hósdagur 15. februar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
23
verður standardiserað, og øll galdandi
mál vera definerað í mun til ein danskan
standard.
Lán til skipabygging
Ein grein hevur ein serligan boðskap,
tá ið hugsað verður um teir praktisku
møguleikarnar at seta nakað nýtt á stovn.
Stjórnin vil geva lán til at keypa fiskiskip:
“De der paa Færøerne ville drive
Fiskerierne i det Store, og til almindelig
Brug indføre bedre Virkningsmaader end de
hidtil brugelige kunne vente, at dem dertil
skal vorde forundt særdeles Understøttelse
efter Omstændighederne. ”
Longu árið eftir, í 1791, søktu 3 mans,
Samuel og Johan Egholm og Peder Hansen
(Skipar Hansen) um 900 Rbd. til at keypa
skip fyri3. Teir keyptu eina galeasu De trende
Brødre, sum var 23 ½ kommercelestir.
Men gakk - eingin fríhandil
kom. Hví ikki?
Fríhandil skuldi eftir “Forordning 1790”
koma í 1796. Men hann kom ikki. Søgufólk
hava higartil havt ymsar frágreiðingar.
Mortensen4 hevur hesa meting av støðuni:
“Onkur kundi hildið, at tílíkt tilmæli um
avtøku av kongaliga einahandilinum varð
fagnað við gleði av føroyingum. Nú kundi
umsíðir tykjast at fara at lýsa fyri betri
tíðum. Men hvar finna vit orð fyri slíkari
gleði? Ongastaðni.”
Mortensen endurgevur eina adressu frá
umboðum í Eysturoynni. Teir biðja Kaptain
Born um at leggja hetta mótmælið fyri kong.
Hetta var undirskrivað í 1789, tað er áðrenn
nevndararbeiðið var byrjað.
Jakobsen5 hevur eina langa frásøgn um
klagur, sum hava verið um ymist í Tinganesi.
Tí undrar tað hann, at tá ið tilboðið um
fríhandil kom, so vóru landsins íbúgvar
ímóti.
Debes6 nevnir, at eysturoyingar hava
mótmælt, og sigur: “Nú vóru krígstíðir –
byrjanin til napoleons-kríggini – sum gjørdi
Føroyasiglingina vandamikla, og ringar
tíðir sum heild.” Tó, Danmark var ikki uppi í
nøkrum kríggi7 millum 1720-1801, men førdi
ein neutralitetspolitikk, sum landið fekk
fyrimun av. Tíðin kallaðst tann florisanta8
periodan.
Tað, sum avgjørdi lagnuna hjá
fríhandilslógini, var hvørki ringar tíðir,
kríggj ella ein adressa frá eysturoyingum.
Tað var eitt bræv, sum higartil ikki hevur
verið frammi, skrivað av sorinskrivaranum
vegna “Samtlige Færøernes Almue.”
Sorinskrivarin Lauritz Olsen
skrivar “Til Kongen”
Tá fyribilsskipanin hevði verið í gildi í 5 ár,
var komið fram til 1795, og komandi nýggjár
skuldi fríhandilin taka við. Men á umreisuni
hjá sorinskrivaranum at halda várting í 1795
bøna íbúgvarnir hann um at skriva til kong,
so fríhandilsætlanirnar verða steðgaðar.
Brævið9, sum sorinskrivarin Olsen setur
saman, er bæði klárt og upplýsandi um
støðuna. Eg meti, at hetta bræv ‘Til Kong’,
sum ikki hevur verið frammi fyrr, hevur
verið avgerandi fyri at útseta fríhandilin.
Inngangurin ljóðar soleiðis:
Thorshavn i Færøe den 14. august 1795.
Til Kongen
Samtlige Færøernes Almue har ved
Tingenes Holdelse i Aar anmodet mig ved
aller-underdanigst Ansøgning, at ansøge
for dem, at den Handel som nu drives for
Kongelig Regning heri Landet, fremdeles
maatte vedblive, og ingen frihandel i dets
Sted indføres, saasom de befrygter ved
saadan Forandring deres Ødelæggelse og
Undergang. –
Man kann út frá hesum siga, at vártingini
úttalaðu seg, og øll vóru samd. Vártingini
vóru tann mest representativi stovnur,
sum var tá. Tey úttala seg sum: “Samtlige
Færøernes Almue. “ Í brævinum til Kong
greiðir sorinskrivarin eisini frá, hví støðan
er, sum hon er, og hvat ið eigur at verða
gjørt, fyri at fáa landið á føtur aftur. Tey
5 punktini, sum hann nevnir og viðger,
eru hesi: Agerdyrkningens forbedring,
Indbyggernes formering, Hegns Opførelse,
Jordæblernes Avling, Uldens fordelagtigere
Forarbejdelse.
Hann endar við eini samanfating, har
hann gevur eitt boð uppá, hvønn kapital tað
fer at krevja, 30 til 40 000 Rdl, tá man fer undir
fríhandil. Havast kann í huga, hvussu torført
tað hevði verið hjá føroyingum at tikið lut
í fríhandli tá. Brævið frá Sorinskrivaranum
endar soleiðis:
Allernaadigste Konge!
Kort! Uden Landet i forveyen, som vidst
er muelig, bringes i den Forfatning, at det
behøver mindre Provianter tilført, er det
ulykkeligt med Frihandel. –
Paa foranførte Grunde beeder jeg
eenstemmig med samtlige Færøernes Almue,
at de for nærværende Tiid for Frihandel
maae være forskaanede, men derimod at den
som nu maae vedblive, indtil Landet maatte
kunde blive tilveye bragt bedre kræfter, til i
dette Fald at modtage Forandring. –
Een allernaadigst Bønhørelse forventes,
Allerunderdanigst af L: Olsen
Kongur svarar
Hetta bræv frá Lauritz Olsen, sorinskrivara,
meti eg at vera tann avgerandi steinin, sum
forðaði fyri fríhandli í 1796, tí kongur tók
undir við hesi áheitan úr Føroyum og útsetti
fríhandilin fyribils. Rentukamarið skrivar10
‘efter allerhøyeste Befaling’:“Paa Grund … af
Indbyggernes allerunderdanigst indgivne
Ansøgning om, at Handelen der i Landet
maatte fremdeles drives for Hans mayestæts
Regning…”
Í hesum umfari kom sostatt eingin fríhandil
í 1796 orsakað av fólksins umbøn til kongs.
Keldur:
Debes, H.J. 2000: Føroya Søga 2. Tórshavn
pp 20-51 in: Fróðskaparrit vol 61
Jakobsen, J. 1966: Poul Nolsøe, Lívssøga
og irkingar. 2. útg. Tórshavn
Johansen, H.C.191: Danmark i Tal, pp 11-164
In Danmarkshistorie, bind 16. København
Mortensen, A. 1955: Yvirlit yvir
søgu einahandilsins,
pp 7-76 in Joensen 1955. Tórshavn.
Nolsø P.J. 1963: Føroya Siglingarsøga
Bd 1. 1000-1856. Tórhavn
Ikki prentað:
Forordning 1790: “Forordning om den
nye Interim Indretning med Handelen
paa Færøerne for 5 Aar”. Frederiksberg
Slot 13. August 1790. <History.fo>
RA-3: Rigsarkivet: “Allerunderdanigst
Forestilling angaaende Udfaldet
af den Færøiske Handel”, Den
færøeske Handelskommission.
Kopibog1790A – 1815 B, sag nr 1 og 5
RA-5: Rigsarkivet: “Til Kongen”,
Rentekammeret. Afskrifter af eller
koncepter til forestillinger vedr.
Færøerne og Grønland, lnr 373.12,
RA-6: Rigsarkivet: “Hans Kongelige
Mayestæt til Danmark og
Norge, Præsidiet, Deputerede og
Tilforordnede i Rentekammer-
Collegio”.Rentekammeret.1773- 1848.
Afskrifter af eller koncepter.