mánadagur 19. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Soleiðis sá dekkið á
bátinum hjá Doru Tiberiu á
Torvlaðnum út leygardagin, tá
hann var sín fyrsta snellutúr á
Norðhavinum í ár.
Misvísandi um sildakvotuna
Út frá tíðindaskrivi
hjá Fiskimálaráðnum
kunnu fólk halda, at
føroyska sildakvotan
er økt í 2018, men
soleiðis er ikki. Í
tonsum er talan
um eina lækking á
stívliga 37.000 tons
Vilmund Jacobsen
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri,
hevur eftir ráðførslu við uttan
landsnevnd løgtingsins tikið avgerð
um at áseta føroysku kvotuna av
norðhavssild til 88.350 tons fyri
2018.
Hóast strandarlondini fram
vegis ikki eru samd um at býta
norðhavssildina
sínámillum,
samdust londini tó í Keypmanna
havn hin 7. desember 2017 um mest
loyvdu veiði á 435.000 tons fyri
2018.
Londini samdust eisini um at
endurskoða langtíðar umsitingar
ætlanina.
- Føroyski luturin av norðhavs
sild er hækkaður eitt vet í prosent
um mun til í fjør til tess lutfals
liga at útjavna nýliga økt krøv frá
øðrum pørtum, sigur Fiskimála
ráðið í tíðindaskrivi fríggjadagin.
Tað ósagda
Út frá tíðindaskrivinum hjá Fiski
málaráðnum kann lesarin halda, at
føroyska sildakvotan er økt í 2018,
men soleiðis er ikki.
Í skrivinum hjá Fiskimálaráðn
um verður nevniliga einki sagt um,
at føroyska sildakvotan í 2017 var
umleið 125.000 tons - og at kvotan
í ár einans er 88.350 tons.
Her er soleiðis talan um eina
lækking á stívliga 37.000 tons ella
umleið 30 prosent.
Hóast prosenthækkingin av før
oysku sildakvotuni fer úr 19,44 upp
í 20,31 prosent, soleiðis sum onkur
miðil eisini hevur ført fram, er
talan um stóra minking í tonsum.
Hetta kemst av, at mest loyvda
veiða í 2018 er 435.000 tons í mun til
646.075 tons í 2017.
Fjarnám
bjóðar tær
menning
Vilmund Jacobsen
Hugsar tú um at menna teg
fakliga, um at fáa annað arbeiði
- ella at taka eina útbúgving?
Týskvøldið
20.
februar
klokkan 20 bjóðar Fjarnám í
Klaksvík til ókeypis fyrilestur
við Deirdre Hansen, lestrar- og
karrieruvegleiðara á Fjarnámi.
Deirdre Hansen fer at tosa
um, hvørjir møguleikar eru til
teirra, sum umhugsa víðari
lestur ella karrieruskifti.
Eftir
fyrilesturin
er
møguligt at fáa eitt prát og
persónliga
vegleiðing
um,
hvussu hetta kann gerast.
Fjarnám, sum húsast saman
við
Íverksetarahúsinum
í
gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro
í Klaksvík, er ein lestrardepil
hjá Klaksvíkar kommunu.
Depilin gevur borgarunum
møguleika
fyri
útbúgving
og
førleikamenning
í
nærumhvørvinum
í
Norðoyggjum.
LIÐUGT: Uppgávan er liðug - fáa vit
nú okkurt gott? Soleiðis síggja hesir
tríggir brundarnir í Koltri út til at hugsa.
Fyrr byrjaði seyðaárið á trettandu - hin
6. januar - tá var brundtíðin liðug, og
menn fóru eftir verðagjólingum.
Ein gloymd vikuløn
17. februar í 1968 - ella fyri fimmti árum
síðan - var ein stórur dagur í Skopun,
tá flakavirkið í bygdini læt upp
Vilmund Jacobsen
Sambært Fríðhild Winther, sum
hevur starvast á virkinum í mong
Harrans ár, komu menn henda
dagin av Eiði til Skopunar at læra
konur á virkinum at skera flak.
Eitt, sum eisini hendi henda
dagin fyri fimmti árum síðan, var
sambært Fríðhild Winther, at Rit
an sakk við havnarmola, tá Tern
an og Ritan stoyttu saman.
Seinasta leygardag, sum eis
ini var hin 17. februar, bjóðaði ar
beiðskvinnufelagið í Skopun øll
um kvinnum, sum hava starvast
og framvegis starvast á virkinum,
til morgunkaffi við onkum góðum
aftur við.
Tiltakið var í Samljóði frá klokk
an 10 til 14, og her var høvi at
skifta orð og minnast aftur á
gamlar dagar á flakavirkinum.
Viðhefta mynd av gomlum
pengaseðlum er ein lønargjalding
hjá einari av mongu kvinnunum,
sum hava arbeitt á flakavirkinum
í Skopun gjøgnum árini.
Fríðhild Winther vísir á, at
hetta eru pengar, sum ein av
kvinnunum fekk í løn, men hon
misti brævbjálvan burtur - og
brævbjálvin varð ikki funnin aft
ur, fyrr enn húsini fleiri ár seinni
vórðu tømd.
Føroyska sildakvotan í ár minkar umleið 30 prosent í mun til 2018