Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Fríggjadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 26. januar 2018 Nú er Heiða – hon við Drop-Bucket – verkfrøðingur – Í dag var tað okkara seinasti dagur á Danmark Tekniske Universitet. Kandi­dat­ur­in er í hús, og eg eri ein sera lukku­ ligur si­v­il­verkfrøðingur. Soleiðis skrivar Heiða G. Nolsøe á Facebook nú um dagarnar. Heiða Nolsøe gjørdist kend, tá hon saman við lestrarfelaga kom við hugskotinum um Drop-Bucket, eitt ruskílat úr pappi, sum fer í skrell sam­an við ruskinum. Fyri hetta fekk hon m. a. heitið »Ársins Íverkseti 2015«. Heiða heldur, at ungir í­verk­set­ar skulu halda seg framat, og hoppa úti, um teir hava eitthvørt hugskot. – Man skal hoppa út í tað! Fólk hugsa ofta, at tað er servitan sum skal til, men tað er tað ikki neyðturviliga. Oftast handlar tað bara um, at taka telefonina og ringja. Lív Jespersen Tvøroyri og Sigmar Mortensen, Hvalba fingu 11. februar ein son. Longd: 52 cm. Vekt: 3630 g Herfríð Jacobsen Skopun og Heð­in Hansen Gøta, fingu 8. februar ein son.Longd: 54 cm. Vekt: 3820 g Marléne og Petur Pauli Christ­i­ansen í Tórshavn, fingu 14. februar eina gentu. Longd: 54 cm. Vekt: 4220 g Vanja Miné Petersen og Johann Jansson Petersen í Tórshavn, fingu tann 15.desember 2017 ein son. Hann vigaði 3810 gr. og var 53 cm. langur. Hann hevur fingið navnið Gideon Miné Petersen. Helga Hansen, Glyvrum, andaðist í heiminum miku­dagin 14. februar, 79 ára gomul. Marius Joensen, ætt­ að­ur av Hvítanesi, bú­sit­andi í Hollandi and­aðist hósdagin 15. febr­uar, 68 ára gamal. Rudolf Poulsen, bú­sit­ andi í Havn, andaðist mán­a­kvøldið, 12. febr­ uar, 63 ára gamal. Ludvík Jacobsen, úr Miðvági andaðist á Sýnini mikudagin 97 ára gamal. Arnvør Martinsdóttir á Torkilsheyggi, Nes, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum mánadagin, 41 ára gomul. Anna Sofía Jacobsen, vanliga nevnd Anna, ættað úr Søldarfirði andaðist mánadagin 12. februar, 96 ára gomul. Erling Poulsen, bakari, ættaður úr Havn, bú­sit­ andi í Odense, andaðist í heimi­num mikudagin 14. febr­uar, 89 ára gamal. Pauli Joensen, Sandvík, andaðist á Suðuroyar sjúkra­húsið týsdagin, 95 ára gamal. Benjamin Ragnarsson við Streym, sonur Eydnu Skaale og Ragn­ ar við Streym í Havn, andaðist á Lands­sjúkr­a­ húsi­num mánadagin 12. febr­uar, 12 ára gamal. Tórhildur Margrethe Reinert, vanliga nevnd Toya, ættað úr Havn, bú­sitandi í Randers, and­að­ist mánadagin 12. febr­uar, 69 ára gomul. Armgarð Jacobsen, av Eiði andaðist á Korn­dals­ býl­inum leygardagin, 90 ára gomul. Marita Christiansen, Klaksvík andaðist á Klaks­víkar Sjúkra­ húsi mána­dagin, 64 ára gomul. Werner Petersen, Salt­ang­ará, andaðist í heim­inum leygardagin 10. februar, 85 ára gamal. Páll Eli Danielsen, prentari, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 16. februar, 55 ára gamal. Ludvík Jacobsen úr Miðvági, andaðist á Sýnini mikudagin, 97 ára gamal. Vælkomið lítla barn Andlát Pauli selur nú fimm bilmerki Nú er tað bilasølan Waag, sum umboðar bilmerkini Renault og Dacia í Føroyum Eftir at hava hugsað seg væl um hava tey á bilasøluni Waag tikið av tilboðnum um at gerast Renault og Dacia umboð í Føroyum. – Hetta eru tvey væl umtókt bilmerki, sum hava havt stóra framgongd seinastu árini, og vit hava tí stórar vónir til Renault og Dacia. Tað sigur Pauli Waag, stjóri á bilasøluni P/F Waag, sum frammanundan um­ boð­ar Citroën, Mercedes og Mitsu­bishi. – Renault hevur eitt breitt og fjølbroytt úrval av mo­dell­ um at bjóða, m. a. fram­komn­ ar elbilar til heilt rímiligar prís­ir. Elbilarnar síggja vit sum eina spennandi av­ bjóð­ing, tí visjónirnar við el­bilum í Føroyum er stórar og eftirspurningurin eftir el­ bilum í Føroyum fer tí heilt vist at vaksa, sigur Pauli Waag. Elsta føroyska LP'in 50 ár Appelsingula LP'in hjá Faroe Boys kom út 17. februar í 1968 Hetta vikuskiftið vóru liðin júst hálvthundrað ár síðan fyrsta føroyska LP-plátan við rútm­iskum tónleiki kom út. Talan er um LP-plátuna hjá best umtókta føroyska popp­bólkinum í 60-árunum, Far­oe Boys. Tað hevur verið sagt, at plát­an kom út stutt und­ an jól­um í 1967, men í Sos­i­ alinum 14. februar 1968 lesa vit, at plát­an, sum bíð­að hevur ver­ið so leingi eftir, fæst til keyps í plát­u­sølu­ búð­u­num frá leyg­ar­degi 17. februar 1968. Kringvarpið sendi í gjár eina út­varps­sending um hesa ik­on­isku plát­u­na – »App­el­sin­g­ula LP-in«. Faroe Boys slóðaði fyri tí mod­ern­aða popp­tón­leik­ i­num í Fø­royum. Bólkurin, sum var virkin árini frá 1962 til 1967, var sera væl um­tókt­ ur bæði í Føroyum og Ís­landi. Teir vóru stórliga fagn­ aðir á konsertferðum í Ís­ landi í 1964 og 1966. Har vóru teir skírdir at vera »færeysku beatl­arnir«. Árini 1964 og 1965 lótu teir tvær singleplátur frá sær, og í 1968 sendu teir fyrstu før­oysku popp-LP-plátuna á markn­að­ in. Hon varð útseld í stund­ ini, men ikki fyrr enn í 2000 gav Tutl tónleikin út á fløgu. Í røðini »Varðar á leið­ini«, sum var at hoyra í út­varpi­ num veturin 2005/2006, var ein send­ing um ta app­el­sin­ gulu LP-ina hjá Faroe Boys. Tað var hesa sending, sum út­varpið endursendi í gjár Í sendingini greiddu Rob­ ert, Jógvan, Kári, Bjarni og Jógv­an Sofus frá, og aðrir bóru fram sína hugsan um hesa elstu føroysku LP- plát­una við popptónleiki. Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu send­ing­ ina. Harmast elitusvimj­ ar­an á ovastu rók Tey í Havnar Svimji­ fel­ag eru ikki fegin, nú bý­ráðsmeirilutin í Havn hevur gjørt av at úseta lang­ hylin í tvey ár Formaðurin í Havnar Svimji­fel­ag, Erling Eid­ es­gaard, skrivar m. a. so­leið­is í lesarabrævi: »Bæði vit í Havnar Svimji­felag og stóra fjøld­in av virknum svimj­ar­um í Tórshavnar komm­unu settu sítt álit á, at nú ein fyrrverandi elitu­svimja­ri settist í borg­ar­stjór­a­sess­in, so fór ætl­an­in at byggja ein lang­hyl í Gundadali at halda. Vit hugsaðu øll, at nú kundi einki seinka bygg­ingini. Tí fingu vit sum vát­an vøtt frammaná henda dagin, tá bý­ráðs­ meiri­lut­in boð­aði frá, at ætl­anin nú verð­ur útsett. Kundi tað hugsast, at gamli lands­liðs­svimjarin í borg­ar­stjóra­sess­i­num hevði gloymt svimj­ing­ ina, ella var hon komin í minn­iluta í sínum egna meiri­luta?« NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo