Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 211 - 4. november 2004 Nr. 211 - 4. november 2004 11 Amerikanska valið er avgjørt. Bush verður fýra ár afturat í Hvítu húsunum, og Republikanski flokkurin eigur meirilutan í báðum tingunum í Kongressini - Senatinum og Umboðsmannatinginum. Fyri heimsins elsta nýmótans fólkaræði var tað kærkomið, at tað hesa ferð vóru so mong, sum nýttu demokratiska rættin og at- kvøddu. Fleiri ferðir hevur valluttøkan verið niðanfyri 50 prosent. Tað hevur í sær sjálvum verið ræðandi. Fyri fýra árum síðani varð valið avgjørt við dómi. Tað tykist ikki verða neyðugt hesa ferð. Fólkið hevur talað, og eingin ivi er um úrslitið. Spurningurin er so, hvat úrslitið av valinum fer at verða brúkt til. Tað hevur ikki bara áhuga í USA, men kring allan heimin og eisini her hjá okkum. Tveir høvuðsvegir hómast. Annar er óhugnaligur og ræðandi, og hin er meiri mildur og ynskiligur. Tað er ein møguleiki, at Bush og hansara menn fara at nýta góða valúrslitið hjá republikanarunum at skerpa uppaftur meiri ta linjuna, sum teir higartil hava staðið fyri. Teir kunnu siga, at teir vunnu fólkaatkvøðuna um Bush, og at amerikanarin vil hava meiri av politikkinum, sum hevur verið rikin seinastu fýra árini. Hetta fer at bera við sær, at munurin millum tey ríku og fátøku í USA fer at verða uppaftur størri, enn hann er vorðin seinastu árini. Hetta fer eisini at bera við sær, at USA uppaftur meiri enn higartil fer at ganga sína egnu leið í altjóða politikkinum. Bush hevur ikki kent trongd til at finna semjur við eitt nú Europa. Heldur er hann lopin avstað, og so hevur hann roknað við, at Europa hevur fylgt í fótasporum hansara. Hetta hevur havt stórar spenningar millum higartil sjálvsagdar allieraðar við sær. Um Bush fer at gera uppaftur meiri av hesum, so fer USA at verða í uppaftur størri andsøgn við bæði Europa og ST, enn teir longu hava verið. Tað hevur heimurin ikki brúk fyri. Ein annar møguleiki er, at Bush heldur enn at skerpa harðrendu linjuna, sum hann higartil hevur staðið fyri, fer at saðla av nýggj- um. Tað eru tað fleiri, sum bæði vóna og kanska eisini vænta, at hann fer at gera. Tá ið ein amerikanskur forseti er afturvaldur, er tað greitt, at hann ikki aftur skal vigast á vágskálini hjá velj- arunum. Um fýra ár verður George W. Bush fyrrverandi forseti, og tá fer tað hjá honum fyrst og fremst at telja, hvat eftirmælið heimurin fer at geva honum. Sum øll onnur so vil Bush fegin hava eitt gott skoðsmál. Um skoðsmálið skal vera gott hjá einum stórum meiriluta av amerikanarunum, so eigur Bush at leggja eina meiri hóvliga linju í innanríkispolitikkinum. Tí er neyðugt hjá honum at vísa størri sosiala tilvitan, enn hann higartil hevur gjørt. Um skoðsmálið skal vera gott í heimssamfelagnum, so er neyð- ugt hjá Bush at finna betri felags stev við ST og teir sameindu. Ikki minst í Europa. Hetta eigur eitt nú at vera galdandi, tá ið tað snýr seg um viðurskiftini við Irak og í Miðeystri sum heild, har tað fyrst og fremst er ein loysn á trupulleikanum millum Ísrael og palistinensarnar, sum er alneyðug. Og hetta eigur eisini at vera galdandi í viðurskiftunum millum heimsins ríkasta land og menn- ingarlondini, sum stríðast við basalar trupulleikar, sum mugu loysast, um talan skal gerast um nakran sum helst framburð. Velur Bush at leggja seg á meiri hóvliga kós, enn hann higartil hevur gjørt, so er tað greitt, at turbolensurin fer at verða stórur í baklandinum hjá honum. Bush sjálvur fer neyvan at hava trupul- leikar at liva við hesum. Spurningurin verður heldur, hvussu hetta hevði ávirkað flokkin hjá honum at varðveita valdið, tá ið tað aftur verður forsetaval um fýra ár, og tá ið Umboðsmannatingið og partar av Senatinum aftur skulu veljast um tvey ár. Vit mugu vóna tað besta, men spurningurin er, hvussu veruleikanært tað er at bera vónina um samvinnu og samstarv. Høgravongurin í USA hevur talað, og hann hevur vunnið. Mest upplagt tykist tað vera, at hugsjónarliga svøðrið fer at verða hvest, og tað verður ikki heppið fyri stórar partar av fólkinum í USA og fyri ST og teir flestu av teimum sameindu hjá USA. DAGSINS MEINING Sosialurin Veruleikin, vónin og ræðumyndin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Robert Vilhelmsen Valevni Javnaðarfloksins - listi C Nógv foreldur hava dagliga og í summarfrítíðin stóran ampa av, at kommunan vantar eina nøktandi og virðiliga frítíðarskúlaskip- an. Frítíðarskúlaskipanin skal nøkta tørvin hjá børn- um og foreldrum og tískil eisini tillagast arbeiðs- marknaðinum. Summarfrítíðin, heyst- frítíðin og aðrar frítíðir hjá skúlunum og arbeiðsmark- naðinum eru ikki í samsvar og tí má frítíðarskúlaskip- anin tillagast hesum veru- leika. Kommunan skal virka fyri, at øll børn upp til 3. flokk fáa tilboð um eina virðiliga frítíðarskúlaskip- an. Umráðandi er, at skúli og frítíðarskúli sum høv- uðsregla liggja tætt at hvørjum øðrum, soleiðis, at børnini trygt kunnu ganga í millum stovnarnar. Tørvur er eisini fyri eini skipan við m.a. ungdómshúsum til størru børnini. Ein skipan við systk-ina- avsláttri skal setast í verk skjótast gjørligt. Við tínum stuðli og at- kvøðu fer hetta at vera eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórshavnar kommunu. Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar! Sámal í Gong Valevni á lista H til býráðsvalið Seinastu árini hava borg- arar verið vitnir til, hvussu vitleyst skipast kann fyri bústaðabygging. Raðhús hava stungið seg upp ymsa staðni í býnum, og tórført er at fáa eyga á nakað skynsemi: Raðhús og dup- ulthús hvørt meiri skila- leyst enn annað - og til ein kostnað har familjan aldrin verður bótafør, men skal knógva undir spekulativum seljarum og byggiharrum, ið einans hava havt egnan vinning fyri eyga. Formaðurin fyri Byggi- og Býarskipanarnevnd bý- ráðsins tosaði fyri árum síðan um alternativa íbúð- arbygging. Hvat er komið av skafti ? Einki- ikki tað allarminsta – annað enn ovurhonds kostnaðarmikil og ófantalig dømi uppá rað- og dupulthús. Velja tit meg til komandi býrað, verður lagt ítøkiligt uppskot fram, at byggi- harrar, familjur og støk í felag – sum ein byggiharri ella minni eigarafelag við 6-10 eigarum ella fleiri - kann fáa tilluta byggiøki í størri heildarbygging, og sjálvi standa fyri bygging- ini. Við sjálvi at planleggja og skipa eina verkætlan til t.d. raðhús ella tætta og lága bygging, og sjálvi bjóða arbeiði út í almenna ella innbodna lisitatión, er heilt nógv at vinna, ja fleiri hundrað túsund krón- ur undir enn verandi loysn- um, býráðið hevur latið upp í hendurnar á einstøkum spekulantum. Eitt 6-10 familju eigara- felag kann sjálvt standa sum byggiharri og kann tá fáa sett egið ynski til inn- rætting og skipan av bú- staðnum og samstundis fáa trygd fyri kravdari byggi- dygd. Felags innkeyp av til- fari og innbúgvi – 8 kom- fýrar, 8 kuldaskáp, 8 frysti- boksir – og annars alt neyð- ugt, ið hóskar til skilagott felags innkeyp – verður avsláttur til eigarafelagið – og ikki privata byggi- spekulantin. Við stuðli til mín, til býráðsvalið, skal verða púra vist, at alternativ bú- staðabygging veruliga verður alternativ – fyri familjuna og fíggingar- stovnin. Frítíðarskúlar til 2. og 3. flokk - sum muna! VAL04 Alternativ bústaðabygging VAL04 Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Allan Hjaltalin Valevni miðfloksins til Tórshavnar býráð Tórshavnar kommuna út- byggir vegir og havnir sum ongantíð fyrr. Alt gott um tað, men nú er tíðin komin, at vit eisini hugsa um okkara eldru og veikastu. Vit hoyra dag og dagliga um eldri borgarar, ið hava tørv á hjalp ella eini eldraíbúð, tí tey klára seg ikki einsamøll ella eru vorðin sjúk, men tørvur teirra verður tó ikki gingin á møti. Hetta vil eg arbeiða fyri verður broytt. Vit hava eisini ein stóran tørv, tá ið tað kemur til okkara veikastu, brekaðu og sjúku. So kann ein siga at hetta er ein landspolit- iskur trupuleiki, men vit kunnu í minsta lagi syrgja fyri at okkara egnu borg- arar í Tórshavnar kommunu hava tað gott. Hesi fólk vera mangan nýtt sum kastibóltur millum land og kommunu, men veruleikin er tann, at vit mugu taka okkum saman og hjálpa hesum fólkum. Um hetta er lands- ella kommunupolitikkur kann vera líkamikið, hetta eru borgarar í Tórshavnar kommunu, og skulu tí hava tað hjálp, ið allir borgarir hava rætt til. Gev mær tína atkvøðu við býráðsvalið ‘04, og eg skal arbeiða fyri at allir borgarar í Tórshavnar kommunu skulu hava tað gott og hava somu rættindi. Eldraíbúðir og sambýli skulu byggjast ! VAL04 VIÐMERKINGAR Jói Winther Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Tórshavnar kommunu Borgarstjórin gremur seg í bløðunum um, at starvsmannafelagið roynir av øllum alvi at fella hann. Tað sýnist sum borgarstjórin sjálv- ur klárar tað, við sínari vánaligu handfaring av starvsfólkamálum. Her má broyting koma í, og bjóða vit okkum fram, so skil kann koma á. Tað nyttar ikki hjá starvs- mannafelagnum bert at gremja seg, men mugu limirnir royna at velja onnur inn í býráðið, um broyting skal koma í. Starvsmannafelagið má heita á arbeiðsfólki hjá Tórshavnar kommunu, um at seta krossin í rætt stað. Eg vil hjálpa tykk- um sum geva mær á- byrgd 9 novembur. Gott val Kommunan fyri øll Jan Danielsen Nú nærkast so aftur til kommunuval, og valevnini royna at tekkjast veljarun- um á ymsan hátt: Nøkur skriva í fjølmiðlunum, nøkur ganga hús úr húsi við faldarum við alskyns val- lyftum, nøkur heilsa uppá fólk fyri at bidda atkvøður, nøkur ringja til veljaran fyri á tann hátt at ávirka o.s.fr. Felags fyri tey flestu er helst, at tey royna at sloysk- ast fyri fólki, sum tey ikki hava tosað við í næstan fýra ár. Tað ætli eg mær ikki at gera. Eg vil við hesum skrivi, bert heita á allar veljarar í Nes kommunu, um at fara á val 9. november fyri at greiða atkvøðu. Vel mann ella kvinnu, sum tú hevur álit á, við sínum fullu fimm eitt heilt valskeið ert ført fyri at taka skilagóðar av- gerðir, øllum borgarum at frama. Avgerðir, sum ikki eru ávirkaðar av, um nakrar eyka atkvøður eru at heinta til komandi val. Annfinn Brekkstein valevni fyri sambandsflokkin til býráðsvalið Nú Velbastaðar/Kirkjubøar kommuna hevur at valt at leggja saman við Tórshavn- ar kommunu, kann eg bert staðfesta, at okkara saman- legging hevur verið ein fyrimynd fyri, hvussu ein samanlegging skal fremj- ast, samstundis sum saman- leggingin er gott dømi um, hvussu stóra virðing og góðan vilja Tórshavnar kommuna hevur víst. Síðani vit skrivaðu undir sáttmálan um samanlegg- ingina í mai mánaði í fjør hevur Tórshavnar komm- una gjørt av at byggja barnagarð til umleið. 60 børn á Velbastað. Hetta stóð í samanleggingarsátt- málanum, og farið verður undir arbeiðið í ár. Eg kann eisini nevna, at Tórshavnar Kommuna somuleiðis á býráðsfundi fyri tveimum vikum síðani samtykti at seta 100.000 krónur av til eina verk-ætl- an, ið fegnir um útbygging av Velbstaðar skúla. Rusk- innsavningin er samskipað við Kommunalu Orku- og Brennistøðina, og soleiðis kundi eg hildið fram við dømum um framúru góðan samstarvsvilja. Býráðið í Havn hevur til punkt og prikkar livað upp til allar tær avtalur, sum gjørdar eru, og er tað tí við stoltleika og einari spenn- andi avbjóðing fyri framm- an, at undirritaði hevur gjørt av at stilla upp til bý- ráðsvalið. Høvðustaður okkara er ein fyrimynd og ein perla at sleppa at virka undir - bæði innan vinnuna, ítróttin og mentanina. Vit hava eina vælskipaða kommunu, har havnarviðurskiftini eru ment vinnuni at gagni, umframt at kommunan hevur gjørt fýra rundkoyr- ingar, so ferðslan gongur lættari og smidligari. Haraftrat kunnu nevnast skúlaútbyggingar í Havn, Kollafirði og nú á Velba- stað, og eisini eru tvær ítróttarhøllir komnar. Barnaansingartørvurin er loystur, og dagstovnar fyri tilsamans 87 milliónir krónur eru bygdir. Tjarnar- garður er latin upp sum ellis- og dagheim fyri minnisveik, umframt til uppvenjing fyri eldri borg- arar. Síðst, men ikki minst, er Tórshavnar kommuna nú skuldarfrí og kann komandi ár gera íløgur fyri tilsamans 89 milliónir krónur. Var- semi og skynsemi í fíggjar- viðurskiftum er ein fortreyt fyri framhaldandi menning og framburði í kommununi, samstundis sum virðingin fyri einstaka borgaranum verður sett í hásæti. Hesum vil eg arbeiða fyri. Áheitan á allar borgarar í Nes Kommunu VAL04 Okkara høvuðstaður – ein fyrimynd og ein framtíðarperla VAL04 VAL04 Elin Lindenskov býráðslimur valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Í Danmark eru kvinnur, sum arbeiddu fyri kvinnusakini hetjur. Eg var í føðingardegi hjá systir mínari í Keyp- mannahavn seinasta vikuskifti. Tá vit skuldu fara heimaftur, fóru vit av høvuðsjarnbreytar- støðini og út í Kastrup við toki. Á tí eina vegg- inum í tokinum var ein søga um eina av fyrstu kvinnusakskvinnunum í Danmark. Hon hevði skrivað fyrstu bókina um korini hjá kvinnun í danska samfelagnum. Hóast bókin einans gjørdi vart við viður- skifti, sum eru sjálvsøgd í dag, misti hon arbeiði sum lærari og var út- stoytt av samfelagnum og doyði undir ússalig- um korum. Henda kvinna verður heiðrað sum ein hetja av danska samfelagnum ídag. Av monnum eins og kvinn- um. Eg gleði meg til tann dag, tá vit í Føroyum á sama hátt fara at heiðra tær kvinnur, sum vit kalla reyðsokkar. Tí tær hava veruliga gjørt eitt stórt arbeiði fyri okkum eftirkomarar. Fyri okk- um kunnu nøkur av teirra mátum at gera tingini uppá sínast lítið feminin, og vit kunnu flenna eftir onkrum av tí tær gjørdu. Men veru- leikin er, at tær millum annað gjørdu, at tað í dag er "lógligt" at ganga ílatin júst, sum vit hava hug til. Bara hesin lítli veruleiki er merkiligur at hugsa um í dag. So má eg leggja dent á eitt afturat. Mínar roynd- ir eru, at menn hava tikið líka væl undir við kvinnuligum politikar- um sum kvinnur. Bara fyri at taka meg sjálva sum dømi: Nakrir av mínum bestu stuðlum eru menn. Fyri mær eru kvinnu- sakskvinnur líka stórar hetjur sum Nólsoyar Páll og Jóanes Paturson. So eg fari at skjóta upp, at Tórshavnar Kommuna reisir eina standmynd einari kvinnu, sum skal standa á góðum plássi í Havnini. Taka vit standmyndir- nar sum standa í Havnini í dag, so er eingin navn- givin kvinna millum standmyndirnar. Hin- vegin eru fleiri stand- myndir av navngivnum monnum: Nólsoyar Páll, R.C.Effersøe, Hans Andrias Djurhuus, Ras- mus Rasmussen og Símuni av Skarði. So nú er tíðin komin at ein navngivin kvinna fær pláss teirra millum. Eg skjóti upp, at tað verður Marita Petersen. Standmynd av Maritu Petersen! VAL04 C M Y K 11 10