Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 27 Komandi partur Í komandi parti verður úr søguni hjá Betesda um tá ið Jógvan Gerðalíð gjørdi sítt til at varðveita Kingosangin í Tjørnuvík Andreas Djurhuus frá um Finn­ land, og hvussu finnar høvdu liðið und­ir russiskum ræði. Men stóri spurningurin var um eina ætlaða útferð til Kolla­fjarða­ dal. Hesin var um teir umframt Merkið eisini skuldu hava Danne­ brog við. Tað varð atkvøtt og meiri­ luti var fyri eisini at hava danska flaggið við. Merkið á skránni Tann 15. mai 1921 verður endurgivið bræv til Gøtu Lestra- og Kjakfelag, sum eisini lýsir virksemið hjá felagnum. Her stendur: “Sum teim flestu kunnugt hevur hitt føroyska studentafelagið í Keyp­mannahavn sett saman eitt nýtt uppskot til Føroya merki. Eins og hini bæði norðurlendsku merk­ini, hitt íslendska og norska, er hetta merkið sett saman av lit­ un­um blátt reytt og hvítt... Fyri á skjótasta og besta hátt at fáa Føroyingar at taka við hes­um merki ætlar hitt føroyska Stud­ enta­felagið at fáa øll Føroya ung­ manna­feløg at taka tað til felags­ merki teirra. Vit undirritaðu ung­mannafeløg Ljómin í Skálavík og Merkið í Havn hava eftir sam­ røðu við Studentafelagið tikið teirra merki til felagsmerki og hava somuleiðis tikið upp starv teirra fyri hesum merki. Vegna hesum og tí vit vita, at Gøtu Lestra- og Kjakfelag er eitt gamalt og roynt felag loyva vit okk­um at venda okkum til tykkara við bøn um, at tit taka áðurnevnda merki til felagsmerki tykkara. Fyri kortum hevur ung­manna­ felagið Royndin í Nólsoy eisini kannað sær hetta prýðiliga merki til felagsmerki, og teir eru hugaðir at virka saman við okkum. Tí er ætlan okkara at fáa í lag eitt samarbeiði millum hesi fýra fel­øg, soleiðis at hvørt av teimum vel­ur sendimen sum á einum fundi t.d. um 20. juni í ár kunnu sam­røðast um, hvat meira kann ger­ast viðvíkjandi hesi sak og øðr­um felagsarbeiði unglingana mill­um her á landi.” Tann 16. mai var fundur, har nevndin hevði boðið E.A. Pet­er­ sen, formann í felagnum Vitin i Funningi og Johan Kalsoy, for­ mann í felagnum Norðlýsið við Gjógv, til fundar. Teir fingu frágreiðing um ar­ beið­inum fyri merkinum. Teir báð­ir greiddu frá, at teir sjálvsagt ikki tá kundu binda feløgini til nakra støðu. Nógvir limir vóru til skips. Men teir vildu fegin virka fyri hesum máli og skuldu lata frætta frá sær. Ætlaði fundurin tann 20. juni varð av ongum, og nýggjur fundur varð settur til at vera á ólavsøku. Tað, sum tykist at vera komið burtur úr fundinum á Ólavsøku, er eitt uppskot um eitt meginfelag fyri ung­mannafeløg, sum skuldi eita Føroya Brandur, har enda­ málið millum annað var at arbeiða fyri móð­urmáli okkara, so tað bæði munn­liga og skrivliga má kom at njóta fullan rætt á tingi, í rætti, í skúla og almennum viðurskiftum. Eisini skuldi starvast fyri at vekja hug hjá ungdóminum í Før­ oyum til samanhalds og sam­ar­ beiðis fyri fosturland sítt, m.a. á tann hátt, at øll feløg inn­an lands­ felagið hava sama felags­merki. Hetta felag er í hvussu er ikki stovnað undir umrødda navni. Men hetta er helst fyrsta stig til seinni at endurstovna Føroya Ung­manna­feag, sum hevði verið virkið frá 1912-1915 og var sovnað aft­ur. Føroyar og Írland Á fundi 8. juni 1921 helt Rasmus Ras­mussen fyrilestur um Føroyar, hvussu hesar smáu oyggjar okkara vóru blivnar til, og hvat tilfar er í teim­um. Hansara frágreiðing var ógvu­liga klár og týðilig. Her kann skoyt­ast uppí, at sonur hansara, Jóannes, bleiv okkara fremsti jarð­ frøðingur. Tann 13. september hevði Sím­ un Pauli úr Konoy, lærari í Gøtu, framløgu um írar og teirra stríði fyri at vinna sær sjálvstýri. Hann greiddi frá, hvussu Ong­lendingar hava gingið fram móti írum í øllum teimum árum, Írland hevur verið undir enskum stýri. Men hann greiddi eisini frá, hvussu írar hava barst, stundum við vápnum móti Onglandi. Síðst greiddi hann frá hesum síðsta stríðn­um, og hann helt, at nú máttu írar fara at fáa tann rætt, teir so leingi høvdu barst fyri. Fundur var lokin kl. 11 3/4 , og tað vóru ikki júst onglandsvinir, ið gingu sær heim í Havnina hesa nátt. Danir skuldu ikki fara við staðarnøvnunum Tann 27. september tosaði Jóannes Patursson um felagslívið í Før­oy­ um, um siðir, føroyskan og út­ lendsk­an dans og staðarnøvn. Hann helt m.a. at eitthvørt ung­ manna­felag í Føroyum átti at havt “savn­ing av staðarnøvnum” á sín­ um programmi. Tað vildi verið stór skomm fyri føroyingar, um út­lend­ ing­ar skuldu komið higar at savna tey, so teir kundu farið niður aftur at rósa sær av tí stóra “fundi”, teir høvdu gjørt í Føroyum. Tann 20. desember greiddi Jacob Jacobsen frá um Havnina. Tað ansaðu øll, at hann hevði góð­ an kunn­leika til hetta evni. Fyrst greiddi hann frá, hvussu Havn­in sá út i 1700, og hvussu hon síð­an var vaksin. Síðani greiddi hann frá hvussu húsanøvn sum Funn­ ings­stova, Fútastova, Stóra­stova og mong onnur vóru uppkomin. Aftaná hesa sera forvitnisligu røðu varð ein sangur sungin og heim var farið kl. 12. Prenting og bókmentasøga Nú er so komið inn í 1922. Tann 15. mars var aðalfundur. Formaðurin greiddi frá, at vegna sponsku sjúkuna hevði ikki verið møguligt at halda fund í longri tíð. Tann 12. apríl greiddi Jacob Jacob­sen frá prent­ingar­kunst­ in­um frá Gut­en­bergs døgum og til okk­ara tíð, serliga um fyrstu prent­smiðjuna her á landi, ið gjørd var av Niels Winther í 1851. Tann 3. mai helt M.A. Jacobsen røðu um bókmentasøgu okkara, ser­liga um granskaran J.C. Svabo og hjálparmenn hansara Jo­ hannes í Króki og Jacob Nolsøe. Ser­liga dvaldi hann við hin danska prestin, Jensen, ið fyrst var kennari við realskúlan í Havn og síðani í Sandoy, og sum seinni hevði so stóran ans fyri før­oysk­ um andslíví og gjørdi so sera nógv fyri at goyma kvæði og onnur forn­aldar­minni. M.A. Jacobsen ætl­ar at skriva eina bók um henda mann. Tann 22. mai var bræv komið frá Páll Patursson í Kirkjubø, har hann boðar frá, at innbjóðing var komin frá Bondeungdomslaget í Oslo um at luttaka í eini dansi­ stevnu. Samtykt varð, at tveir nevnd­ ar­limir skuldu fara til Kirkjubøar at frætta meira um hetta. Tann 13.9 helt J.E. Michelsen røðu um fugl í Føroyum. Røðan var bæði áhugaverd og greidlig um all­an tann hópin av fugli, ið livir á landi okkara og sjógvi og um ferðir hans­ara aftur og fram. Arvurin frá Havnar Ungmannafelag Tann 27. september greiddi M.A. Winther frá tí gamla Havn­ar Ung­ mannafelag, sum hann sjálv­ur hevði verið við til at stovna. Sam­ stundis gav hann okk­um nakrar sera for­vitnis­ligar leið­bein­ingar og á­varingar viðvíkj­andi ung­manna­ felags­arbeið­inum. Hann segði frá, at hetta gamla ungmanna­ felagið átti eitt gott bóka­savn og um 800-1.000 krónur í spari­kass­ anum, sum skuldi gevast til eitt ung­manna­felag í Havn við sama enda­máli, sum hitt gamla felagið. Tí ráddi hann okkum til at fáa fat­ ur í hesum, tí felagið Merkið var ein­asti rætti arvingur. Júst hetta skapti orðadrátt í Merk­inum, tí tað vísti seg seinni, at hesin peningur var farin til sjón­ leik­arfelagið og sjón­leik­ar­húsið. Hesir tríggir Jens Oliver Lisberg, Janus Øssurson og Pauli Dahl myndaðu føroyska merkið Føroyska studentafelagið í Keypmannahavn reisti Jens Olivuri Lisberg hendan gravstein. Hann doyði longu 23 ára gamal. Á steininum stendur: “Ungur fórt tú felagsbróðir, tú var drongur aðalgóður.” Skúvoyarbáturin Sigmundur hjá Johan Hentze var fyrsta farið, sum sigldi undir føroyskum flaggi, sum hann hevði fingið úr Keypmannahavn frá systir síni, Sunneva.