hósdagur 4. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 211 - 4. november 2004
Nr. 211 - 4. november 2004
13
Dánial á Dul
Jacobsen
Nú fosturtøkumálið enn
einaferð
er
frammi,
leggur tú merki til, at
sjónarmiðini fyri ella
ímóti fosturtøku standa
eins langt frá hvørjum
øðrum, sum eystur er frá
vestur. Hetta undrar
mangan, tí tað skilst, at
her finst eingin millum-
vegur. Sjáldsamt sum
báðir partar halda upp á
sítt, og hjá báðum pørt-
um er antin svart ella
hvítt. Hví er hetta so?
Finst nøkur frágreiðing?
Og er tað veruliga so, at
partarnir ikki kunnu
møtast?
Fyri at kunna svara
hesum
spurningum,
mugu vit hyggja eftir
grundarlagnum hjá báð-
um pørtum. Eitt orð,
sum ofta hevur verið
nevnt í hesum kjakinum
er orðið fundamentalist-
ur ella fundamental-
isma. Fleiri av teimum,
sum er fyri fríari fostur-
tøku, nevna hin partin
fundamentalistar, sagt í
tónum, so tú skalt ikki
vera í iva um, at hetta er
= muslimska funda-
mentalismu/terrorismu.
Orðið fundamental-
istur kemur av orðinum
fundament. Í Ludvig
Meyer’s fremmedordbog
verður millum annað
sagt um merkingina:
Grund, grundvold, be-
g y n d e l s e s g r u n d e ,
grundbegreber, grund-
regler,
forkundskaber.
Við hesum í huga spyrt
tú: Ber tað til at vera
fundamentleysur? Í so
fall: Eru so fundament-
loysingar hundamental-
istar?
Nei,
hunda-
mentalistar eru ikki til.
Vit
eru
øll
funda-
mentalistar
og
eftir
stendur so bert tann eini
spurningurin: Hvat er
fundamentið hjá hvørj-
um einstøkum av okk-
um?
Jesus talar um "grund-
begreber". Um hetta at
byggja á orð. Í hansara
talu er heldur ikki spurn-
ingurin um fundament
ella ikki fundament.
Spurningurin er bert,
hvat slag av fundamenti
byggja vit á. Jesus sigur,
at tann, sum byggir á orð
hansara er líkur vitigum
manni, ið byggir hús sítt
á hellu, meðan øll onnur
eru dárar og byggja á
sandi.
Óloysiliga knýtt at
spurninginum
um
fundament er spurning-
urin um trúgv. Hvørjum
trúgva vit? Trúgva vit á
Jesus, sum er "upphav
skapnings Guds" Ella
trúgva vit á ein saman-
vavstur
av
Darwin
(menningarlæra)
og
humanismu.
Menningarlæran er í
sær sjálvum kynisk.
Hetta gav at bíta, tá Jarl
Giske hevði fyrilestur á
fróðakaparsetrinum
undir heitinum: "Evolu-
sjon og kristen tro - en
uunngåelig konflikt?"
Giske er professari í lív-
frøði á Universitetinum í
Bergen, har hann undir-
vísir í evolutiónsteori. Í
fyrlestrinum vísti hann á
kynismuna í menningar-
læruni. Hetta fekk játt-
andi humanist á stað-
num at siga, at viðkom-
andi var skelkaður.
Sum lívsgrundarlag
kann menningarlæran
ikki standa einsamøll.
Fyri at kunna svølgja
hana í gerandisdegnum
má humanisman bland-
ast uppí. Humanisman
sær burtur frá Gudi og
øllum hansara verkum
og setur menniskjað í
miðdepilin. Í stuttum
kann sigast, at tað hu-
mana í humanismuni í
veruleikanum ikki snýr
seg um annað enn tað
behagiliga. So idegrund-
arlagið undir fosturtøku
er kynisma blanda sam-
an við behagiligheit.
EINKI skal forða MÆR.
Henda kyniska be-
hagiligheitin vísir seg
ikki bert í fosturtøku. Í
londum har frí fostur-
tøka hevur verið gald-
andi í mong ár, er tankin
um "mosturtøku" fyri
langari tíð síðani blivin
borðbærur og er í onkr-
um landi longu fluttur
frá tanka til handling. Í
Hollandi loyvir lógin
aktivari
deyðshjálp
longu frá 12 ára aldri.
Neyðugt er bert við
loyvi frá einum lækna
og deyðshjálpin kann
fremjast
beinanvegin.
Er hetta rætt? Sand-
byggjarin
sigur
ja.
Klettabyggjarin
sigur
nei.
Koma vit nærri?
Fundamentalisma
ella hunda-
mentalisma
Victor Carlsen
Í hesum døgum verður
nógv gjørt burturúr, at Før-
oyar nærum hava heimsmet
í at tey ungu í dag rættuliga
tíðliga í tilveruni gerast
roykjarar. Nakrar av grund-
unum, ið nevndar vera eru,
at aldursmarkið fyri at
kunna keypa tubbakk er ov
lágt, og at prísurin ikki av-
markar tað at kunna keypa.
Fyrimyndin
Fari við hesum reglum at
vísa á, at hetta bert ein lítil
partur av tí samlaða sann-
leikanum.
Allarstørsta
ávirkanin hjá tí unga kemur
úr tí dagliga umhvørvinum
hann/hon hevur. Hugsi her
fyrst og fremst um heimið.
Roykja foreldur og onnur
systkin, so er mest sannlíkt
at tann ungi eisini byrjar at
roykja, og enntá á sera
ungum aldri, heilt niður í
12 — 13 ár. "Kunnu
mamma og pápi, so kann
eisini eg", hugsar hin ungi.
Sosiala umhvørvið mill-
um vinir hevur sera stóran
týdning, og her er tað
bólkatrýstið, ið ger seg
galdandi, at ein ikki vil
vera øðrvísi enn hini. Fer
tann ungi uppí skótarørsl-
una ella ítróttarfelag, ja, so
eru fyrimyndirnar aftur har.
"Kann venjarin, ella bólka-
leiðarin roykja, so kann
eisini eg", hugsar hin ungi.
Ikki at tala um "idolið" sum
tann ungi sær upp til, so er
ávirkanin týðulig, um hesin
roykir. Tað var eitt satt
vónbrot fyri meg at síggja
HB´arar koma aftur av ferð
sum føroyameistarar, roykj-
andi og ávirkaðir av rús-
dekka og nærum týggja sær
sum skommir og við tí vera
sera ringar fyrimyndir fyri
teimum ungu. Sjálvur eri
eg HB´ari og vildi fegin
sæð, at broyting kemur í
hesum viðvíkjandi. HB-
húsið sigst vera "Roykfrítt
umhvørvi", men eg havi
ikki upplivað tað enn.
Kirkjur og samkomur
Kemur tann ungi inn í
kirkju- og samkomuligt
umhvørvi, so er sama søg-
an her, tí ikki er óvanligt at
síggja persónar við ábyrgd-
arstarvi
innan
nevndu
kirkjur
og
samkomur
roykja. Tað skuldi verið
sjálvsagt, at teir og tey, ið
prædika frelsu frá leinkj-
um, ið binda okkum sum
menniskju, gingu undan
sum góðar fyrimyndir og
ikki roykja. Tað skuldi nær-
um verið óneyðugt at præ-
dikað og undirvíst um av-
haldni frá rúsandi evnum
innan tað kristiliga økið,
men sum støðan er í dag, er
hetta alneyðugt.
Politiska umhvørvið
Hugsa vit okkum til okkara
politiska umhvørvi, so er
søgan aftur hin sama.
Nógvir politikarar standa
alment fram við pípu og
sigarett og vísa við hesum,
hvat teir halda um tað at
roykja. Føroya Løgting er
sum heild alt ein vánalig
fyrimynd. Fari ikki her at
seta navn ella starvsheiti á
nakran av hesum fólka-
valdu. Tað síggja vit øll.
Sjúkrahúsøkið
Bæði læknar og sjúkra-
røktarstarvsfólk roykja, ja,
enntá í arbeiðstíðini. Mót-
sigandi má tað vera, tá
sjúklingur fær viðgerð fyri
hjarta- og karsjúkur ella
krabbamein og fær at vita,
at orsøkin til sjúkuna er
tubbaksroyking.
Læknin
sum gevur boðini og stend-
ur fyri viðgerðini er kanska
sjálvur roykjari. Hvussu
skal ein blindur leiða ein
blindan?
Arbeiðspláss
At arbeiðspláss avmarka
tubbaksroyking er eisini
gott og fyribyrgjandi. Her
eiga stjórn og leiðsla at
ganga undan sum fyri-
myndir og sjálv gera eitt
fyribyrgjandi arbeiði. Ikki
er óvanligt at hoyra, at syrgt
verður fyri heilsugóðum
kosti til starvsfólkini í
arbeiðstíðini. Tiltøk heils-
uni at frama verða fyri-
skipað og trivaðurin settur í
hásætið. Hetta er leiðin
fram.
Ítróttur og fyribyrging
Frammi hevur verið, at
ítróttur og rúsevni hoyra als
ikki saman. Tað eru felags-
skapir, ið arbeiða fyri rús-
fríum umhvørvi og fyri-
byrgjandi tiltøkum, ið siga
so, men lítið nyttar, tá
leiðandi persónar innan
nevndu
stovnar
sjálvir
ganga undan sum vánligar
fyrimyndir við sigarettini
fremst. Kanska tað ikki
verður drukkin rúsandi
løgur ella notin onnur rús-
andi evni, men er tað nakað
rúsevni, ið ger njótaran
hongdan at rúsinum, so er
tað tubbakkið.
Eg gleðist um at hoyra, at
okkara heilsumálaráðharri
er farin í gongd við ábøtur,
tá talan er tubbakk. Tiltøk,
sum at beina tubbakið burt-
ur av hillunum, hægri prísir
og hækkað aldursmark er
leiðin frameftir.
Eftir stendur nú bara at
fáa fyrimyndirnar at gera
tað sama. Við kemur fyri-
byrgingin upp á eitt enn
hægri støði.
VIÐMERKINGAR
Bill Justinussen
Bert ein lítil viðmerking til
títt innlegg í „Hinvegin" í
Dimmu
29.10.04.
Tú
heldur, at um Saddam
Hussein og Hitler høvdu
verið aborteraðir, hevði
heimurin sæð munandi
betri út og kemur til ta
heldur óvanligu niðurstøðu,
at fosturtøka kanska er eitt
gott vápn móti yvirgangi.
Sera undarligur hugsunnar-
háttur, má sigast. Í Føroy-
um hava vit ikki fría fost-
urtøku, og tí má staðfestast
sambært tínum hugburði, at
her búgva rættiliga mong
ólukkulig menniskju, sum
hava havt ein ringan upp-
vøkstur og sum harvið eru
møgulig yvirgangsfólk. Eg
haldi ikki, at tað er støðan í
Føroyum. Mær vitandi er
ongin núlivandi føroyingur
yvirgangsmaður, og fáir um
nakar eru farnir í søguna
sum
yvirgangskroppar.
"Hinvegin" eru helst mang-
ir yvirgangakroppar í lond-
um við fríari fosturtøku.
Kanska er fría fosturtøkan
ein orsøk?? Kanska verður
eitt samfelag, sum so
grundleggjandi vendir sær
móti náttúrulógunum og
náttúrunnar
Skapara,
spakuliga avskeplað og elur
upp ófrættakenslur, sum
síðani føra við sær enntá
yvirgang?? Tá man við lóg
hevur givið rætt til at avlíva
lítla barnið í móðurlívi,
hevur almenna virðingin
fyri mannalívinum kanska
fingið eitt álvarsligt skot
fyri bógvin, og er vegurin
tá styttri at gera seg inn á
mannalívið á annan hátt.
Kanska!?
Tubbakk og vánaligar fyrimyndir
Abort og Hilmar Simonsen
Jákup av Skarði
Nólsoy
Bretar høvdu skemtiliga
sending, har heitið var
nógv positivari og lýsti
gleði mína í summar: Yes,
Mr. Primeminister. Send-
ingin var skemtilig, men
hálvur-annar minuttur í
Útvarpi Føroya hóskvøldið
28. oktober, vóru grátiligir.
Lítla løtu tók tað loft-
miðlinum at bera sorgar-
boðini: Komandi árini er
ikki gjørligt at búgva í
Nólsoy og fara til arbeiðis –
um tú er so heppin at vera
foreldur.
Dagstovnurin,
sum skuldi standa klárur á
sumri 2005 verður ikki
liðugur. Frá august 2005 er
eingin stovunur í Nólsoy, ið
hýsir vøggustovu, barna-
garði ella frítíðarskúla.
Almennur fundur var í
Nólsoy í summar, har
borðreitt var við góðum
ætlanum, um Nólsoyar
kommuna legði saman við
Tórshavnar kommunu. Ikki
roknaði undirritaði við, at
greiða
svarið
frá
Jan
Christiansen, bert var val-
agn. Greiði spurningurin
var: "Er tað vist, at nýggjur
stovnur er klárur at taka í
nýtslu, tá ið leigusáttmálin
við verandi stovn gongur út
í august 2005." Svar bý-
ráðsformansins var eins
greitt: "Ja!" Kommunuval-
ið nærkast og greiða støðan
er nú: "Nei!"
Harvið sleppa áleið 20
fólk ikki til arbeiðis. Tí
hvørki vøggustova, barna-
garður ella frítíðarskúli eru
tøk frá august 2005 til í
fyrsta lagi á sumri 2006 –
ella um illa vil til, so kunnu
hesi fólk ikki fara til ar-
beiðis fyrr enn í september
2008!
Orsøkin er einføld. Í sátt-
málanum
fyri
saman-
legging stendur, at nýggjur
stovnur skal byggjast í
komandi setu og tó at bý-
ráðsformaðurin
í
stór-
kommununi sigur ja, so
meinar hann nei.
Ikki ætlaði eg, at Leika-
lundin
(vøggustovan,
barnagarðurin og frítíðar-
skúlin) skuldi vera partur
av valagninum til komm-
unuvalið 2004. Skilti í
summar, at hetta var av-
greitt mál, tí økið har
stovnurin skal byggjast,
skal planerast innan saman-
leggingina, og bygdarráðið
í Nólsoy hevur langt síðani
víst á tekst, ið lýsir nýggja
stovnin – í orðum.
Eg vildi ynskt, at ráðandi
fólki helt seg til tær avtalur
gjørdar vóru, eisini munn-
ligu.
Við ynskjum, at stór-
kommunan sleppur undan
bíðilistanum á hesum øki.
Nei, hr. býráðsformaður!
Petur í Gong
Formaður í Brúkara-
samtakinum
Hevur tað nakað at siga,
hvønn politiskan lit tú
hevur, tá tú verður snýttur?
Ella tá tú keypir eina
dálkandi ella dálkaða vøru?
Tá tú stuðlar barnaarbeiði
ella mannatýnan? Helst
ikki.
Burmesarin, ið yvirlivdi
álopi á bygdina, og nú
arbeiðir sum trælur við at
fella teaktrø, leggur líti í,
hvønn flokk tann velur, ið
hevur so ovurstóran tørv á
havamøblum. Heldur ikki
ger tað nakran mun hjá
teimum børnum, hvørs for-
eldur hava selt tey til onkra
verksmiðju at seyma okk-
um klæðir. Og ei heldur er
tann skitna luftin lættari at
anda um tú velur rættan
flokk. Tí hesi eru øll viður-
skifti, ið røkka langt út um
allar politiskar flokkar,
men sum tú sum brúkari
hevur vald at stýra.
Á heimligum gøtum snýr
tað seg mest um ítøkiliga
stýring av marknaðarkreft-
unum. Ein spøk byrjan at
fylgja somu strongu etisku,
umhvørvisligu og heilsu-
ligu krøvum, sum øll onnur
framkomin lond hava sett
sær sjálvum. Nevnliga fyri
at tryggja framtíðina hjá
børnum okkara.
Vit føroyingar hava onga
skipaða almenna upplýsing
av nøkrum slagi, ið kann
tryggja okkum innlit í hesi
mál. Hvørki um nýtslu,
umhvørvið, etik ella heilsu.
Av tí sama vita vit líti og
einki um hesi evni, ið
annars fylla so at siga alt
kjakið í grannalondunum.
Hetta førir so víðari við
sær, at vit onga støðu hava
til hesi mál. Júst sum við so
nógvum, sum hendir uttan
fyri landoddarnar.
Men hetta gongur ikki.
Alheimsgerðin hevur gjørt
okkum til partar av tí
samanrunna heiminum so-
leiðis, at vit noyðast at taka
á okkum ta ábyrgd, ið fylgir
við, tá ein er borgari her á
foldum.
Vit eru 48.000 brúkarar,
sum hvørt ár innflyta fyri
nær um kr. 5.000.000.000 í
vørum og tænastum. Um
vit ongantíð seta spurning
við, hvørjar hesar vørur
eru, venda vit samstundis
blinda eygað til ein stóran
part av heimsins neyð og
dálking. Tí krevur samtíðin
av okkum, at vit seta okk-
um inn í, hvussu vøran er
framleidd, og at vit taka
støðu til, um vit góðtaka
framleiðsluháttin ella ei.
Hetta hevði tó verið ólíka
lættari, um vit við brúkara-
verndarlógum longu høvdu
solda tað ringasta frá.
Men tað er títt val sum
brúkari, ið hevur alt at siga.
Miriam Hinz
Fór mær nú ein dagin so
hugagóð oman á Býar-
bókasavnið í Havn at
læna mær nakrar bøkur.
Men av tí, at eg hevði
barnavogn við mær,
mátti eg sanna, at tað als
ikki er so einfalt at vitja
bókasavnið við barna-
vogni. Um eg hevði ver-
ið ómetaliga vøddamikil
- t.d. verið lík einari
amazonu (sterkar suður-
amerikanskar kvinnur -
hevði eg kanska klárað
at lyft barnavognin upp á
2. hædd. Men eg eri bara
ein heilt vanlig mamma,
so har var eingin møgu-
leiki at koma upp á
bókasavnið, um eg ikki
tók lítla upp úr vognin-
um. Tað hevði eg tó ikki
so góðan hug til, tí hann
var júst sovnaður. Tískil
blivu ongar bøkur læntar
tann dagin. Men nú
býráðsval í honum, fari
eg at nýta høvið til at
heita á valevnini um
eisini at lova (og geva)
veljarunum eina lyftu til
Býarbókasavnið. Hetta
hevði bøtt munandi um
møguleikarnar
hjá
barnafamiljum - og hjá
rørslutarnaðum
-
at
brúkt bókasavnið.
Býarbókasavnið í
Havn á 2. hædd –
uttan lyftu
VIÐMERKINGAR
Hanus Vang
Eitt tað sjónligasta slag-
orðið til býráðsvalið í Tórs-
havnar Kommunu er:
TÓRSHAVN - FYRST
og FREMST!
Hvør er sanna meiningin
við hesum orðum?
Man hon vera at tá
Havnin hevur fingið øll síni
hugsandi ynskir uppfylt, fer
kanska onkur moli at falla
til bygdirnar í Tórshavnar
Kommunu?
Ein gomul søga er um tá
stuttligir havnarmenn býttu
fisk:
Tú ein lítlan — Eg ein
stóran. Eg ein stóran og tú
ein lítlan! Og soleiðis var
alt býtið.
Útfrá mínum Hoyvíks-
royndum av at koma undir
Býráðið í Havn, haldi eg at
áðurnevnda slagorð er tað
sannasta íð sagt er av
Býráðnum nakrantíð.
Hyggja vit eftir Tórs-
havnar Kommunu er hon
17 býir/bygdir:
Tórshavn
Kalbak
Kalbaksbotnur
Sund
Hvítanes
Hoyvík
Argir
Syðradalur
Norðadalur
Kollafjørður
Oyrareingir
Signabøur
Kirkjubøur
Velbastaður
Hestur
Koltur og
Nólsoy.
Yvirlitið er sett upp sum
kommunan er vaksin.
Sjálvandi
er
Havnin
munandi stórst av hesum
plássum, men meiningin
við stórkommununi kann
ikki vera at tær sekstan
bygdirnar einans skullu
gjalda kommunuskatt til at
brúka í Havn.
--------
Fleiri valevni skriva um
hvussu Havnin skínur og
framhaldandi skal skína.
Tað er gott. Men her er
mismunur galdandi.
Hesi valevni kundu fari
ein túr inn á Sund, Sand-
víkahjalla og í Sandvíkar at
hugt eftir hvussu baksíðan
"skínur".
Eisini kundu tey fari ein
túr eftir gøtunum í Hoyvík
og kunna seg um hvussu
"væl" tær verða hildnar.
Janet Fríðu
Johannesen
Útgreining av viðmerking í
fimmarinum mikudagin
Føroyska vinnulívið er
skipað á nógvum økjum. Tá
eg í útvarpinum mikudagin
segði, at viðurskifti innan
vinnulívið ikki er skipað,
varð sipað til, at tað er ikki
nøkur skipað upplæring av
skúlaðum fólki, sum kunnu
taka ábyrgd og mynda før-
oyska vinnulívið. Her verð-
ur hugsað bæði um kvinnur
og menn. Avleiðingin er, at
vinnulívið gerst einstáttað
og nógv veikari enn tað
vildi verið, um vinnan var
før fyri at nýta potentialið,
sum býr í tí einstaka.
Ítróttur sum fyrimynd
Fyri 30 árum síðani vóru
handbólstliðini domineraði
av einum ella tveimum
leikarum, ið áttu alt spæli.
Hesir leikarar hildu seg
framat, og dugdu at tekkj-
ast venjaranum. Tá liðið
spældi dystir, áttu hesir
leikarar allan dystin, og utt-
an hesar leikarar var liðið
einki vert. Hesir leikarar
fingu loyvið til at seta seg á
tey bestu plássini, og tor-
ført var hjá hinum leikarun-
um at fáa ment seg. Sæð í
altjóða høpi vórðu hesi
liðini veik og sárbar.
Innan ítróttin varð man
fyri nógvum árum síðani
greiður yvir, at skuldi man
hava eitt sterkt hondbóltslið
og fótbóltslið fyri ikki at
siga eitt sterkt landslið, so
mátti ein miðvís venjing til
fyri at menna talentini. Tað
vóru ikki bara tey, sum
hildu seg framat, sum
høvdu talentir. Við miðvís-
ari venjing, fingu nærum
øll talentini møguleika at
spíra. Harafturat fingu tey,
sum longu dugdu at halda
seg framat møguleika at
mennast enn meir, tá tey
kundu spæla saman við
góðum leikarum og ein
ávís kapping varð um
plássini.
Sterkt vinnulív við
hugflogi
Vit hava nógv skúlaði fólk í
Føroyum. Tað mangla ar-
beiðspláss serliga í vinnu-
lívinum, har kvinnur á
jøvnum føti við menn fáa
møguleika at menna seg, so
tey seinni kunnu gerast
leiðarar. Í miðfyrisitingini
eru hesi arbeiðspláss nógv
vanligari, og hetta saman
við setanaðarpolitikkinum
ger, at fleiri kvinnur mynda
almenna bygnaðin.
Skulu vit hava eitt sterkt
vinnulív við hugflogi, sum
kann standa seg í altjóða
kappingini, mugu serliga
stjórar og leiðarar læra at
brúka vitanaðartilfeingi hjá
bæði kvinnum og monnum.
Hugburðurin, at tað bert
eru tey, sum halda seg
framat, ið hava vinnutalent-
ir, má broytast.
Leygardagin 30.
oktober hevði Sam-
bandsflokkurin ár-
liga heystfundin á
Hotel Hafnia í
Havn. Á fundinum
varð litið aftur at
farna árið, og gjørt
var upp, hvat er
fingið av skafti, nú
fyrsta arbeiðsárið
hjá sitandi sam-
gongu skjótt er
farið afturum
HEYSTFUNDUR
Tíðindaskriv frá
Sambandsflokkinum
Á
fundinum
varð
ásannað, at einki al-
ternativ er í løtuni á
Føroya
Løgtingi
til
verandi samgongu, tí
meðan samgongusam-
starvi gongur væl, so
liggur andstøðan í inn-
anhýsis stríði, og er tí
ikki før fyri at taka yvir í
landsins leiðslu.
Samgongan hevur sett
sær nógv góð mál fyri,
men ásannað verður, at
fleiri av hesum ætlanum
eru bráðneyðugar, og at
tær tí mugu setast í verk
skjótast til ber. Sum
búskaparliga støðan í
landinum er vorðin, er
neyðugt, at tey tiltøk
sum kunnu skapa bú-
skaparvøkstur,
verða
sett í verk alt fyri eitt.
Sambandsflokkurin
hevur fyrr, við góðum
úrslitum,
tikið
við
landsins leiðslu í bæði
ringum og versnandi tíð-
um, og tað hevur hann
aftur gjørt hesaferð.
Flokkurin fer at virka
fyri, at vælferðin verður
ment, at vinnulívið verð-
ur styrkt og at Føroya
fólk
fær
fjøltáttaðar
møguleikar í altjóða
høpi.
Í samgonguskjalinum
verður víst á, at inntøkur
skulu finnast við at
privatisera
almennar
fyritøkur og ígjøgnum
vinnupolitisk tiltøk. Tað
má tí vera eitt krav til
samgonguna, at nakað
veruligt hendir á hesum
økjum beinanvegin.
Nógv fyrireikingar-ar-
beiði er longu gjørt, og
tíðin má vera komin,
hvar ið næsta stigið
verður tikið.
Sambandsflokkurin
trívist væl í samgongu,
og flokkurin leggur stór-
an dent á framhaldandi
at vera ein álítandi sam-
starvsflokkur, soleiðis at
aðrir flokkar, bæði í
samgongu og andstøðu,
kunnu líta á, at Sam-
bandsflokkurin heldur
allar gjørdar avtalur.
Nógv fólk vóru komin
saman
á
heystfundi
Sambandsfloksins
og
hýrurin á fundinum var
góður.
Einki alternativ til
verandi samgongu
Óskipað vinnulív !
LOKALBÝRÁÐ?
Títt vald sum brúkari
C
M
Y
K
13
12