Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 6 Sosialurin Listamaðurin letur upp Listamaðurin Ed­ ward Fuglø fer kom­andi vikuskiftið at hava opið ate­ li­er í Klaksvík Edward Fulgø telist mill­ um teir mest virknu og við­ur­kendu føroysku lista­monnunum, og mið­depi­lin fyri arbeiðið­ hans­ara er rúmliga ate­ li­er­ið í Jústa­brekku í Klaks­vík. Leygardagin frá kl. 14 til 20 og sunnudagin frá kl 14. Til 18 ber til at vitja í atelierinum hjá Ed­wardi Fuglø, har hann sýn­ir fram listaverk, bøk­ur og annað. Heðin á Lakjuni 40 ár Í dag fyllir Heðin á Lakj­uni, sum før­ oy­ingar serliga kenna sum fót­bólts­ spæl­ara, 40 ár   Heðin er klaksvíkingur og hevur búð stóran part av lívi sínum í Klaksvík, har nú starvast í fam­ ilju­fyr­i­tøkuni Victor á Lakj­uni. Heðin spældi í 21 kapp­ing­ar­ár í bestu før­oysku fót­bólts­deild­ ini. Hann spældi fyrstu ferð á besta liðnum hjá KÍ í 1995 og hevur sam­ an­lagt umboðað KÍ 16 kapp­ing­ar­ár – har í­mill­ um greipu­ár­ið 1999. Heðin hevur eisini spælt við B36, HB og NSÍ. Bæði í B36 og HB vann hann FM-heit­ið. Heð­in spældi 417 dyst­ir í bestu fót­bólts­deild­ini umframt 96 steypa­dyst­ ir. Hann spældi eis­ini al­ tjóða dystir fyri feløg og 16 a-landsdystir. Heðin er gift­ur Onnu Mariu á Lakj­uni, og tey eiga fýra børn. Bogi Rasmussen 60 ár Í gjár, sunnudagin 18. febr­u­ar, fylti Bogi Ras­mus­sen í Runavík 60 ár. Hann er eig­ari og stjóri í BBR Service, sum heldur til á Lambareiði Bogi er ættaður úr Run­a­vík, og har hevur hann búð alla sína tíð. Foreldrini – Liss og Rós­ing – búsettust tíðliga í fimm­ti árunum dygst om­ an­fyri, har sum vøllurin við Løkin kom fyrst í sjeyti áru­ num. Tá ið ætlanir vóru um út­ bygg­ingar oman fyri vøllin, vórðu hús­ini tikin niður, og Liss og Rós­ing bygdu longri uppi. Liss og Rósing, sum fluttu foldum frá í september 2017, eiga seks børn: Anna, Bogi, Beinta, Ingun, Rógvi og Gudny. Anna býr á Nesi, og Beinta býr í Havn. Hini búgva øll ikki so langt frá barna­heimi­ num. Rósing umboðaði Toyota og Scan­ia og okkurt annað bil­merki, og frá blaðungum av var Bogi partur av ar­beið­ i­num hjá pápanum. Seinni arbeiddi hann hjá Hús og heim, sum Erling Jørg­en­sen, sáli, ið var dugn­a­lig­ur hand­ ils­mað­ur á Skálafjørðinum átti. Seinni fór Bogi aftur at fá­ast við bilar. Í búnum aldri fór hann í læru sum bil­smið­ur hjá Óla Christian Dan­i­el­sen. Eitt skifti koyrdi hann buss hjá Bygdaleiðum, áðr­enn hann fór undir egið virki. Tað var í smáum og í leig­ að­um hølum í Runavík, at hann fór at veita tænastur. Virk­sem­ið vaks skjótt, og so var tað, at Bogi saman við beiggj­a­num Rógva og svági­ num, Birgiri Samuelsen, læt stás­i­liga bygningin byggja á Lam­bar­eiði, har BBR Service hev­ur hildið til nógvu tey sein­astu árini. Umframt at veita tæn­ astur – oljuskift, dekkskift osv. – leig­ar BBR Service bilar út. Har eru fleiri í arbeiði, og teir eru ikki so fáir, sum hava stað­ið í læru sum bilsmiðir á Lam­b­ar­eiði. Tey vóru blaðung, tá ið tey funnu saman, og á jó­ ansøku í 1978 gift­ust Lilj­an Friang úr Fuglafirði og Bogi. Tey búsettust í Run­a­vík, og har búgva tey fram­vegis. Tey eiga fýra syn­ir: Odd­ur, Bárð­ ur, Rani og Rósing. Oddur býr í Keypmanna­ havn, Rani býr í Klaksvík, og hin­ir báðir búgva í Runavík. Tá ið Bogi spennir frá, dám­ar honum og konuni væl at ferð­ast – innanlands og utt­an­lands – og góðar dagar lík­ar honum væl saman við øðr­um mot­or­súkklu monn­ um at koyra ein túr. Bogi er familjiukærur, og abba­børnu­num, sum eru seks í tali, dámar honum ógv­ u­liga væl at vera saman við. J Her sæst Bogi Rasmussen við vakra Jaguar XJ, sum stendur í sýnisglugganum hjá BBR Service á Lambareiði 10 ár síðan Castro fór frá Tað eru 10 ár síðani, at Dr. Fidel Alejandro Castro Ruz legði valdið á Kuba frá sær vegna heilsuøstðuna. Hann varð føddur 13. august í 1926 i Holguín á Kuba, og hann doyði 25. november 2016 í Havanna. 120 ár síðani Ferrari Í gjár vóru 120 ár síðani Enzo Ferrari, italskur ras­ara­koyrari, bilkonstruktørur og hann sum stovn­aði Ferrari bilmerkið, varð føddur. Tað var tann 18. februar í 1898 í býnum Maran­ello í Italia. Hann doyði 14. august 1988 i Maranello. Arnstein hugleiðir um Læknastríðið Hesa vikuna eru Torra­dag­ar í Klaksvík, og eitt av ti­l­tøku­ num á drúgvu skránni eru hug­leið­ing­ar hjá Arn­stein Nicla­sen um um­strídda Lækna­stríð­ið í Klaksvík, sum vardi frá 1952 til 1956. Arnstein skrivaði í fjør bók­ ina »Herskinn Herðindi« um Lækna­stríð­ið, og nógv kjak hev­ur verið millum mannað og í miðlum úm bókina. Týs­ kvøld­ið kl. 19.30 hugleiðir Arn­stein Niclasen um Lækna­stríðið í Miðhøllini á Skúla­trøð. Arnstein Niclasen fer á Torradøgum í annaðkvøld at hugleiða úr bók síni »Herkin Herðindi«