Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 211 - 4. november 2004 Nr. 211 - 4. november 2004 9 Í samband við, at nýggi tilbygningurin til Røktar- og Ellis- heimið í Runavík varð reistur týsdagin, skipaði stovnurin fyri lítlum reisigildi, har stýrið og onnur umboð fyri stovnin, borgarstjórar í Eysturoy og umboð fyri arbeiðstakarar vóru boðin til drekka- munn og køkur REISIGILDI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eini 40 fólk vóru savnaði til løtuna, har Sæunn Ó. Hansen, formaður í stýrin- um, beyð vælkomin og leiðarin á Røktar-og Ellis- heiminum, Tordur J. Nicla- sen, segði nøkur orð. Tað er Teknistovan við Gøtugjógv, sum hevur teknað, projekterað og hev- ur eftirlitið við arbeiðinum, og í hesum sambandi segði Henning Olsen, sum starv- ast á teknistovuni, nøkur orð um byggingina. Teknistovan hevur eisini staðið fyri útbjóðingunum. 24 búpláss aftrat Henning Olsen sigur, at nýggi tilbygningurin, sum verður bygdur norður úr verandi bygningi, verður tilsamans 2300 fermetrar stórur, harav kjallarin er 400 fermetrar. Hann sigur, at tilbygning- urin verður bygdur í sama stíli sum verandi – úr timbri og við flagtekju. – Arbeiðið hevur gingið væl, og sambært byggiætl- anini stendur nýggi partur- in av Røktar- og Ellisheim- inum í Runavík liðugur á vári 2006. Henning sigur, at pláss verður fyri 24 búfólkum aftrat, tá ið arbeiðið er lið- ugt. – Salurin í verandi bygn- ingi verður bygdur um til átta kømur, og síðan verða 16 kømur í nýggja partin- um. Umframt kømur og nýggjur salur, verður eisini rúm til fysioterapi í nýggja bygninginum, sigur Henn- ing. Hann væntar, at samlaði kostnaðurin av uppíbygg- ing og umbygging verður stívliga 30 miljónir krónur. Fleiri arbeiðstakarar Útbyggingararbeiði á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík byrjaði í august mánaða í fjør. Tað var JHR, sum stóð fyri útgrevstri og planering, og síðan tók Byggiservice sær av betongarbeiðinum. Høvuðsarbeiði, sum nú er eftir, fevnir í fyrsta lagi um timbur, hita og el, og hesum partinum stendur Búsetur fyri, men felagið hevur fleiri undirveitarar at hjálpa sær við hesum. Tað er P/F Sofus M. Jacobsen, sum hevur projekterað alt HVS- arbeiðið. Sum nevnt er Sæunn Ó. Hansen formaður í stýrin- um fyri Røktar-og Ellis- heimið í Runavík, og for- maður í bygginevndini er Henning Jacobsen, fyrrver- andi landsverkstøðingur, sum er byggikønur. 24 búpláss aftrat í Runavík Mikudagin varð kjallarin í eldrasam- býlinum á Eiði alment tikin í nýtslu. Har er pláss fyri fimm fólkum aftrat teimum 10, sum búgva í ovaru hæddini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikudagin var móttøka á Eiði í samband við, at kjall- arin í eldrasambýlinum nú alment er tikin í nýtslu. Bygningurin stóð liðugur í 1998, og tá fluttu 10 fólk inn í ovaru hæddina at búgva. Kjallarahæddin var tá ikki innrættað, men hetta arbeiðið er nú fingið frá hondini. Tordur J. Niclasen, borg- arstjóri á Eiði, sum var for- maður í bygginevndini, tá ið sambýlið varð bygt, sig- ur, at í byrjanini var sam- býlið so mikið rúmsátt, at pláss eisini var fyri nøkrum fólkum í grannabygdunum. – Men tørvurin av røkt í Eiðis kommunu hevur sein- astu árini verið veksandi, og tí tók sitandi bygdaráð stig til at innrætta kjallara- hæddina, soleiðis at pláss nú er fyri tilsamans 15 bú- fólkum. Tordur sigur, at Hans J. í Kollsbyrgi var borgarstjóri á Eiði, tá ið eldrasambýlið var bygt, og sum formaður í bygginevndini tá ber hann táverandi borgarstjóra og bygdaráði alt tað besta. – Eg haldi, vit høvdu eitt fyrimyndarliga gott sam- starv, sigur hann. Nýggj kømur og wc Borgarstjórin sigur, at um- framt nýggju kømrini í kjallarahæddini, eru vc’ir nú eisini gjørd inni á hvørj- um kamari í ovaru hæddini. – Í ovaru hæddini vóru bert nøkur felags wc’ir, men nú hevur so hvørt kamar í húsinum sítt egna wc. Tordur J. Niclasen sigur, at samlaði kostnaðurin av eldrasambýlinum á Eiði liggur um 6 miljónir krón- ur, harav tann parturin, sum nú er tikin í nýtslu, liggur um 2 miljónir krónur. Hann er væl nøgdur við hesa íløgu, sum í peningi liggur væl niðanfyri íløg- una í onnur eldrasambýli, sum bygd eru í oynni. – Tað kann vera, at onnur sambýli eru rúmligari og størri – og alt gott um tað, men búfólkini í eldrasam- býlinum á Eiði stórtrívast, sigur ein fegin borgarstjóri sum rósar undanfarna bygdaráði fyri, at tey settu hol á og framdu hesa bygg- ing. Tordur J. Niclasen sigur, at Eiðis kommuna fram- haldandi er við í Røktar-og Ellisheiminum í Runavík og teirri útbygging sum nú fer fram har. Fimm búpláss aftrat á Eiði – Tað kann vera, at onnur sambýli í Eysturoynni eru rúmligari og størri – og alt gott um tað, men búfólkini í eldrasambýlinum á Eiði stórtrívast, sigur ein fegin borgarstjóri sum rósar undanfarna bygdaráði fyri, at tey settu hol á og framdu hesa bygging Mynd: Vilmund Jacobsen Tordur J. Niclasen, leiðari á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, Sæunn Ó. Hansen, stýrisformaður og Henning Jacobsen, formaður í bygginevndini. Mynd: Maria Olsen Her greiðir Henning Olsen, sum starvast á Teknistovuni við Gøtugjógv, frá byggingini Mynd: Maria Olsen Marja Lamhauge, formaður í sosialu nevnd í Runavíkar kommunu, Haldóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu kommunu og Marjun Gaardbo, borgarstjóri í Nes kommunu Mynd: Maria Olsen So stendur nýggi parturin av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík reistur Mynd: Teknistovan við Gøtugjógv Hvat er at gera við Jago? Sjúrður kennir ikki Tobba Viðmerking til Finnboga Ísakson Sjúrður Skaale Skalt tú náa málum í pol- itikki, mást tú samstarva. Og fortreytin fyri samstarvi er eitt minstamark av áliti. Tá má vera álit millum fólk í sama flokki. Tá má vera álit millum flokkar, sum skulu samstarva. Og tað má vera álit millum flokkar og veljarar. Um ein persónur er álít- andi, er nakað sum bara onnur kunnu gera av. Álit er nakað, tú mást vinna tær. Skalt tú vinna tær álit, mugu onnur vita so toluliga væl hvar tú stendur, hvat tú meinar, og hvussu tú bert teg at. Tað krevur, at fólk kenna teg. Tað krevur eisini at tú heldur teg til sannleikan - hóast tað kann vera freist- andi at lúgva. Skalt tú vinna tær álit mást tú eisini virða rættin hjá øðrum at seta fram sína meining. Tað krevur ikki minst at tú ert loyalur. At tú tosar við tey, tú samstarvar við, og at tú hevur dirvi til at loysa ósemjur mann til mann. Hevur ein persónur ikki hesar eginleikar, er einki grundarlag undir áliti - og harvið er heldur einki grundarlag undir politisk- um samstarvi. Hvat nú um... Hvat nú um tað í einum flokki er ein maður, sum ikki hevur nakran av hesum eginleikum? Ein maður, sum eingin kennir - heldur ikki tey, sum hildu seg kenna hann? Hvat nú um tað í einum flokki er ein maður, sum uttan at himprast leggur eftir fólki - eisini parta- monnum - við óndsinnað- um lygnum, um hann held- ur hetta gagna sær betur enn sannleikin? Hvat um hesin maður heldur ikki aftrar seg við at svína út familjuna hjá teim- um, hann leggur eftir, og draga púra ósek fólk inn í sítt díki av óndsinnaðum lygnum? Hvat nú um hann ikki hevur so frægt av mans- beini, at hann torir at tosa andlit til andlits við tey, hann óður við? Hvat nú um hann er so dirvisleysur, at hann steinar fólk í ryggin, fyri síðani at krógva seg? Og hvat nú um hesin dirvisleysi maður enntá fer so langt, at hann hóttir fólk, sum ætla sær at siga sína meining alment? Hvat er at gera við Jago? Í sjónleikinum Othello vísir Shakespeare okkum ein falskan dirvisloysing - Jago. Við at planta lygnir og skapa split millum onn- ur, roynir hann at vinna sær sjálvum fyrimunir. Tað, hann oyðileggur rundan um seg, leggur hann vertin á; hann hugsar bara um seg sjálvan. Jago hjá Shakespeare kemur ikki úr ongum. Høv- undurin mann hava møtt fleiri á síni leið, tí nógv fólk bera seg at sum Jago. Viðhvørt ber ikki til at steðga teimum, tí tey ar- beiða í tí dulda. Men hvat nú um ein Jago stendur ovarlaga í einum politiskum flokki? Og hvat nú um øll vita tað? Ja, so er at gera tað, sum gerast skal. Og øll vita, hvat tað er. Jago má vísast á dyr. Lata onnur sær lynda, at Jago ærumeiðir, lýgur og baktalar fólk, eru tey líka dirvisleys sum hann. Og so fær flokkurin hvørki virka í samongu ella andstøðu. Allur politikkur druknar í Jagosa runudíki av hóttan- um og útspilling. Er tað støðan, hevur eingin veljari nakra orsøk til at velja flokkin. Og hvør troystar sær at vera limur í einum flokki, sum virkar sambært hugburðinum hjá Jago? Tey munnu vera fá. Ja, tey munnu valla vera nógv fleiri enn Finnbogi Ísakson. So í eini slíkari støðu er neyðugt at velja. Og valið er einfalt. Tað stendur mill- um Jago og flokkin. Velur flokkurin Jago, velur hann sín egna undirgang. Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen hava seinastu árini verið í tøttum sam- starvi bæði á Christi- ansborg og á Fregn- um. Sjúrður Skaale leggur Tobba undir at lúgva og svína fólk út STRÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Eg havi arbeitt tætt saman við honum á Christiansborg í tvey ár, og eg helt tí, at eg kendi hann, men eftir hesa útspillingina kann eg siga, at eg slettis ikki kenni mannin aftur. Vit hava arbeitt so nógv saman, og tað er ræðandi at koma eft- ir, at tú als ikki veitst, hvar tú hevur hann. Eg eri sjok- eraður av útspillingini frá honum. Sjúrður Skaale og Tór- bjørn Jacobsen hava verið samstarvsfelagir í fleiri ár. Samfelagsfrøðingurin, Sjúrður Skaale, hevur bæði verið skrivari hjá Tórbjørn Jacobsen á Fólkatingi og eitt tíðarskeið var hann eisini blaðstjóri á Fregnum, sum nú útihýsti tjóð- veldismaðurin var eigari í. Sjúrður Skaale er seinasti tjóðveldismaðurin, sum leggur seg út í persónsstríð- ið millum Tórbjørn Jacob- sen og Høgna Hoydal. Lýgur Í lesarabrævi í Sosialinum í dag leggur fyrrverandi skrivarin hjá Tórbjørn Jac- obsen á Christiansborg hann undir beinleiðis at lúgva, svína fólk til og steina fólk í ryggin. Spurdur, hvørjar lygnir, hann sipar til í lesarabræv- inum, svarar Sjúrður Skaale, at tað er grov lygn, at Høgni Hoydal kann samanberast við manupulatorar sum Pol Pot, Hitler og Stalin. – Tað er ein grov lygn, at Høgni Hoydal er ein manu- pulator, sum kann saman- berast við heimsins størstu bølmenni. Tað er jú heilt burturvið, sigur Sjúrður Skaale Hann vísir eisini á, at tað er ein beinleiðis lygn, at Høgni Hoydal verður stýrd- ur av pápanum, Kjartan Hoydal, úr London, sum Tórbjørn Jacobsen vil vera við. – Eg havi arbeitt við Høgna í seks, og tað er full- komliga langt úti, at hann skal verða stýrdur av pápa sínum. Her ikki talan um annað enn ærumeiðing og útspilling, sigur hann Óskiljandi Nógvar gitingar hava verið um orsøkina til stríðið mill- um Høgna Hoydal og Tór- bjørn Jacobsen. Fíggjarligu viðurskiftini á Fregnum og eitt stríðsval um fólkatings- sessin hava verið nevnd sum orsøkir til stríðið. Sjúrður Skaale hevur arbeitt nógv saman við báð- um høvuðspersónunum, og hann dugir ikki at siga, hvat er hent millum Høgna Hoy- dal og Tórbjørn Jacobsen. – Eg skilji tað ikki, og eingin skilir tað. Tað ein- asta eg veit, at Tórbjørn Jacobsen hevur verið ómansligur, dirvisleysur og uttan fyri alt mark. Undir ábyrgd Í Sosialinum týsdagin rør fyrrverandi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Finnbogi Ísakson fram undir, at Tjóðveldisflokkur- in er ódemokratiskur, og sonevnda Hoydals-doktrin setir talu- og skrivifrælsi úr gildi í flokkinum. – Eg veit snøgt sagt ikki, hvat hann meinar við. Eg er samdur við honum, at tali- og skrivifrælsi skal ráða flokkinum, men tað skal sjálvsagt verður undir ábyrgd. Tú kanst ongantíð verja teg við tali- og skrivi- frælsi, at fólk spilla onnur út og baktala. Tað er vittleyst at verja lygir og útspilling við talufrælsi. Eg eri vísur í, at varð Finnbogi Ísakson spilt- ur út upp á handan mátan, so hevði hann ikki vart seg við talifrælsi. Eg haldi snøgt sagt hatta er grotekst av Finnboga, vísir Sjúrður Skaale á. Sjúrður er samdur í, at flokslimir skulu hava loyvi at vera rúkandi ósamdir og hava øðrvísi sannføring um ymisk mál, men tað mál altíð hava samband við sannleikan og veruleikan Røtt avgerð Sjúrður Skaale er sann- førdur um, at Tjóðveldis- flokkurin gjørdi rætt við at útihýsa Tórbjørni Jacobsen úr flokkinum. Hann vísir á, at atburðurin hjá Tórbjørni Jacobsen hevði ikki gingið nakra aðrastaðni í heimin- um. – Tað sigur seg sjálvt, at eingin kann góðtaka slíkan atburð. Eingin javnaðar- maður hevði sloppið óskak- aður at framt ógvuslig álop á Jóannes Eidesgaard, pápa hansara og familjuna, og tí mátti avleiðingin verða ein útihýsing. Sjálvsagt mátti tað fáa avleiðingar, tí fólk kunnu ikki kenna seg væl í einum Tjóðveldisflokki, har tað loyvt at svína hvønn annan út, sigur hann. Kommunuvalið Um ein lítla viku verður kommunuval kring landið, og leysatíðindi í donskum fjølmiðlum vilja vera við, at eitt Fólkatingsval lúrir um ársskiftið. Spurdur um tað er væntandi, at fólk fara at himprast við at velja flokkin eftir alt rokið sein- astu tíðina, svarar Sjúrður Skaale, rokið seinastu tíð- ina kann gerast ein vanlukka fyri flokkin. – Skal Tjóðveldislokkur- in hava nakran møguleika til kommunuvalið ella Fólkatingsvalið gerst neyð- ugt, at flokkurin fer undir at byggja trúvirðið aftur, tí tað sigur seg sjálvt at einki fólk ynskir at atkvøða fyri einum flokki, har limirnir svína hvønn annan úr og traðka hvønn annan, sigur Sjúrður Skaale at enda. – Eg havi arbeitt tætt saman við honum á Christiansborg í tvey ár, og eg helt tí, at eg kendi hann, men eftir hesa útspillingina kann eg siga, at eg slettis ikki kenni mannin aftur. Vit hava arbeitt so nógv saman, og tað er ræð- andi at koma eftir, at tú als ikki veitst, hvar tú hevur hann. Eg eri sjokeraður av útspillingini frá honum, sigur Sjúrður Skaale, sum hevur arbeitt tætt saman við Torbjørn Jacobsen seinastu mongu árini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8