hósdagur 15. februar 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
29
TRÓNDUR ARGE
T
að er nokk ongin ivi
um, at talan verður um
ein harðan dyst, tá H71
og Kyndil renna inn á
vøllin klokkan 16 í morgin. H71
hevur munin seinnu árini og á
stigatalvuni, men Kyndil tykist
hava funnið rættað spælið til røttu
tíð.
Tað góða við hesi finaluni er, at
bæði liðini eru at kalla fullmannaði
og hava breiðan hóp. Tí kann hetta
væl blíva ein dystur, sum verður
avgjørdur á bokinum, tí báðir
venjararnir hava nógv kort at
spæla við.
Finalan menn:
Kyndil – H71
Vegurin til finaluna:
H71: Spældi sær av við fyrsta
plássið í bólkinum, tá liðið tapti
við einum móti VÍF í seinasta
dystinum. Eitt úrslit, sum
gjørdi at H71 møtti Neistanum
í hálvfinaluni. Her vunnu
Hoyvíkingar, men í løtum vóru teir
við undirlutan. Tað spældi eisini
inn, at Rasmus Søby spældi lítið
og einki fyri Neistan, meðan Peter
Krogh var stórspæladi avgerandi
løtuna í seinnu hálvfinaluni.
Úrslit: (Bólkaspælið) H71 – KÍF
27-25, StÍF – H71 31-32, H71 – VÍF 27-
28 (Hálvfinalurnar) H71-Neistin 27-
25, Neistin-H71 18-21
Lyklaspælari hjá
H71: Peter Krogh
Her er ongin ivi nú. Undan
hálvfinaluni varð peikað á
onkrar aðrar spælarar eisini,
men Peter Krogh staðfesti í
seinnu hálvfinaluni, at hann er
lyklaspælarin hjá H71. Eitt skifti
í seinna hálvleiki skoraði hann
átta mál av níggju. Hevur Peter
Krogh ein góðan dag, so er torført
at síggja hvussu Kyndil skal steðga
honum og H71.
Vegurin til finaluna:
Kyndil: Kyndilsmenn greiddu sín
setning væl, tá teir fóru kroystir
til Klaksvíkar at spæla avgerandi
dystin móti Team Klaksvík. Tað
var nokk meiri raðfylgjan, ið
gav klaksvíkinum eina vón, tí
Kyndil vísti seg at vera sterkari. Í
hálvfinaluni vísti Kyndil styrki við
at vinna við trimum á VÍF. Bæði í
fyrru og í seinnu hálvfinaluni.
Úrslit: (Bólkaspælið) Kyndil
– H71 2 27-15, Neistin – Kyndil 21-
17, Team Klaksvík – Kyndil 23-30
(Hálvfinalan) Kyndil-VÍF 28-25,
VÍF-Kyndil 26-29
Lyklaspælarin hjá Kyndli:
David Edvardsen
Eitt løgið val, tí hann er ikki
stjørnan á liðnum, men hann
spælir á einum plássi, har Kyndil
einki alternativ hevur. Hann hevur
heldur ikki verið í toppform, men
kann hann skorar síni fimm ella
seks mál, so er slíkt, ið kann geva
Kyndli fyrimunin. Hetta er eisini
ein staðfesting av, at Kyndil í
stóran um er eitt lið.
Vit tippa: H71 vinnur
Tað kemst illa uttanum H71 í hesum
førinum, tá Peter Krogh aftur er í
stórform. Hendan finalan er als
ikki avgjørd fammanundan og
taktiska spælið verður spennandi.
Men spælir Peter Krogh ein
branddyst, hvør hjá Kyndli skal so
gera tað sama?
Steypahondbóltur:
Nú er greitt hvør skal døma steypafinalurnar í hondbólti
Leygardagin verða steypafinalurnar í hondbólti. Nú er dómarar settir
á finalurnar. Kvinnufinaluna millum Kyndil og VÍF døma Jógvan Skeel
Nolsøe og Bárður Brimvík, sum eru av álvara byrjaðir at døma til hetta
kappingarárið.
Til finaluna hjá monnum, sum verður millum H71 og Kyndil, eru tað Dánjal
Samuelsen og Heri Petersen, ið skulu døma.
Kvinnufinalan verður leygardagin klokkan 13.30, meðan mansfinalan
verður klokkan 16. Rás2 sigur frá báðum finalunum. Byrjað verður at
senda longu klokkan 12.
Hesir skulu døma steypafinalurnar:
Steypafinalurnar:
Kvinnur:
VÍF-Kyndil (13.30) Beinleiðis á Rás2
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík
Menn:
Kyndil-H71 (16.00) Beinleiðis á Rás2
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen
GRØNT
OG SVART
Steypafinalan hjá monnum verður millum H71 og
Kyndil. Hoyvíkingar hava fingið Peter Krogh aftur,
meðan Kyndil hevur fingið David Edvardsen aftur
í hópin. Á stigatalvuni er H71 omaná, men hetta
er helst seinasti møguleikin hjá Kyndli í ár