hósdagur 15. februar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
21
Langues Orientales. Seinni læs
hann eysturlendsk mál í Hong
Kong og Saigon.
Heindrikur var í hertænastu
í Algeria frá 1959 til 1962, og eftir
tað starvaðist hann sum sendi
stovuskrivari á fronsku sendistov
uni í London.
Margretha og Heindrikur hitt
ust fyrstu ferð gjøgnum felags vinir
í London í 1965, men tað var í einum
brúdleypi í Skotlandi árið eftir, at
tað fór at renna saman millum tey
bæði. Í flogfari úr Skotlandi til
London eftir brúdleypshaldið prát
aðu tey aftur saman, og síðani hitt
ust tey í London og gjørdust par.
Eleganti og sjarmerandi franski
greivin var væl móttikin í Dan
mark, tá ið hann og Margretha
krúnprinsessa giftust á sumri í
1967. Henri, greivi av Monpezat
gjørdist Henrikur, prinsur av Dan
mark. Árið eftir fingu tey Fríðrik
krúnprins og í 1969 Joachim prins.
Síðani gingu bert fá ár, til boð
vóru eftir 31 ára gomlu krúnprins
essuni, tí pápi hennara, Fríðrikur
tann 9., doyði. 14. januar í 1972 gjørd
ist Margretha drotning í Danmark,
meðan Heindrikur prinsur varð
verðandi prinsur – og varð ikki
kongur.
Kærleikin og vónbrotið
Hjartaliga móttøkan sum Heindrik
ur prinsur – ikki heilt ólíkur James
Bond í útsjónd – fekk í Danmark
í sekstiárunum, gjørdist við tíðini
meira lunkað. Høvuðsorsøkin til
tað var helst, at Heindrikur ong
antíð lærdi seg danska málið, men
tosaði við týðiligum fronskum
tónalagi – tað kundi ljóða eitt sind
ur hjálparleyst og umboðaði ikki
tann vituga, væl lisnað og skemt
ingarsama fraklendingin.
– Hann kendi seg sum danskara,
men hann iðraði seg um, at hann
ongantíð lærdi seg at tosa danska
málið. ’Tað hevur skatt mítt um
dømi’, segði hann við meg, sigur
Stéphanie Surrugue, sum hevur
skrivað bók um Heindrik, við DR.
Hon heldur, at onkursvegna
fingu danskarar ta fatan av prins
inum, at hann við at tosa hálvbrotið
danskt ikki var áhugaður í landin
um og fólkinum, og tað var hann
keddur um. Jú, honum dámdi betur
foie gras og siglingarítrótt enn
livradeiggj og fótbólt, men hann
treivst væl í Danmark.
At Heindrikur prinsur misrøkti
danska málið, og ongantíð veruliga
kom á lagið, hevði við sær, at danska
kongshúsið seinni legði sera stóran
dent á, at útlendsku prinsessurnar
Alexandra, Mary og Marie skuldu
læra seg danskt so væl sum gjørligt
sum skjóast. Tað var ein lykilin til
at verða viðurkend av danskarum.
Tá í tíðini tóktst samanbresturin
millum danska og franska mentan
at vera størri, enn hann er í dag, og
tað var eisini Heindriki til ampa.
– Tá ið tíðini væntaðu fólk, at
hann bert hevði ein samleika, og
tað var tann danski, sigur Stéph
anie Surruge.
Samanbrestur
Gjøgnum árini hevur samleikin
sum danskur prinsur í skugganum
av drotningini fingið tað at prutla
undir lokinum av og á, og eisini
hetta hevur verið við til at geva
Heindriki heldur misjavnt umdømi
millum danskarar.
Heindrikur kom frá einari
konservativari, katólskari há
stættarfamilju, har hann sum elsti
sonur hevði serliga tignarstøðu.
Hann hevði gingið á kostskúla,
hann hevði ferðast nógv og lisið
í Fjareystri, hann hevði gjørt her
tænastu í Algeria og verið diplo
matur í Onglandi.
– Hann kom frá einari serligari
familju og hevði eina serliga støðu í
familjuni. Hann var føddur og upp
aldur til at skula leiða ognirnar hjá
familjuni víðari. Hann skuldi ganga
á odda og hevði stóran ans fyri
stigveldisskipanum, sigur Stépanie
Surrugue.
Tá ið Heindrikur kom til Dan
markar, hevði hann búð í metro
polum sum Hanoi, Hong Kong og
London, og hann hevði upplivað
kríggj í trimum heimspørtum.
– Tað var ein heimsborgari, sum
kom til Danmarkar í einari tíð, tá ið
danskarar ikki høvdu sæð stórveg
is av heiminum.
Heindrikur var greitt nummar
tvey í hjúnalagnum við donsku
drotningina, og hóast hann stund
um tosaði jaliga um hetta, gjørdist
tað alt meira greitt, at hann ikki
altíð treivst væl við tað. Hann
nevndi seinnu árini, at hann var
vónbrotin av, at hann ikki fekk
heitið sum kongur, men skuldi
vera prinsur í skugganum av drotn
ingini. Tað vakti ans, tá ið Heindrik
ur boðaði frá, at hann vildi ikki
jarðast undir liðini á konu síni, tí
tey vóru ikki javnsett. Tað var eitt
brot við eina 459 ára langa siðvenju,
og tað, sum ikki hevði verið, kom
tá. Prinsurin, sum stundum hevði
verið happaður, var mest sum
gjørdur til láturs fyri útsøgnina, og
eitt nú lýsti Ekstrablaðið Heindrik
sum kong í Danmark – í prikandi
spølni.
Tað var um hetta mundið,
at Heindrikur eisini hevði aðr
ar umstríddar útsagnir, og frá
greiðingin um, hví so var, kom
helst tann 6. september í fjør,
tá ið kongshúsið boðaði frá, at
Heindrikur hevði fingið staðfest
demens eftir drúgvar kanningar
og eygleiðingar. Avleiðingar av
hesum kundi verða skiftandi
atburður, víkjandi metingarevni og
broytandi samspæl við umheimin.
Í farnu viku varð Heindrikur inn
lagdur á Ríkissjúkrahúsið, har ein
góðkynjaður svullur og bruni varð
staðfestur í lungunum. Støðan hjá
prinsinum versnaði skjótt, hann
varð fluttur á Fredensborg slott,
har hann doyði seint týskvøldið
umgrydur av næstu familjuni
– drotningini og synunum báðum.
Stéphanie Surrugue spurdi í
einari samrøðu Heindrik um deyð
an, og tá svaraði hann soleiðis:
– Eg havi hugsað um deyðan
alt mítt lív. Ikki tí at eg havi verið
dapur í huga, men tí at deyðin fyri
meg er ein grundleggjandi treyt
fyri, at eg eri livandi. Uttan deyðan
einki lív. Einasti hátturin at koma
til sættis við deyðan er júst at siga
»deyðin finst«. Tað ger meg ikki
ræddan, deyðin er kravd leið.
Føroyskar fríløtur
Heindrikur prinsur vitjaði fyrstu
ferð í Føroyum í 1971, og samanlagt
hevur hann verið á tíggju almenn
um ferðum í Føroyum – hvørjaferð
saman við Margrethu drotning. Á
sumri 2016 var Margretha drotning
á vitjan í Føroyum uttan Heindrik,
sum tá hevði latið seg pensjónerað
frá almennum skyldum.
Føroyingum dámdu væl Heind
rik prins, og tað tóktist, sum hann
í Føroyum kundi njóta óformligar
fríløtur. Hann prátaði og skemtaði
við høg og lág, hann vísti áhuga
fyri Føroyum og innlit í samfelag
og søgu, og hann bjóðaði av í borð
tennis í Vestmanna.
– Heindrikur prinsur var ein av
hildin maður í Føroyum. Honum
tóktist at hugna sær og trívast
væl millum føroyingar. Ofta var
hann fúsur við einari knappari og
skemtiligari viðmerking, og altíð
vísti hann áhuga fyri føroyskum
viðurskiftum, sigur Aksel V. Jo
hannesen, løgmaður.
Undanfarin løgmaður er á bylgju-
longd við núverandi løgmann.
– Heindrikur fekk ikki altíð
so góða viðferð í miðlunum, men
hann var óalmindiliga fryntligur
og fyrikomandi og vitugur maður,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Ein annar fyrrverandi løgmaður,
Edmund Joensen, hitti fleiri ferðir
Hendrik prins og lýsir hann sum
sannan verðinsmann.
– Heindrikkur setti kulør á
Kongshúsið við sínum humor, og
hann talaði nógv mál – kinesiskt,
vietnamesiskt, franskt, enskt,
svenskt og týskt – so hann var ein
verðinsmaður við breiðum útsýni
um allan heim. Hann var lættur av
lyndi og góður at samskifta við, sig
ur Edmund Joensen.
Fyrrverandi borgarstjórin í
Klaksvíkar kommunu, Gunvá við
Keldu, var ein av teimum, sum
hevði Heindrik á almennari vitjan.
– Eg haldi, at fjølmiðlarnir til tíð
ir hava verið í so negativir og keði
ligir við prinsin. Hann hevði nógvar
góðar eginleikar, ein gentlemaður,
áhugaverdur at tosa við, fittur,
humoristiskur og visti nógv um
Føroyar. Eisini hevur hann givið
yrkingasavn út og var ein habilur
klaverleikari. Haldi, at hann átti
at fingið meiri rós, enn alt tað rís
hann fekk, og so mangan niður
gjørdur. Hóast tað, hevur hann
dugað ógvuliga væl at verið í sínum
leikluti, tvey fet aftanfyri konuna.
Tað kundu kanska nógvir føroyskir
menn lært, sigur Gunvá við Keldu.
Happaður
Miðlarnir á okkara leiðum hava
verið á tremur við umrøðu av
Heindriki prinsi, síðani hann and
aðist beint fyri midnátt týskvøldið.
Statsleiðarar og onnur hava latið
samkennandi útsagnir frá sær, og
eisini vanlig fólk hava gjørt við
merkingar á sosialu miðlunum.
Lars Løkke Rasmussen, for
sætisráðharri í Danmark, segði, at
lívið hjá Heindriki rúmaði øllum
heiminum.
– Frá uppvøkstri í Hanoi til mið
námsskúla í Cahors. Frá lestrartíð í
Saigon til hertænastu í Algeria. Frá
diplomatiskari yrkisleið í London
til at vera ein høgt virdur mið
depil fyri kongaligu familjuna í
Danmark. Hann meistraði danskt
skemt og sjálvspei. Hann var áhug
aður í fínari franskari matgerð,
var sjarmerandi og hevði skil fyri
skaldskapi, tónleiki og list. Við
sínum altjóða útsýni var við til at
lata eyguni hjá danskarum upp fyri
umheiminum, sigur Lars Løkke
Rasmussen.
Danska mentamálaráðfrúan
Mette Bock segði í sínari viðmerk
ing, at danskarar høvdu happað
Heindrik prins.
– Fólkinum dámdi ikki rættiliga
mannin. Hann var øðrvísi. Kom úr
einum øðrum landi. Lærdi ikki
rættiligt danskt, sum okkum dám
ar tað best. Og so hevði hann áhuga
fyri vakrari list – tónleiki, skurð
myndlist, myndalist, lesnaði. Nógv
løgið. Og so varð hann happaður.
Og tá hann so fór at siga frá ynsk
inum um at varðveita egnan sam
leika, var heilt galið, sigur Mette
Bock.
– Nú er maðurin deyður. Og
happararnir fara í dag floyma okk
um við minningarorðum um hetta
fantastiska menniskjað, sum var
spennandi, øðrvísi, brúsandi og sín
heilt egni. Hyklið fer ongan enda at
fáa, skrivar Mette Bock og rundar
av við hesum orðum um Heindrik:
– Eitt deiligt menniskja. Stór
persónsmenska. Púrasta sín egni.
HEINDRIKUR PRINSUR
FAKTA
Henri Marie Jean André,
greivi av Laborde de
Monpezat, var føddur
í Talence í Fraklandi
11. juni 1934.
10. juni 1967 giftist Henri
donsku krúnprinsessuni
Margrethu, og tá fekk
hann navnið Hans
Kongelig Højhed Prins
Henrik af Danmark.
Heindrikkur prinsur og
Margretha drotning fingu
tveir synir – krúnprinsin
Frederik og prinsin
Joachim – og tey eiga átta
abba- og ommubørn.
Í september í fjør fekk
Heindrikkur staðfest
demens, og hann var
álvarsliga sjúkur í lungunum
upp undir deyða sín.
Heindrikur prinsur doyði
á Fredensborg Slot
13. februar 2018.
Heindrikur prinsur spælir billard – hann tóktist
stórtrívast á vitjanum í Føroyum
DIST
PRINSUR