hósdagur 15. februar 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
26
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
2. partur
T
að er áhugavert at kunna
lýsa tey fólk, sum stóðu
fyri ungmannafelagn
um Merkið, tí hesi fólk
eru ikki so kend í dag. Ein tann
fremsti í felagnum fyrstu árini
var Jacob Jacobsen, vanliga kall
aður Sjabokk.
Jacob var abbasonur Jacob
Jacobsen á Kamarinum, vanliga
kallaður Koppa Jákup, sum var
stjúkpápi D.J. Danielsen, kendur
frá Congosøguni.
Jacob var føddur í 1920 og var
tískil 20 ára gamal, tá ið Merkið
varð sett á stovn.
Hann var javngamal við Willi
am Heinesen. William helt Sjab
okk hava góðar gávur og hevði
spurt hann, um hann ikki eins
og javnaldrarnir Jørgen Frants
Jacobsen og Christian Matras
fór niður at lesa. Nei, hann skuldi
vera prentari eins og abbin. Hann
gjørdist eisini heilt ungur stjóri
á prentsmiðjuni Fram, sum m.a.
prentaði Tingakross.
Men av onkrari orsøk fór hann
haðani miðskeiðis í tjúgunum, og
hann flutti til Noregs at arbeiða. Í
Noregi bleiv hann giftur og bleiv
verandi í Noregi.
Saman við Sverre Stove, kendur
blaðmaður og politikari, sum
hevði føroyskar røtur, gav hann
í 1944 út frálíku frásagnarbókina
Færøyane. Hann skrivaði eisini
greinir í Varðanum, sum skjótt er
tøkur hjá øllum, nú Varðin verður
talgildur.
Hann var eina ferð spurdur,
um hann átti nógvar bøkur, “Nei,
einar 14-1500.” Tað helt hann ikki
vera nógv!
Hann eigur eisini part í søguni
um føroysku Bíbliuna, sum var
týdd av Victor Danielsen.
Henda Bíblian skuldi prentast
í Noregi í 1940. Sum føroyingur
í Noregi var ætlanin, at Sjabokk
skuldi rættlesa endaliga tekstin.
Men hetta gjørdist av ongum, tá
ið Týskland hersetti Noreg í 1940.
Í 1949 varð Bíblian loksins prentað
í Føroyum.
Sjabokk doyði í 1984, 84 ár
gamal. Hann og konan vóru barn
leys.
Fundaðust á háskúlanum
Tey fyrstu árini hevði Merkið sín
ar fundir á Háskúlanum. Hetta
vóru rík ár, merkt av mentan og
framburði. Tá vóru háskúlafólkini
og næmingarnir vanliga við og
fundirnir vóru hugnaligir og há
tíðarligir. Og limatalið øktist.
Her skulu nevnast nøkur av
teimum evnum, sum vóru frammi
á fundum í Merkinum. Hetta sigur
nakað um, hvat ið fólk høvdu á
lofti í Havn fyri út móti 100 árum
síðani
Skrivimálið
Á fundi 3. juli 1920 hevði Jacob
Jacobsen eina stutta frágreiðing
um skrivimál okkara. Hann helt,
at vit áttu at broytt tað eftir teim
reglum og á tann hátt, sum Dr.
Jacobsen og aðrir høvdu ásett í
teirri kommissión, sum í 1893 varð
sett viðvíkjandi hesum máli. Men
hesum fekk hann ikki viðhald í.
Tað undrar eisini, at hetta mál
verður tikið upp nú. Tað hevði
fleiri ár frammanundan syndrað
Føroyingafelagið.
Seinni varð skipað fyri einum
skeiði í móðurmálinum. Tað skuldi
verða hildið av M.A. Jacobsen. 14
felagar teknaðu seg.
Spiritistiskir leikir
Á fundi 17. Juli 1920 las Jákup av
Skarði upp sjónleikin Høvdingar
hittast, sum var skrivaður av Ras
mus Rasmussen, á Háskúlanum.
“Hesin óføra vakri sjónleikur
greiðir frá bardaganum millum
Trónd í Gøtu og Sigmund Brestis
son, millum gamla sið forfedranna
og nýggja “kulturin”. T.v.s. gongdin
frá gomlu norrønu gudalæruna og
til kristindómin.
Teir kvinnuligu felagarnir vóru
so hugtiknir av hesum undur
vakra sjónleiki, ið er væl fyltur
av gandi og tílíkum, at tær aftaná
upplesturin fóru at spæla ymsar
“spiritistiskar” leikir.”
Ein kann undra seg yvir, hvat ið
liggur í hesum seinasta.
Mótin á skránni
Á fundi 28. september 1920 legði
Johan E. Mikkelsen fram eitt upp
legg um “Siðir”.
Hann fór illa við konufólka
mótum. Genturnar svaraðu aftur
og fleiri mannfólk løgdu upp í, so
kjakið var rættiliga lívligt. Mest
sum allir óvanar vóru havdir á
lofti, so sum smøl skjúrt, hatta
nálir, skógvar við høgum hælum
og slipsanálir.
Tá ið kjakið var liðugt, greiddi
formaðurin frá, at felagið hevði
sent ein krans á grøvina hjá Jens
Oliver Lisberg, ið var deyður stutt
frammanundan. Til henda krans
hevði stjórnin latið gjørt eitt
hvítt, reytt og blátt band, litirnar
á Merkinum, har tað var prentað á
Stokkut var starv títt
Stórur var missur
Vær skulu varðveita vinar minni
Ungir alvar Føroyalands
Seinni fekk felagið eitt takkarkort,
sum ljóðaði so:
Hjertelig tak for udvist Deltagelse
ved vor kære Søns Begravelse.
H.O. Lisberg og Hustru.
Tað var Jens Oliver Lisberg sum
saman við Janus Øssurson og
Paula Dahl skaptu Merkið.
Ófrættakendur
sjónleikur og yrking
Á fundi 27. oktober 1920 las Hans
Andreas Djurhuus upp ymiskt,
sum hann hevði skrivað. Fyrst kom
sjónleikurin “Eitt ódnarkvøld”,
sum var ein tungur og myrkur
sorgarleikur, har ein gomul kona
sær ymsar menn sjólátast og
ganga aftur. Fleiri av teimum, sum
lurtaðu eftir upplestrinum, sótu
við gráti í hálsinum av ræðslu.
Fyri at minka eitt sindur um
hesa ræðslu las skaldið aftaná
nakrar óføra stuttligar yrkingar.
Á fyrsta fundinum í 1921 las
Símun av Skarði yrkingina Terje
Vigen. Henda óføra vakra yrking
greiðir frá tíðini um 1800, tá ið
bardagi var millum Ongland og
Danmark. Allir limir vóru hug
tiknir av hesi yrking, ið var væl
upplisin.
Men hetta var nú eisini ein
syrgilig søga um hungursneyð í
Noregi.
Um gudalæru og Finnland
Tann 5. mars 1921 helt próst Dahl
eina góða og læruríka røðu fyri
okkum, mest um teir gomlu for
fedrar okkara og teirri gomlu
gudalæruna. Hann greiddi frá
hugsunarhátti forfedranna og
fortaldi mangt og hvat frá teirri
gomlu tíðini. Hann endaði røðuna
við, at hann helt at henda hugsan
forfedra okkara var verd at fylgja
enn á døgum.
Tann 10. mai 1921 greiddi Hans
Tað er áhugavert, hvat ið upptók fólk í Havn fyrst í
tjúgunum. Hetta sæst í gerðabókini hjá Merkinum.
KONUFÓLKAMÓTI VAR
EISINI Á SKRÁNNI
Ungmannafelagið Merkið:
Jacob Jacobsen,
Sjabokk, 1900-1984
Sjabokk og Jens Hansen á útferð í Nólsoy við Merkinum.