hósdagur 4. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 211 - 4. november 2004
Nr. 211 - 4. november 2004
3
– Forsetavalið í USA
ávirkar marknaðirnar
í eina stutta tíð, men í
longdini verða tað
aftur tey meira
grundleggjandi bú-
skaparligu viður-
skiftini, sum koma at
stýra marknaðinum,
sigur Jan Otto S.
Holm, íløgustjóri hjá
Kaupthing í Føroy-
um. Heimsmarknað-
urin tók væl ímóti
tíðindunum í gjár
um, at Bush helst var
afturvaldur
BÚSKAPUR
Eyðun Klakstein
Amerikanska forsetavalið í
gjár var fylgt við stórum
spenningi kring heimin.
Eisini vinnulívsfólk hildu
eitt vakið eygað við gongd-
ini, og eftir at greiðar
ábendingar í gjár vóru um,
at George W. Bush fór at
vinna valið, komu fyrstu
reaktiónirnar á marknaðun-
um.
Renturnar á partabrøvum
á marknaðunum í Europa,
Asia og Danmark fóru upp,
og tað sama fór væntandi at
henda, tá ið amerikanska
marknaðurin lat upp eftir
evstamark her á blaðnum.
Dollarnir tóktist styrktur,
og oljuprísurin hækkaði eitt
vet.
– Tað er vanligt, at tað
kemur ein reaktión eftir eitt
forsetaval, men sjálvt valið
ávirkar bara marknaðirnar í
eina stutta tíð. Sum frálíður
eru tað aftur tey meira
grundleggjandi búskapar-
ligu viðurskiftini, sum aftur
fara at stýra gongdini, sigur
Jan Otto S. Holm, sum er
íløgustjóri hjá Kaupthing í
Føroyum.
– Tað er umráðandi fyri
marknaðin at fáa ein avgerð
á forsetavalinum, og óan-
sæð hvør vinnur, so kemur
tað ein reaktión. Men helst
er vøksturin í rentuni størri,
um Bush vinnur, tí hann
førir ein sera liberalan
politikk, sum kemur vinnu-
lívinum væl við.
Avmarkað ávirkan í
Føroyum
Amerikanska forsetavalið
hevur lítla beinleiðis ávirk-
an á føroyska búskapin, tí
samvinnan millum Føroyar
og USA er so lítil. Føroy-
ingar
útflyta
mest
til
europeiska marknaðin, men
tann marknaðurin verður
vanliga
ávirkaður
av
gongdini í USA, og harvið
er eisini ein óbeinleiðis
samanhangur millum før-
oyska og amerikanska bú-
skapin.
Útflutningur hevur sera
stóran týdning fyri europe-
iska búskapin, og tí ávirkar
búskaparstøðan í USA eis-
ini Europa.
– Tað hevur fyrr víst seg,
at gongur tað illa búskap-
arliga í USA, so ávirkar tað
europeiska marknaðin, tí
útflutningur til USA hevur
so stóran týdning, sigur Jan
Otto S. Holm.
Ein ábending um, hvat
europeiskt vinnulív helt um
amerikanska forsetavalið
kom undan valinum, tá ið
fleiri týðandi leiðarar í
donskum vinnulívi søgdu
seg vóna, at Bush fór at
vinna valið. Hetta vónaðu
teir, tí Bush førir ein sera
liberalan
politikk,
har
vinnulívið hevur leysar
teymar, og marknaðartreyt-
irnar í stóran mun sleppa at
ráða. Hetta dámar vinnu-
lívinum væl.
Oljuprísurin hækkar
Oljuprísurin
á
heims-
marknaðinum
ávirkar
skjótt búskapirnar kring
heimin – eisini tann før-
oyska búskapin – og líkt er
til, at oljuprísurin fer at
hækka við Bush sum for-
seta næstu fýra árini.
Gongdini hevur seinastu
tíðina annar verið, at olju-
prísurin er lækkaður. Tá ið
prísurin var hægstur tann
26. oktober, kostaði ein
tunna av tí sonevndu Brent-
oljuni 52 dollarar. Nú er
prísurin eini 12 prosent
lægri – ella um 46 dollarar.
– Tað eru fleiri viður-
skifti sum gera, at oljuprís-
urin er lækkaður. Eitt er at
goymslurnar í USA eru
stórar, Kina hevur sett rent-
una upp, og harvið verður
væntað at minni eftirspurn-
ingur verður eftir olju
næstu tíðina, sigur Jan Otto
S. Holm.
Men Bush forseti kann
fáa oljuprísirnar at hækka
aftur. Orsøkin til tað er, at
hann vil fylla amerikansku
goymslurnar enn meira, og
harvið verður eftirspurn-
ingurin øktur. Harafturat
kann kríggið ímóti yvir-
gangi ávirka prísirnar, og
so kann tann heimligi polit-
ikkurin í USA eisini økja
um eftirspurningin eftir
olju.
At oljuprísurin hækkar
fær skjóta ávirkan í Føroy-
um eisini, og til dømis kann
ein avleiðing verða, at tað
fer at kosta meira at ferðast
millum Føroyar og útlond-
ini, tí flogferðslan verður so
nógv ávirka á prísinum á
brennievni. Eisini fiski-
vinnan kann skjótt koma at
líða undir høgum oljuprís-
um.
Men Kaupthing í Føroy-
um heldur, at sjálvt forseta-
valið í USA ávirkar bara
marknaðin í eina stutta tíð,
og sum frálíður verða tað
aftur meira vanlig og
grundleggjandi búskaparlig
viðurskifti, sum koma at
stýra búskapinum.
David Findleton, bil-
førari á Tvøroyri, er
misnøgdur við fram-
ferðina hjá kommun-
uni viðvíkjandi skúla-
barnakoyringini.
Hóast eitt ár er liðið,
síðani koyringin var
boðin út, og royndar-
árið og avmarkaðað
sáttmálaskeiðið
harvið er úti, so er
ikki boðið út av
nýggjum. Hetta, og
onnur viðurskifti,
órógva David, men
Kristin Michelsen,
borgarstjóri, sigur
onki óvanligt vera í
framferðarháttinum
og Innlendismála-
ráðið metir eisini, at
neyðugt er ikki at
bjóða útaftur
SKÚLABARNA-
KOYRING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fyri einum ári síðani lýsti
Tvøroyrar kommuna skúla-
barnakoyringina leysa, so
áhugað kundu geva boð
inn. Sáttmálaskeiðið var
avmarkað til eitt ár og gekk
út í juni í ár.
David Findleton, bilfør-
ari, gjørdist orsakað av
ymsum viðurskiftum ein
dag ov seinur at geva tilboð
inn tá og kom tí ikki við í
kappingina um at koyra
skúlabørnini.
Hetta skilir hann væl,
hóast fleiri, eisini komm-
unupolitikarar, heittu á
hann um at geva sítt tilboð
hóast alt, tí hóast freistin
var farin, so var enn nakað,
til fundur bleiv um málið.
Men hann fekk at vita,
eins og aðrir bilførarar, at
koyringin var eitt royndar-
ár, sum lýsingin eisini
bendi á, tí sáttmálaskeiðið
var frá august 2003 til juni
2004.
Sostatt
væntaði
David Findleton, at koyr-
ingin aftur bleiv boðin út, tá
skeiðið rann út.
– Men onki er hent. Sagt
verður, at tað er alla tíðina
royndarár og ger hetta eis-
ini, at bilførarar kunnu ikki
keypa bil tl endamálið. Eg
keypi tó ein hóskandi bil
hóast hetta, ætlaður til aðra
koyring eisini, sigur David,
ið hevur hóskandi bil
frammanundan.
Tóku ikki lægsta
tilboð
Innan skúlin byrjaði aftur,
var David Findleton á fundi
við borgarstjóran, Kristin
Michelsen, og fekk har at
vita, at koyringin bleiv ikki
boðin útaftur, tí kommunan
er nøgd við koyringina og
tann, ið røkir starvið.
– Tann, ið fekk koyring-
ina, hevði ikki lægsta til-
boðið, sigur David, ið hevði
lægsta tilboðið, sum tó sum
sagt kom ein dag ov seint,
tá bjóðað varð.
– Munurin á lægsta til-
boð, og tilboðnum, sum tik-
ið varð av, er eini 75.000
krónur, vísur David á og
hann vísir á, at hann torir at
standa fram og vísa á hesi
viðurskifti, tí hann hevur
onki at missa, tí farna árið
hevur hann nærum onga
koyring havt fyri komm-
ununa, mótvegis mongum
túri frammanundan.
– Við hesum kann við-
komandi, sum hevur koyr-
ingina, eisini hækka prísin,
sum honum lystir, tí ongin
kapping er, og vit eru fleiri
bilførarar, ið eru áhugaðir
at bjóða, so her er góður
møguleiki at spara, sigur
David Findleton.
Innlit
David Findleton hevur bið-
ið um alment innlit í málið,
men tað fær hann ikki,
sigur hann. Eisini hevur
hann biðið Innlendismála-
ráðið kanna málið, men har
verður sagt, at neyðugt er
ikki hjá kommununi at
bjóða útaftur av nýggjum
og meiria kann ráðið ikki
gera við málið.
– Hinvegin sigur ráðið, at
biður persónur un innlit, so
eigur hann at fáa tað, sigur
David Findleton, sum hev-
ur sett seg í samband við
løgfrøðing, tí hann metir
ikki alt rugga rætt í hesum
málinum.
Fær innlit, um hann
biður um tað
Kristin Michelsen, borgar-
stjóri, sigur tað vera rætt, at
David Findleton hevur bið-
ið um innlit.
– Hann hevur fingið svar
og tilsøgn um, at biður
hann skrivliga um innlit, so
fær hann tað, tí hetta er
vanlig mannagongd, sigur
Kristin Michelsen.
– David Findleton var ov
seinur at geva tilboð, tá
boðið var út, sigur Krisitin
Michelsen.
Men hví verður ikki boð-
ið út aftur?
– Tað er púra vanligt, at
eftir eitt royndarár, so verð-
ur mett um, og er ein nøgd-
ur við tann, ið røkir starvið,
so verður hildið fram og
viðkomandi fær starvið,
vísir borgarstjórin á.
Men kommunan tók ikki
lægsta tilboðið?
– Tað er nú altíð upp til
kommununa at gera av,
hvat tilboð mett verður best
at taka av, sigur Krisitin
Michelsen, ið minnir á, at
eisini Innlendismálaráðið
hevur víst á, at neyðugt er
ikki at bjóða út aftur.
– Biður hann um innlit
skrivliga, so fær hann tað, tí
tað er vanliga manna-
gongdin, og annars er onki
óvanligt ella óregluligt far-
ið fram, so her er okkurt, ið
hann hevur misskilt, sigur
Kristin Michelsen, og sigur
seg ivast í, um hetta ikki
okkurt, sum onkur vil fram
við, nú tað av álvara stund-
ar til kommunuval.
Misnøgdur við skúlabarnakoyring á Tvøroyri
Forsetavalið lítla ávirkan
á føroyskan búskap
David Findleton, bilførari, er misnøgdur við framferðarháttin
viðvíkjandi skúlabarnakoyringini á Tvøroyri, men borgarstjór-
in vísir á, at onki óvanligt ella óregluligt er farið fram
(Mynd: D. Olsen)
– Tað er vanligt, at tað kemur ein reaktión eftir eitt forsetaval,
men sjálvt valið ávirkar bara marknaðirnar í eina stutta tíð.
Sum frálíður eru tað aftur tey meira grundleggjandi
búskaparligu viðurskiftini, sum aftur fara at stýra gongdini,
sigur Jan Otto S. Holm, sum er íløgustjóri hjá Kaupthing í
Føroyum
Nú fram er komið, at
sumbingar sleppa
væntandi at atkvøða
um spurningin um
Suðuroynna sum eina
kommunu, ger uttan-
flokkalistin í Vági vart
við, at listin hevur heitt
á býráð og borgarstjóra
um fólkaatkvøðu um
sama spurning
FÓLKAATKVØÐA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Bygdaráðið í Sumba ætlar,
at sumbingar skulu siga
sína hugsan um Suður-
oynna sum ein kommuna á
eini fólkaatkvøðu.
Uttanflokkalistin í Vági
ger í hesum sambandi vart
við, at tann 14. oktober
sendi listin bræv til Býráið
og borgarstjóra um, at
ynskiligt hevði verið við
slíkari fólkaatkvøðu í Vági.
Spurningurin til vágbingar
skuldi verið hin sami; Skal
Suðuroyggin
vera
ein
kommuna. Og svarast skal
ja ella nei.
Uttanflokkalistin er í dag
umboðaður við tveimum
umboðum í Vágs Býráð, og
eru metingarnar í flokkin-
um annars helst líka ójavn-
ar, sum millum fólk flest til
henda spurning, siga um-
boð floksins, men mett
verður, at rættast er at fáa
greiðu á, hvat vágbingar
meta um henda spurning.
Ynskja eisini fólkaatkvøðu
um Suðuroynna
sum eina kommunu
C
M
Y
K
3
2
WOMANMAN
GIRL BOY
TIL HENNARA
jakki
329,95
buksur
299,95
toppur
119,95
skógvar
399,95
jakki
1399,95
skjúrta
499,95
buksur
599,95
skógvar
599,95
blusa
129,95
buksur
149,95
skógvar 229,95
blusa
149,95
buksur
149,95
fleecejakki 229,95
TIL HANSARA
TIL DRONG
TIL GENTU
2-8 ár
2-8 ár
Made by you
Fríggjadagin 5.november kl. 13-18 og leygardagin 6. november kl. 10-17
vitjar ein serfrøðingur frá Montana Idé Møblar á Hálsi. Kom og
fá góð ráð og vegleiðing um innrætting við Montana.
Levering innan jóla skal bíleggjast innan 6. november kl. 17
Montana er ein skipan, ein fræls skipan, sum tú frítt
kanst dusa tær innanfyri.
Útgangsstøðið er einfalt, men rúmar óendaligar møguleikar.
Lat hugflogið reika við sniði, litum og virkni.
Dyrka frælsið og tak fólk á bóli við sansaligum skapanarhugi
og opnum sinni fyri nýggjum møguleikum.
Og vís hvør tú ert gjøgnum títt rúm.
Tí bara tú merkir, nær tú stendur í tínum rúmi.
Uppi á Hálsi
Tel 35 46 80