Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 Leygardagin vóru tríggir bátar úr Sandoynni á útróðri við snellu. Teir høvdu millum 500 og 800 pund av stórum toski hvør. 61 ár á skipsdekki - Eg kappist ikki við nakran. Mær dámar bara at sigla og kokkast Vilmund Jacobsen Soleiðis tekur fryntligi og skemt­ingarsami 75 ára gamli kokkurin til, tá Føroyska Sjómansmissiónin vitjar um­ borð á Hoyvík. Sverri Láadal, sum er maðurin, vit umrøða, sig­ ur seg vóna at fáa trygd­ar­ skeiðið einaferð aftrat, so­ leið­is at hann kann halda fram at sigla og kokkast, til hann verður 80 ár. - Í apríl gerist eg 76, og trygd­arskeiðið gongur út í 2019. So, eg taki tað, sum tað kem­ur, sigur hann skemt­ andi. Tó miðjar kokkurin eft­ir at fáa endurnýggja trygd­ar­ skeiðið til heystar.  Hin 5. mars í ár verða tað 61 ár, síðan Sverri Láadal mynstr­aði fyrstu ferð. - Tað var við Kyrjasteini, og vit fóru við gørnum til Ís­lands. Sjóverkurin var nógvur, men eg yvirlivdi, og sjógvurin gjørdist mítt drúgva og góða arbeiðspláss, sig­ur hann takksamur. Hann lærdi til kokk á Tórs­havnar Sjómansheimið í eitt hálvt ár Sverri Láadal lærdi til kokk veturin 1962/63, og hann hevur siglt sum kokkur síð­an. Føroyska Sjó­mans­mis­ sión­in veit at siga, at hin 75 ára gamli bæði hevur siglt við føroyskum, donskum og grøn­lendskum skipum, og hann hevur verið til ymiskan fiskiskap. Soleiðis gongur at fiska Vilmund Jacobsen Í dag kemur eitt línuskip, sum hevur fiskað í føroyskum sjógvi, inn at landa. Tvey ísfiskalínuskip fiska í løtuni í íslendskum sjógvi, men ivasamt er, um tey koma heim at landa hesa vikuna.  - Umframt ísfiskalínuskipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, er eisini eitt frystilínuskip har yviri í løtuni. Restin av línuskipunum liggja við bryggju. Á Fiskamarknaði Føroya gjørdu tey fríggjadagin sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið hesa vikuna. Streymurin er harður, men linkar út á vikuna. Tí kann væntast, at betri umstøður verða til veiði við húki, sum vikan gongur. - Veðrið verður helst brúkiligt, og tí vænta vit nakað av útróðrarfiski í vikuni. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum henda vikan gongur, men fiskiskapurin hjá partrolarunum kundi verið betri, enn hann hevur verið í seinastuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma helst inn at landa síðst í vikuni. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju. Fríggjadagin varð sagt, at teir smáu trolbátarnir lógu, men at teir fara at loysa aftur, tá veðrið batnar - og longu leygardagin var aftur av besta veðri. Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eru til fiskiskap og koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni. Garnaskipini hava í løtuni brúkiligan fiskiskap. TVEY UPPSKOT: Tað eru tvey uppskot til nýggjan kirkjugarð í Sandavági, og Vága býráð hevur gjørt av, at veljast skal millum uppskotini. Ætlandi verður støða tikin á almennum býráðsfundi 26. februar. Frálíku myndina eigur Marita Gulklett Kirkjan við Norðskála dagførast Meðan arbeitt verður við at dagføra kirkjuna, verður kirkjugongd og sunnudagsskúli flutt út í gamla skúlan á Oyri Vilmund Jacobsen Loksins verður nú farið í gongd við umvælingina av kirkjuni við Norðskála, og hetta er ein verkætlan, sum hevur ligið og bíðað í nøkur ár. - Talan er um at dagføra kirkju­rúmið, at bjálva vegg­ ir­nar, gólvið og hválvið. Tað vita tey í Sunda komm­- unu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at nýtt gólv skal leggjast á alla kirkjuna, rýmingarleið skal gerast niður av loftinum, har sunnudagsskúlin heldur til, og harumframt skal eisini ymiskt annað arbeiði gerast. KBH ger mest Tað verður byggifelagið KBH á Toftum, sum kemur at gera størsta partin av arbeiðnum, og hesin parturin skal verða liðugur um mánaðarskiftið, juni/ juli í ár. Í Sunda kommunu siga tey, at arbeiðið byrjar mána­ dagin 26. februar, og vónað verður, at kirkjan við Norð­ skála verður klár at taka aft­ur í nýtslu aftur seint í summar ella tíðliga í heyst. Virksemið flytast Lagt verður aftrat, at meðan arbeitt verður við at dagføra kirkjuna, verður kirkjugongd og sunnudagsskúli flutt út í gamla skúlan á Oyri, har fyrsta gudstænastan verður sunnu­dagin 25. februar klokk­an 12. - Tey, sum hava eitt hvørt at spyrja um - antin tað er um dag­føringina av kirkj­uni ella kirkju­gongd - eru væl­ komin at venda sær til sókn­ ar­prestin ella kirkju­ráðið, siga tey í Sunda kommunu. Hin 5. mars verða liðin 61 ár, síðan Sverri Láadal mynstraði fyrstu ferð. Mynd: TJ-myndir