt. Hann kendi
seg danskan, men varðveitti sín
franska uppruna og síni áhuga
mál. Hann dugdi illa at tosa danskt,
og tað var kanska størsti einstaki
meinbogin hjá honum í samband
inum við danskarar. Í summum
førum átti Heindrikur lut í, at hans
ara umdømið varð skalað. Hann
hevði stundum ilt við at standa í
skugganum av drotningini, hevði
viljað fingið heitið kongur, og mest
umtrídda stigið tók hann, tá ið
hann boðaði frá, at hann vildi ikki
jarðast undir liðini á konu sínari.
Stutt fyri midnátt týskvøldið
doyði hann umgyrdur av sínum
næstu og kæru.
Uppvøkstur og útbúgving
Heindrikur búði nøkur av fyrstu
barnaárunum í Franska Indokina,
har múgvandi pápin hevði fleiri
ídnaðarfyritøkur. Hann gekk í
barnaskúla hjá jesuittum í Bord
eaux og á miðnámsskúla í Cahors.
Í 1950 leitaði hann aftur til Fjar
eystur og læs á fronskum skúla í
tvey ár. Eftir tað læs hann løgfrøði
og stjórnmálafrøði á Sorbonne í
París umframt kinesiskt og viet
namesiskt á École Nationale des
Í Danmark høvdu nógv fólk trupult við at viðurkenna franska
prinsin við fremmanda tónalagnum. Henrik prinsur var stundum
tillátursgjørdur og happaður fyri vánaligan danskan málburð
og umstríddan atburð. Á vitjanum í Føroyum tóktist fryntligi
fraklendingurin njóta fríløtur við óhátíðarligum føroyingum
Franski Henri kom til Danmarkar sum ein elegantur franskur greivi, sum hevði vunnið hjartað hjá krúnprinsessuni. Hann var ein
sjarmerandi heimsborgari, sum tú við tíðini fekk eitt meira misjavnt og stundum møðsamt samband við danska fólkið
GREIVIN GJØRD
UMSTRÍDDUR P