Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 211 - 4. november 2004 Nr. 211 - 4. november 2004 7 – Tað er heilt nógv sum talar fyri at byggja miðnámsskúla og heilsuskúla í Hovi og at byggja røktar- heim í Vági. Alt arb- eiðið kann vera liðugt í 2007, sigur lands- stýrið MIÐNÁMSSKÚLI OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Landsstýrið stendur fast við ætlanina at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann í ein skúladpil har, saman við heilsuskúlanum. Samstundis skal røktar- heim byggjast í Vági. Tað hevur landsstýrið nú gjørt øllum kommununum í Suðuroynni greitt. Samstundis vónar lands- stýrið, at kommunurnar í Suðuroy taka undir við ætl- anini, so at hon kann fremj- ast í verki. – Hetta hevur so nógar fyrimunir við sær, at tað vigar væl og virðiliga upp ímóti tí, at miðnámsskúlin í Suðuroy verður seinkaður eitt sindur og kanska ikki kann takast í nýtslu fyrrenn eitt ár seinni enn ætlað. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at eftir ætlan skal miðnámsskúlin í Suð- uroy verða liðugur í 2006. Eftir nýggju ætlanini hjá landsstýrinum verður hann kanska ikki liðugur fyrrenn í 2007 í staðin. Landssyrið sigur, at endamálið við nýggju ætl- anini er at røkka fleiri enda- málum í einum, sum øll eru til stóran frama fyri Suð- uroy. Í fyrsta lagi er tað nógv rationellari at byggja mið- námsskúlan og heilsuskúl- an saman mitt í oynni, held- ur enn at byggja tveir skúlar í hvør sínum enda í oynni. Í øðrum lagi ber ætlanin í sær, at alstóri tørvurin á røktarheimsplássum í Suð- uroy verður nøktaður við at byggja eitt miðalstórt røkt- arheim í Vági. Hetta fer samstundis at verða eitt stórt arbeiðspláss við støð- ugum arbeiði, serliga til kvinnur. Og í triðja lagi er talan um eina stóra verkætlan, sum verður sera arbeiðs- krevjandi og fer at verða eitt rættiligt lyft fyri hand- verks- og aðra vinnu í Suð- uroy, nú arbeiðsloysið veksur skjótt. Nógv talar fyri Landsstýrið sigur, at mið- námsskúlin í Vági fer at kosta 45 milliónir. Ætlanin er nú komin so langt, at út- grevstur og planering eru liðug, og klárt er at bjóða út. Almanna- og heilsuskúl- in á Tvøroyri, virkar undir sera trongum umstøðum, og tí er neyðugt at fara undir at fyrireika at byggja skúla har sum skjótast. Hesin skúli kann lættliga fara at kosta einar 20-25 milliónir. Landsstýrið vísur á, at fólkagrundarlagið í Suð- uroy er ikki so stórt. Sam- stundis er tað órationelt at byggja tveir skúlar, sum annars kundu havt so nógv til felags. – Tí hevur samgongan og landsstýrismaðurin í skúla- málum kent tað sum sína skyldu at taka málið upp av nýggjum og veruliga at við- gera, um ikki tað einasta rætta er at leggja skúlarnar saman, siga landsstýris- menninir Jógvan á Lakjuni og Hans Pauli Strøm við kommunurnar í Suðuroy. Og teir leggja afturat: – Tað eru sera nógv argument fyri at byggja skúlarnar saman, tí talan er um tveir miðnámsskúlar, sum eru smáir og tí gerast lutfalsliga sera kostnaðar- miklir hvør sær. – Verða skúlarnir lagdir saman, verða teir sjálvandi nógv bíligari tilsamans og rakstrarliga kunnu teir vera felags um nógv. Fyri tað fyrsta verður bert ein fyri- sitingarlig leiðsla og ein umsiting. Og síðani kunnu vit nevna felags kantinu, bókasavn og pedagogiskan verkstað, uppihaldsrúm, samkomuhøll, kunningar- tøkni, húsavørð, teir kunnu brúka lærarar hvør hjá øðr- um, o.s.fr. – Hesin samanlagdi skú- in kann gerast ein mentan- ardepil og við sínum savn- andi umhvørvi kann hann vera við til at samansjóða alla Suðuroynna. Og sam- anumtikið verður hann á allan hátt eitt nógv betri skúlatilboð og meira lokk- andi fyri ungdómin, fyrst og fremst í Suðuroy, men eisini aðrastaðni í Føroy- um, siga teir báðir lands- stýrismenninir. Suðuroy í serligari støðu Annars vísir landdstýrið á, at í eldraálitinum frá 2002 stendur, at í Suðuroyð er tørvur á til 42 stovnspláss- um til eldri. Av teimum er tørvur á 36 plássum á røkt- arheimi, harí til minnisveik. Síðani er tørvurin neyvan minkaður. Tí skjýtur landsstýrið upp at gera eitt røktarheim í Vági til 35 búfólk, og av hesum kunnu tey 15 bú- plássini vera til minnisveik. Eitt slíkt heim verður inn- rættað við búfólkarúmum, felagsrúmum, matstovu, virksemissrúmum, sam- komuhøll, gestarúmum, ergoterapi, fysioterapi, læknarúmi, fótarøkt, hár- fríðkan, køkur, vaskarí, starvsfólkarúmum, rein- gerðarrúmum o.s.f.r Tað verður mett at kosta 13,5 milliónir um árið í lønum at reka eitt slíkt heim, umframt 2,5 millión- ir til annan rakstur. – Starvsfólkatalið verður mett til stívliga 28 ársverk. Hetta kann vera eini 33 til 38 fólk, av tí at nógv av røktarstarvsfólkunum van- liga arbeiða 1/2 ella 3/4 tíð. Vanliga kostar eitt slíkt heima eina millión fyri hvørt búfólk at byggja. Sostatt fer eitt slíktheim at kosta 35 milliónir, men verður kostnaðurin fyri útgrevstur og planering, sum longu er gjørt, drigin frá, er íløgukostnaðurin tað minni. Eftir galdandi lóg skulu kommunurnar gjalda helvt- ina av hesum og landið hina helvtina, tó betalir lands- stýrið í mesta lagi 500.000 krónur fyri hvørt búfólk. Landsstýrið og samgong- an ásanna tó, at Suðuroy er í eini serligari støðu við manglandi fíggjarorku hjá flestu kommununum til at fara undir slíka verkætlan. – Tí er eru landsstýrið og samgongan sinnað til at finna eina serliga loysn, sum kann gera tað fíggjar- liga møguligt at fara undir verkætlanina sum skjótast og fremja hana, siga Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni. Teir siga, at verður farið undir verkætlanina beinan- vegin komandi ár, og røkt- arheimið verður bygt við Vágsvatn, har útgrivið er og planerað fyri miðnáms- skúlan, kunnu samráðingar verða við kommunurnar í Suðuroy fyrst í komandi ári, so at heimið verður projekterað í vár ella tíðliga í summar og so kann farast undir sjálva byggingina næsta summar. Sostatt kan heimið verða liðugt í apríl í 2007, sigur landsstýrið. Miðnámsskúli í Hovi og røktarheim í Vági um trý ár Soleiðis hugsar Leivur Nygaard á Tvøroyri sær, at eitt røktarheim kann síggja út á stykkinum vesturi á Vatninum í Vági, sum er grivið út til miðnámsskúlan. Tað hevur annars verið ført fram, at grundstykkið vesturi á Vatninum í Vági kann bara brúkast til ætlaða miðnámsskúlan og at tað tí ikki er pláss fyri einum røktarheimi har Jólasølustevna 2004 Klaksvíkar Ítróttarfe- lag skipar í døgunum 26 - 28. november 2004 fyri "Árligu Jólasølu- stevnuni". Sølustevnan í ár byrj- ar fríggjadagin 26. no- vember klokkan 18.00, og leiðslubólkurin fyri stevnuna hevur avgjørt, at dagarnir verða upp- býttir soleiðis: Fríggjadagur 26. nov kl 18.00 - 22.00 Serligur barna og ungdómsdagur Leygardagur 27. nov kl. 16.00 - 21.30 Bert fyri vaksin. Veitsla verður kl 22.15 Sunnudagur 28. nov kl 16.00 - 21.30 Familju- dagur. Leygardagin er aldurs- markið 16 ár. Hetta er gjørt soleiðis, fyri at tær luttakandi fyritøkurnar betri kunna gera seg til, at taka ímóti, og geva sær tíð til røttu viðskiftafólkini. Um fyritøkur vilja verða við á Jólasølu- stevnuni 2004, so er at melda til beinanveg á telefon: 21 67 39 Nichels Lútzen ella 21 25 60 Finn Johannessen. Seinasta freist at melda til, er leygardagin 13. november Leygarkvøldið verður veitsla í Café KÍ. Prís- urin er 250 kr fyri per- són. Eru serstøk ynski um ljós, ljóð, teknisk-an streym við meira so er bara at spyrja Nichels Lútzen um møguleikar og prísir. Politiskur fundur í Klaksvík Sum siður er, skipar Klaksvíkar Húsmøðra- felag fyri politiskum fundi í Klaksvík, har øll kvinnuligu valevnini til kommunuvalið luttaka. Fundurin verður hós- kvøldið tann 4. novemb- er klokkan 19. Fundurin fer fram á tann hátt, at fyrst sleppa øll tey kvinnuligu valevnini at leggja síni sjónarmið fram. Aftaná sleppa so áhoyrararnir at seta spurningar. Kjak mill- um valevnini ein og millum valevnini og áhoyrararnar verður eisini á skránni. Áhugabólkurin hjá Klaksvíkar Húsmøðra- felag fór undir at skipa fyri hesum politisku fundunum fyri fleiri árum síðani, og hava teir víst seg at verið áhuga- verdir og hava savnað nógv fólk. - sae – Ungi og evnaríki trombonspælarin úr Havn, Andras Olsen fekk á lítlari sam- komu, sum Konsert- felagið skipaði fyri, Volker I. Behrens legatið á 10.000 krónur. Andras helt bara, at hann skuldi spæla á samkomuni og grunaði als ikki, at tað snúði seg um eitt legat til hansara VIÐURKENNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Mánakvøldið fekk Andras Olsen Volker I. Behrens legatið áljóðandi 10.000 krónur. Hetta er eitt legat, sum Konsertfelagið letur ungum og evnaríkum tón- leikarum. Tað er nú nakað síðani, at legatið varð latið seinast, men í sambandi við, at Konsertfelagið rund- ar tey 25 árini, varð gjørt av at gera nakað eyka burtur- úr. Á einari samkomu í Listaskálanum mánakvøld- ið hevði Konsertfelagið heitt á Andras at spæla. Hann so gjørdi, og tá hann var liðugur fór hann út við trombonini. Tá hann kom innaftur og setti seg niður, fekk hann eitt bræv í hond- ina. Hetta sama brævið las Monica Stauss upp. Har stóð, at ein nevnd hevði gjørt av, at hann skuldi fáa Volker Behrens legatið. – Eg visti av ongum. Trúði bara, at eg skuldi spæla til samkomuna og so onki meira, greiðir Andras frá í telefonini úr Keyp- mannahavn. Hann er í ferð við at taka tað seinasta árið av sínari útbúgvin á Kongeliga Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Til Amerika Andras sigur, at hann bleiv øgiliga bilsin av viðurkenn- ingini men sjálvandi ovur- fegin. Hann hevur hugsað um at fara til USA at nema sær størri kunnleika innan blásiteknikk á einum skúla í antin New York ella Chicago. – Har hava fleiri verið, og eg havi fingið at vita, at tey hava ein heilt serligan blásiteknikk har yviri, sum ein simpulten má royna, greiðir Andras frá. Talan er um eitt uppihald í USA upp á umleið fýra vikur. Tað er kostnaðarmik- ið. Andras metir, at tað kosta einar 30.000 krónur. – So hasar 10.000 krón- urnar eru eitt gott ískoyti, tað er púra vist, sigur hann. Nær Andras ætlar at fara til USA, veit hann ikki. Tað er nevniliga ikki so, at hann bara kann fara. Tað skal tilrættisleggjast nágreini- liga. Hann greiðir frá, at ein helst skal boða frá minst eitt hálvt ár frammanundan, so at nakrir tímar kunnu fastleggjast. – Tað nyttar lítið at fara yvir har bara til einar tveir tímar. Tað skal helst vera einir tíggju, kundi eg hugs- að mær, sigur Andras. Men fyri fyrst er hann í ferð við at venja hart bæði í sambandi við sína útbúgv- ing og í sambandi við yms- ar konsertir, sum hann skal spæla til í onkrum av úr- mælisbólkunum, sum hann spælir við í niðri. Annars er Andras nógv heima í Føroyum og spælir. Bæði við Havnar Hornor- kestri og Føroya Symfoni- orkestri, har hann má sigast at hava slitið sínar barna- og ungdómsskógvar. Andras tikin á bóli Fyri umleið hálvum øðrum ári síðani kom fyrsti nýbygningurin á Viðareiði í sjeyti ár til Føroya. Tað var Gáshøvdi hjá Pf Kneysi. Um eitt hálvt ár kemur næsti nýbygningurin. Hesu- ferð er tað Varðin hjá PF Stíggjar - eisini á Viðareiði NýBYGNINGUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Herfyri varð enn ein ný- bygningur hjá viðoyingum flotaður á skipasmiðju í Gdansk. Báturin varð sleip- aður til Hvide Sande í Dan- mark, har hann verður gjørdur liðugur. Tað er P/F Stíggjar á Viðareiði, sum byggir nýggjan trolara ístaðin fyri gamla Varðan. Joen Jakke Heinesen av Viðareiði sigur, at sambært sáttmálanum skal nýggi Varðin verða liðugur tann 10. apríl. – Men vit royna at skunda undir arbeiðið, tí 2. apríl lata jú tey stongdu toskaøkini uppaftur, og tá hevði verið gott at havt nýggja bátin, sigur hann. Tænt fyri sítt breyð Joen Jakke greiðir frá, at avgerðin um at lata nýggjan Varða byggja varð tikin fyri umleið einum ári síðani. – Varðin, sum vit sigla við nú, er væl og virðiliga útslitin, so hann hevur tænt fyri sítt breyð, heldur hann fyri. Hvat fer at henda við gamla Varðanum, tá tann nýggi er liðugur, veit Joen Jakke tó ikki. – Eg veit ikki, hvat er so lokkandi við einum goml- um træbáti við ongum fiskiloyvi. Eg kundi í- mynda mær, at onkur kanska keypir motorin og so víðari, men nú fáa vit at síggja, sigur Joen Jakke og leggur afturat, at hann hev- ur fingið onkrar fyrispurn- ingar, men onki ítøkiligt kortini. Eisini vísir hann á, at tað ikki riggar líka væl at trola á landleiðini eftir flatfiski við einum gomlum træbáti. Tá heldur hann, at teir nýggjari trolbátarnir eru so nógv betur útgjørdi og egn- aðir til tað endamálið. – Flatfiskurin á landleið- ini hevur verið tað berandi hjá okkum. Tann fiski- skapurin hevur verið javnt góður seinastu trý árini. Tá hevur toskurin heldur verið nakað svikaligur til tíðir, greiðir Joen Jakke frá. – Hetta er kanska ikki tann heilt rætta tíðin til nýbygningar við høgum oljuprísum og svingandi fiskaprísum. Men rentan er í øllum førum lág, stað- festir Joen Jakke, sum tó kortini undirstrikar, at hann hevur gott mót. Góðar umstøður Tað verða munandi betur arbeiðsumstøður umborð á nýggja Varðanum. Hann er innilokaður. Tað vil siga, at eitt dekk er omaná, og eitt niðriundir, har tað so verð- ur arbeitt við fiskinum. Nýggi Varðin er áleið somu stødd, sum teir báðir trolbátarnir, sum verða bygdir á Tórshavnar Skipa- smiðju. Skipið er góð 100 GT og lastar 500 kassar. Londin er 18,75m og breiddin er 6,20 m. Nýggi Varðin væl á veg Fyri umleið tveimum vikum síðani varð nýggi Varðin hjá PF Stíggjar á Viðareiði flotaður á skipasmiðju í Gdansk. Báturin varð sleipaður til Hvide Sande í Danmark, har hann verður gjørdur liðugur Andras Olsen varð fullkomuliga tikin á bóli, tá hann fekk Volker I. Behrens legatið á 10.000 krónur. Hann fegnast um pengarnar og sigur, at teir koma væl við til eina ferð til USA at menna sítt trombonspæl, sum hann hevur ætlanir um at gera einaferð í framtíðini Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6