mánadagur 19. februar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samgongan fríggjar
til Sjálvstýrisflokkin
Politiska
samansetingin
er soleiðis nú, at
samgongan arbeiðir
fyri at tryggja sær
parlamentariskan
meirluta frá
Sjálvstýri
Árni Gregersen
Tað hevur eina tíð ligið á ljóði, at
viðurskiftini millum samgonguna
og Sjálvstýrið eru vorðin rættuliga
heit.
Fyri samgonguna hongur hetta
saman við, at tryggleikin í parla
mentariska meirlutanum – tað vil
siga at minst 17 tingfólk stuðla sam
gonguni – ikki er í hásæti júst nú.
Sitandi samgonga hevur síðani
fyrsta dag verið ein minniluta
samgonga, tí blekkið á samgongu
skjalinum var ikki turt, tá ið Sonja
Jógvansdóttir, Javnaðarflokkurin,
boðaði frá, at hon tók seg úr flokk
inum.
Kortini hevur hon síðan tann
dag stuðlað samgonguni og atkvøtt
fyri teimum málum, sum samgong
an hevur lagt fram.
Samgongan hevur síðani tá
verið 16 tinglimir og so Sonja Jógv
ansdóttir, men herfyri boðaði
suðuroyartingmaðurin
Kristin
Michelsen frá, at hann ikki longur
kennir seg bundnan at atkvøða tað
sama sum Javnaðarflokkurin.
Hesi boðini komu í sambandi við
orrustina um valdið í býráðnum á
Tvøroyri.
Kristin Michelsen gjørdi sín
egna lista til býráðsvalið og síð
ani eina samgongu uttanum Javn
aðarflokkin í býráðnum á Tvøroyri.
Nú er samgongan har skrædnað
og Kristin Michelsen, borgarstjóri
situr í minniluta í býráðnum
Nýggja samgongan hevur eisini sett
seg á allar nevndarformanssessir.
Fríggja til aðrar
Hendan støðan ger, at samgongan
er farin at hyggja seg um eftir øðr
um stuðlum.
Fleiri orsøkir eru sjálvandi til
tess, men fyrst og fremst snýr tað
seg um, at samgongan ikki vil lata
seg trýst órímuligt av 17. atkvøðuni.
Í hesum føri snýr tað seg mill
um annað um uppskotið hjá Sonju
Jógvansdóttir, sum skal loyva løn
takarum at draga gjald til yrkis
feløg frá í skatti.
Upprunaliga var mett, at hetta
fór at kosta einar 10 milljónir, men
seinni er komið fram, aat hetta
verður munandi dýrari – kanska fer
tað at kosta út ímóti 40 milljónum
krónum.
Fleiri tingfólk hjá samgonguni
hava øtast um hesa upphædd
og vilja hava at vita, hvør so skal
gjalda hesar milljónirnar.
Uppskotið er enn ikki samtykt.
Hin trupulleikin er borgarstjórin
á Tvøroyri. Hann hevur verið í and
rórðri í flokkinum og samgonguni
eina tíð, men hvørja ferð tað hevur
staðið á, so hevur samgonguleið
arin kunnað roknað við hansara
atkvøðu.
Nú er støðan broytt, tí stríðið í
kommununi á Tvøroyri hevur verið
so hart.Tí vil samgongan og serliga
Javnaðarflokkurin tryggja sær, at
hann kann levera neyðugu atkvøð
urnar til tey mál, samgongan hevur
avrátt at fáa ígjøgnum.
Fyri at tryggja somu gongd
frameftir, so hava royndir verið
gjørdar at breiðka grundlagið undir
samgonguni.
Fyri tíð síðani vóru samráðingar
við Miðflokkin og nú er so tos við
Sjálvstýri.
Tað hevur ikki eydnast okkum
at fáa viðmerkingar frá Aksel V. Jo
hannesen, samgonbguleiðara, ella
Jógvan Skorheim, formanni í Sjálv
stýrisflokkinum, men aðrar keldur
vátta fyri okkum, at samband er
millum Sjálvstýri og samgonguna.
Tað kann tykast eitt sindur
umvent, at Sjálvstýri nú stuðlar
samgonguni, men frammanundan
hevur flokkurin gjørt avtalu um
pensjónsskipanina og um fíggjar
lógina fyri í ár.
Hinvegin var nýskipanin av
fiskivinnuni ikki ein biti, sum Sjálv
stýri svølgdi.
Komandi vikurnar fara at vísa
um ein avtala kann gerast millum
partarnar um samstarv tað sum
eftir er av hesum valskeiðnum.
Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, roynir at finna nóg
nógvar limir í tinginum, sum stðla samgonguni.
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, telur á knappum
um hansara flokkur skal verða stuðulsflokkur hjá
samgonguni, tað sum eftir er av valskeiðnum.
Kristin Michelsen, tingmaður, hevur boðað frá, at hann ikki kennir
seg bundnan at atkvøða tað sama sum Javnaðarflokkurin.
Sonja Hógvansdóttir er uttanflokka, men
hevur higartil stuðlað samgonguni
POLITIKKUR