Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 22 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Rolf Guttesen Lektari Allir føroyingar vóru ímóti fríhandli ”Til Kongen. Samtlige Færøernes Almue har ved Tingenes Holdelse i Aar anmodet mig ved allerunderdanigst Ansøgning, at ansøge for dem, at den Handel som nu drives for Kongelig Regning heri Landet, fremdeles maatte vedblive, og ingen frihandel i dets Sted indføres” Ein nevnd varð sett at kanna Einahandilin Hví hevði Einahandilin árini 1781-1788 eitt stórt hall? Tað var tann stóri spurningurin, sum gjørdi, at ein nevnd varð sett 1. juli 1789. Bæði fútin Wenceslaus Hammershaimb og kommandanturin Ulricus Born fóru niður at taka lut í hesum nevndararbeiði. Teir fóru niður við Jubelfesten tann 13. oktober 1789. Nevndarálitið, sum kallast ein “Forestilling”1, kom longu tann 15. juni 1790. Hetta er eitt drúgt skjal upp á 32 síður. Tað førdi til, at ein kongalig “Forordning” – ein skipan – varð sett í gildi 13. august 1790. Eftir hesi fyribilsskipan var fastsett, at fríhandil skuldi koma í Føroyum frá 1. januar 1796. Frá 1749 til 1780 hevði handilin givið avlop. Men frá 1781 til 1788 hevði hann eitt stórt hall. Hetta komst av “den upassende Taxt”. Kornið, sum varð innflutt, bleiv selt ov bíliga, meðan hosupørini, sum føroyingar seldu í handlinum, blivu keypt fyri ov høgan prís. Hvussu kundi bøtast um hendan misjavna? Svarið var: “Frie-handelen bliver det sikkreste og bedste Middel.” Lagt verður eina við, at hetta skal gerast so, “hvorved dette Lands Producter og Beliggenhed kan komme saavel Indbyggerne, so heele Staten best til nytte.” Nevndin hugsaði eisini um, at fríhandil fór at elva til mótstøðu í Føroyum og nevnir fleiri ting, sum kunna gera seg galdandi. Millum annað: “Man vil sige, at Indbyggerne – som bestandig har levet ubekymret for deres Tilførsel – ved saadan Forandring vil blive aldeles Forstyrret i deres vante Levemaade.” Ein komandi fríhandil skuldi fyrireikast Nevndin hevði eina ætlan um, hvussu farast skuldi fram: “Planen lægges saaledes, at man strax frembringer en slags Konkurrence i mellem nogle Kiøbmænd, samt at der sørges for, at Indbyggerne i begyndelsen ikke savner den fornødne Tilførsel.” Um tær fyritreytir, sum nevndin ynskti at seta í verk, skuldu virka, so bar ikki til at gera tað í einum. Tann nevnda kappingin skuldi forða fyri, at tað kongaliga monopolið ikki varð avloyst av einum privatum monopoli. Tí var neyðugt at gera nakrar fyrireikingar. “Skulde nu Handelen paa en Gang friegives, saa vilde Priserne paa alle Varer saa meget forandres, at Indbyggerne derved i Begyndelsen vilde lide alt for meget.“ Viðvíkjandi prísbroytingum, sum teir vænta fara at koma, verður sagt, at higartil eru ávísar vørur seldar til undirprís. “Der findes adskillige artikler i blandt Kargason2 Varer, som hidtil have været i saa lav Pris, i Forhold til det de virkelig koste, at vii ikke paa engang tør foreslaae den Forhøjelse, som virkelig passer til Omstændighederne.” Teir nevna timbur, múrstein, onglar og aðrar “nyttige” vørur. Tað prinsippið, sum teir ætla at brúka til at prísseta vørurnar í handlinum, er at rokna eitt 5-ára miðal av prísinum í fríum handli. Viðvíkjandi “Retour Varer” rokna teir við, at nakrar fara at hækka í prísi. “Fiær, Tælle, Fisk og Tran kunde næsten forhøjes til det dobbelte, og dette ansees at være meget fordelagtigere for Landet.” Teir vænta eisini, at fiskaríið “…skulde betydelig tiltage, hvilket vil blive en sag af yderste Vigtighed.” Alt hetta við tí fyri eyga, at “Friehandelen derved skulde forberedes.” Nýggju konkret uppskot Í nevndarálitinum vóru fleiri uppskot, sum skuldu fyrireika fríhandilin. Nevnast kunnu: betri ullvøruframleiðsla, meira dent á kolagrevsturin, møgulig søla av almennari jørð, geva premiu fyri eplavelting, topografisk uppmáling av landinum, ein skúlaskipan og fleiri onnur. Í lógaruppskotinum verður sagt, at handilin, til hann endaliga verður givin fríur, skal rekast av kongi sum higartil, men at tann gamla taxtskipanin frá 1691 skal avtakast og nýggj koma í staðin. Um lógina, sum kom burtur úr nevndararbeiðinum Uppskotini í nevndarálitinum vóru flestøll skjótt skrivað í lóg, sum kallast “Forordning om en nye Interims Indretning med Handelen for 5 Aar, Frederiksberg Slot 13. August 1790.” Í innganginum verður sagt: “Saa ere Vi allernaadigst til Sinds, fra den 1. Januar 1796 af, aldeles at ophæve den monopolistiske Handel paa Vore Eilands Færøerne, og at frigive samme for samtlige Vore Undersaatter.” Men til tann dagurin upprennur, verður skipanin sum higartil við ymsum smábroytingum: “Saa vilde vi Vi for Vor egen Regning og med den hidtil gieldende monopolistiske Rettighed endnu til Aarets Udgang 1795 lade fortsætte den nyværende Handels-Indretning.” Tann nýggi taxturin skuldi koma í gildi beinanvegin, tá ið lógin var lýst. Tað nýggja var – sum longu nevnt - at prísirnir skuldu nærkast marknaðarprísunum. Tó varð prísurin á korni og øðrum neyðsynjarvørum settur niður um hetta miðaltal. Ein annar partur av lógini er um vekt og mál, sum Hendan tíðargreinin varð gjørd og prentað í Frøði.