hósdagur 15. februar 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
28
TRÓNDUR ARGE
V
ÍF og Kyndil hava
samanlagt bara tveitt
níggju stig í lands
kappingini. Flest av
teimum er follin í innanhýsis
dystum millum oddaliðini. VÍF
og Kyndil eru greitt bestu liðini
í kvinnudeildini í løtuni. Tí er
talan um eina dreymafinalu hjá
kvinnunum. Tey tey bestu liðini í
kappingini møtast til eina uppgerð,
og tað er vónleyst at velja annað
liðið framum hitt sum favoritt.
Finalan kvinnur:
Kyndil – VÍF
Vegurin til finaluna:
Kyndil: Koma víðari uttan
dramatikk. Vinna við 10 og
11 í tveimum teimum fyrstu
dystunum. Kyndil er víðari sum
1-ari, tá VB kemur á vitjan í triðja
dystinum í bólkaspælinum, men
vinna alíkavæl. Í hálvfinalunum
kemur Kyndil heldur lættliga
víðari móti H71. Longu aftaná
eitt korter av fyrru hálvfinaluni
í Hoyvík er Kyndil á odda 8-0.
Tær vinna rímiliga greitt báðar
dystirnir og koma sannførandi
víðari.
Úrslit: (Bólkaspælið) Kyndil –
Stjørnan 31-21, StÍF – Kyndil 21-32,
Kyndil – VB 29-26 (Hálvfinalurnar)
H71-Kyndil 19-31 og Kyndil-H71 33-23
Lyklaspælari hjá Kyndli:
Maja Dragoljubovic
Royndi málverjin úr Serbia hevur
verið við til, at gera Kyndil meiri
støðugt. Verjan hjá Kyndli er sterk,
men spælir Maja Dragoljubovic
væl, so er grundin løgd undir
einum sigri. Hon hevur gjørt tað
fyrr. Millum annað í fjør, tá hon
bleiv vald til besta spælaran í
steypafinaluni.
Vegurin til finaluna:
VÍF: Kom í hálvfinaluna næstan
uttan at sveitta. Vinna fyrst við
níggju málum á H71, fyri síðani
at vinna heili 47-13 á næstbesta
liðnum hjá VÍF. Tær hava næstan
ikki sett stig til í ár. Tað er eitt
sunt tekin, tí tað er bara í tí eina
dystinum móti Kyndli, at liðið ikki
hevur spælt væl. Í hálvfinalunum
er heldur ikki nógvur spenningur,
hóast tað sjáldan er lætt at spæla
í Vági. VÍF vinnur við tíggjum
málum. Tá er allur ivi burtur.
Úrslit: (Bólkaspælið) VÍF – H71
27-18, VÍF 2 – VÍF 13-47, VÍF – Neistin
31-25 (Hálvfinalurnar) VB-VÍF 28-28,
VÍF-VB 25-23
Lyklaspælari hjá VÍF:
Marianna H. Jacobsen
Liðið hevur fleiri spælarar, sum
hava stóran týdning fyri liðið,
men til finaluna verður neyðugt
at fáa skotið nøkur mál í fyrru
hálvfinaluni, so útgangsstøðið
verður gott til seinna dystin. Tá
verður brúkt fyri Mariannu H.
Jacobsen og Liljuni Djurhuus,
sum skulu vinna dystin á Maju
Dragoljubovic.
Vit tippa: Kyndil
vinnur – við einum
Her er ongin munur á liðunum. Tey
eru eins sterk og tað finalan helst
eisini at vísa. Tað verða teir heilt
smáu lutirnir, ið koma at avgera
dystin. Tí kann Kyndil hava ein
fyrimun í, at tær hava spælt saman
leingi og hava roynt at vunnið bæði
steypafinalur og FM-finalur.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ÍTRÓTTUR: Hondbóltur
Steypafinalan hjá kvinnum verður millum oddaliðini í landskappingini, VÍF og Kyndil. Hetta
er dreymafinalan fyri 2018, tí onki annað lið kann spæla upp í móti hesum báðum
DREYMAFINALAN
Steypahondbóltur: