Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 211 - 4. november 2004 Nr. 211 - 4. november 2004 5 Aftur hesaferð er tað ein einstakur statur, sum avger ameri- kanska forsetavalið. Seinast var tað Florida. Nú er tað Ohio. Men Bush er nær við VAL Í USA Árni Joensen fartekst@mail.dk George W. Bush hevur næstan tryggjað sær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum í Washington, men tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn tað endaliga svarið frá veljarunum er greitt. Orsøkin er at finna í statinum Ohio. Gjáramorg- unin vildu tvær av teimum stóru sjónvarpsstøðunum vera við, at Bush hevði vunnið í Ohio, men hinar støðirnar søgdu tað vera so javnt ímillum tey bæði valevnini, at einki kundi sigast við vissu. Sambært CNN hevði Bush fingið 125.000 atkvøður fleiri enn John Kerry, men av tí at meiri enn 250.000 brævat- kvøður ikki vóru taldar, bar ikki til at staðfesta nakað úrslit. Og úrslitið kemur heldur ikki enn, tí myndugleikar- nir í Ohio boðaðu í gjár frá, at tann endaliga upptelj- ingin verður ikki liðug fyrr enn um ellivu dagar. Demo- kratarnir hava samstundis gjørt greitt, at teir ætla sær at stríðast fyri hvørjari einastu atkvøðu í statinum. – Hetta hevur verið ein long nátt. Í fyra ár hava vit bíðað eftir sigrinum, og vit eru til reiðar at bíða eftir úrslitinum. Vit fara at stríð- ast fyri hvørjari einastu at- kvøðu, segði varaforseta- evnið hjá Kerry, John Edwards, í gjár. Tað er tó ikki vist, at Bush, forseti, fer at bíða eftir úrsitinum í Ohio. Í gjár segði ein av talsmonnum hansara, at vísir tað seg, at forsetin hevur vunnið í statunum Nevada og New Mexico, fer hann væntandi at kunngera, at hann hevur vunnið valið. Men tá gongur hann út frá, at hann fer at vinna í Ohio, tá uppteljingin har er liðug. Kann enda javnt Undan fínteljingini í fleiri statum í gjár hevði George W. Bush vunnið í 27 statum og Kerry í 19. Bush hevði tryggjað sær 249 valmenn og Kerry 242. Vinnur Bush í Ohio, og vinnur Kerry endaliga í statunum Ne- vada, Wisconsin, Iowa og New Mexico, verður úr- slitið 269-269. Verður úrslitið javnleik- ur, skal Umboðsmanna- tingið velja forsetan, og har hava republikanararnir so mikið stóran meiriluta, at tað er eingin ivi um, at so heldur Bush fram, skrivar Reuter. Tað er heldur eingin ivi um, at fleiri amerikanarar hava valt Bush enn Kerry. Sambært fyribilstølunum í gjár hevði forsetin fingið næstan fýra milliónir fleiri atkvøður enn avbjóðarin. 43 greið úrslit Sambært CNN er eingin ivi um úrslitið í 43 statum. Bush hevur vunnið í Alaska, Colorado, Arizona, Florida, Louisiana, Missi- ssippi, Kansas, Indiana, Georgia, Kentucky, West Virginia, Tennessee, Ala- bama, Oklahoma, South Carolina, North Carolina, Virginia, Nebraska, North Dakota, South Dakota, Tex- as, Wyoming, Utah, Ar- kansas, Missouri, Mon- tana og Idaho. Kerry hevur vunnið í New Hampshire, Washing- ton, Oregon, Maine, Ver- mont, Massachusetts, Con- necticut, New Jersey, Dela- ware, Illinois, Rhode Is- land, Maryland, Pennsyl- vania, California, New York og District of Colombia (Waschington D.C.). UTTAN ÚR HEIMI Bush og Kerry mugu bíða Mynd: Reuters Republikanski flokk- urin hevur styrkt sína støðu bæði í Senat- inum og í Umboðs- mannatinginum VAL Í USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Demokratarnir fingu als ikki tað burtur úr kon- gressvalinum, sum teir høvdu væntað. Undan val- inum høvdu demokratarnir 48 av teimum 100 sessun- um í Senatinum, og hesa- ferð høvdu teir sett sær fyri at fáa meirilutan har. Men so varð ikki. Tað eydnaðist demokratunum at fáa tann svarta Barack Obama valdan í statinum Illinois, og hann verður tann enasti svarti senatorur- in. Undan valinum um- boðaði republikanarin Peter Fitzgerald Illinois í Senat- inum, men hann varð noyddur at taka seg aftur aftan á eina gølu um kyns- ligan ágang. Men í Georgia vann republikanarin Johnny Isakson senatssessin frá demokratinum Zen Miller. Ikki tí, demokratarnir fara neyvan at sakna hann, tí hann hevur fleiri ferðir at- kvøtt saman við republi- kanarunum, og hann mælti eisini sínum veljarum til at atkvøða fyri George W. Bush. Í South Carolina, North Carolina og Loui- siania máttu demokratarnir eisini lata republikanarar- nar fara við senatssess-un- um. Í Suður Dakota er stórur spenningur um tað endaliga úrslitið, tí har stendur á jøvnum ímillum demokrat- iska senatorin Tom Daschle og republikanska avbjóð- aran John Thune. Hetta var heldur óvæntað, tí Daschle hevur verið formaður í senatsbólkinum hjá demokratunum. Eisini í Umboðsmanna- tinginum standa republi- kanararnir sterkari aftan á valið. Har hava teir fingið fýra tinglimir aftuat. Úrslitini í Senatinum og Umboðsmannatinginum gera, at tað verður uppaftur lættari hjá George W. Bush at fáa undirtøku fyri sínum lógaruppskotum har. Um hann vinnur valið. UTTAN ÚR HEIMI Forsætisráðharrarnir í Danmark og Noregi halda, at USA eigur at leggja størri dent á altjóða samstarv í komandi forseta- skeiði VAL Í USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir hava ikki viljað gjørt viðmerkingar til, hvør eftir teira tykki átti at vinna amerikanska forsetavalið, men nú valið hevur verið, siga Anders Fogh Rasmus- sen og Kjell Magne Bonde- vik, at í næsta forsetaskeið- inum má USA leggja størri dent á at samstarva við umheimin. – Vit hava brúk fyri einum USA, sum arbeiðir meiri saman við sínum sameindu, sama hvør at enda vinnur valið, segði danski forsætisráðharrin við TV2 í gjár. Eisini norski forsætisráð- harrin vónar, at USA fer at reka ein øðrvísi uttanríkis- politikk tey næstu fýra árini. – Vit hava fingið ein spenning ímillum Evropa og USA, meðan Bush hev- ur verið forseti. Verður hann afturvaldur, vóni eg, at hann fer at byggja brýr, og at hann fer at økja sam- starvið við altjóða felags- skapir, segði Kjell Magne Bondevik við tíðinda- stovuna NTB. – Vinnur Bush, nýtist honum ikki at hugsa um at verða afturvaldur eina ferð afturat, og tað kann gera, at hansara politikkur verður øðrvísi nú, legði norski forsætisráðharrin afturat. Atkvøddu um samkynd Umframt at velja for- seta, Umboðs-manna- ting og 34 sessir í Se- natinum skulu veljar- arnir í fleiri ameri- konskum skatum taka støðu til ymsar aðrar spurningar, nú teir kortini vóru í valhølin- um. Í ellivu statum vildu myndugleikarnir hava at vita, um fólk tóku undir við at loyva sam- kyndum hjúnaløgum. Spurt varð, um mynd- ugleikarnir skuldu seta eitt ískoyti í galdandi lóg, soleiðis at tað verður staðfest, at hjúnalagið er ímillum mann og kvinnu. Atkvøtt varð í stat- unum Ohio, Georgia, Mississippi, Michigan, North Dakota, Arkan- sas, Montana, Utah, Kentucky, Oklahoma og Oregon, og alla- staðni var svarið, at ískoytið skal setast inn í lógina. Sjálvt í Oregon, har 3.000 samkynd vórðu gift í vár, var meiriluti fyri ískoytinum, men har var munurin lítil. Republikanararnir størri meiriluta í Kongressini Mynd: Reuters USA má arbeiða saman við umheiminum C M Y K 5 4