Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 4. november 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 70 ára føðingardagur Í dag, 4. november, verður Harry Poulsen, Sanda- vági, 70 ár. Dagurin verður hildin heima leyga- rdagin 6. november frá kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagurin 4. november. Otto. Ivingarsamt er, hvør hesin Otto er, men líkt er til, at sipað verður til biskupin Otto úr Bamberg, sum doyði í 1139. Navnið er týskt og merkir ríkidømi. Hósdagin 28. oktober var móttøka á Hotel Hafnia í samband við at Hildibjart Johan- sen, stjóri á Lønjavn- ingarstovuni, gavst vegna aldur tann 1. november 2004 eftir at hava arbeitt 44 ár á stovninum MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Umleið 100 fólk stukku inn á gólvið hendan dagin. 28. oktober var samstundis 67 ára føðingardagurin hjá Hildibjarti. Hann fekk nógvar gávur, og tey sum hildu røðu vóru: Óli Jacobsen, frá Føroya Fiskimannafelag, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Hendrik Old, fyrrverandi formaður í Lønjavningar- grunninum, Jákup Sólstein, frá Føroya Reiðarafelag, og Asbjørn Djurhuus, stjóri. Hildibjart er strandingur. Sum ungur fór hann til skips, hann royndi seg við línu og við silda- og toska- gørnum. Hann sigldi frá 1953-55. Í 1956 fór hann til Keyp- mannahavnar, har hann fekk sær handilsútbúgving. 1. november 1958 fekk hann starv sum skrivstovu- maður á Skála Skipa- smiðju, har var hann til januar 1960. Í 1960 søkti Lønjavn-ing- argrunnur Skipsfiskimanna í Havn eftir fólki til skriv- stovuna. Hildibjart søkti starvið og fekk tað. Tá hann byrjaði 27. mai 1960, fekk hann at vita, at hann kundi rokna við, at starvið bert vardi í seks mánaðir, men tað bleiv til yvir 44 ár. Tá Hildibjart byrjaði, var Tórur A. Dalsgaard stjóri. Skrivstovan var í niðaru hædd í heimi hansara í J. Broncksgøtu 31, og fimm fólk vóru í starvi. Síðan 1973 hevur Hildi- bjart verið stjóri á stovnin- um, sum í dag eitur Løn- javningarstovan og heldur til Yviri við Strond. Foreldrini hjá Hildibjarti vóru: Mia, f. Johannesen, ættað av Stykkinum, og Hans Petur Johansen, av Strondum. Hildibjart er giftur við Herborg, f. Danielsen, ætt- að úr Mykinesi. Tey eiga fýra børn: Marna og Jón, sum búgva í Hoyvík, Dánj- al Petur, sum býr í Viborg, og Kári, sum býr í Havn. Barnabørnini eru 9 í tali. Tað er ikki bert Hildi- bjart, sum hevur verið leingi á sama arbeiðsplássi, tí konan, Herborg, arbeiddi í 32 ár á Tjaldurs Apotekið í Havn. Hon byrjaði í 1957 og gavst í 2003. Hon var burturfrá í nøkur ár. Nú Hildibjart er farin frá, fær hann betur stundir til síni frítíðarítriv. Honum dámar væl at fiska, og hesa tíðina á árinum at skjóta harur, so hevur hann eisini jørð í Mykinesi. Hildibjart Johansen, Tórshavn: Seks mánaðir vórðu til 44 ár Frá Fiskimálaráðnum fekk Hildibjart ein málning av listamanninum Eyðuni av Reyni Óli Jacobsen kom við gávu fra Føroya Fiskimannafelag Ólavur Jákup Kristoffersen, advokatur, versonur Hilbibjart, og Hallgir W. Poulsen, advokatur, heilsa upp á Hildibjart Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, handar Hildibjarti gávuna frá Fiskimálaráðnum Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, og Hildibjart Johansen Hildibjart og konan, Herborg, hyggja eftir gávum 15 14 Nr. 211 - 4. november 2004 Sigurð S. Simonsen valevni á lista B Góðu fuglfirðingar! Sum vit øll minnast, so valdu allir 4 listarnir ið stillaðu upp til seinasta kommunuval, at arbeiða saman tey komandi 4 árini. Tó eydnaðist ikki at fáa øll á lista E við í samarbeiðið, orsaka av innanhýsis trup- ulleikum í lista E. Tveir av fýra limum av hesum lista vóru sostatt ikki við í nevndararbeið- inum og var tað stórt spell. Undirritaði var valdur sum býráðsformaður við 7 av 9 atkvøðum og fekk har- við heiti sum borgarstjóri eftir nýggju kommunu- stýrislógini, ið kom í gildi 1. januar 2001. Um býráðið og býráðs- arbeiðið er stutt at siga, at tað hevur verðið einn góður dámur (atmosfera) og gott arbeiðslag hesa setuna. Arbeiðið úti í nevndunum hevur verði dygdargott og hevur hetta fingið býráðs- fundirnar at gingið lættari. Her er hóskandi at nevna, at Fuglafjarðar kommuna hevur 7 fólk í fyrisitingini, umframt borgarstjóran. Hesi fólkini hava øll drúgvar royndir og eru sera skikkaði, hvør á sínum øki. Mangan hava hesi fólkini verði góð í ráðum, eisini hjá fólki og fyrisitingum uttan fyri bøgarðarnar. Búskaparliga hevur kommunan, eins og landið alt, ligið á einum jøvnum høgum støði seinastu 4 árini. Uppgongdin sum byrjaði í 1997 flataði mest sum út í 2000 og hevur verið støðug líka til nú. Nú vit eru komin út í endan av oktober 2004 og hendan setan nærkast end- anum, kunnu vit bert stað- festa at búskaparstøði hóm- ast at lækka. Um framtíðarútlitini skal eg ikki røða um her, men í aðrari grein. Hvussu megnaði so hetta býráðið at stýra. Orðatakið sigur jú, at tað skullu breið- ar herðar til at bera góðar tíðir. Í hesum meinast við, at tað ikki er minni krevj- andi at sita við ábyrgd í góðum tíðum. Frá byrjan av vóru vit í býráðnum samdir um at føra ein breiðan politik, soleiðis at skilja, at einki øki skuldi detta niðurímill- um. Nógv hevði ligið á láni í teim ringu tíðunum og hildu vit tað vera nátturligt at taka hond í hetta í góðum tíðum. Úrslitið síggja vit í dag. Tað er ikki tað øki, vit ikki hava verði inni á við meir ella minni játtanum. Áhugavert hevði verði at fari inn á hvørt øki sær og greina tað út í smálutir, men er hetta ikki rætta høvi til tað (annars eru rokn- skapirnir bornir út til hvørt hús í kommununi á hvørj- um ári). Ùtreiðsluhagtølini eru deild upp í 11 høvusøkir og fyri at stytta um greinina, verður víst samlaða nýtslan á hvørjum øki, fyri tey seinastu 4 árini. Av hesum kan ein so síggja hvørjar raðfesting- arnar hava verið. Samanumtikið kann sig- ast, at Fuglafjarðar komm- una hevur verið útbýgd nógv seinastu árini, men lutfallsliga nógv tey sístu 4 árini. Hvussu sær so út fíggj- arliga? Her verður ofta svara við at seta nettoskuld uppímóti einari álíkning. Sum víst í tølunum niðanfyri (góðkend rokn- skapartøl), so er netto- skuldin hjá Fuglafjarðar kommunu nógv lækka seinastu árini. Nettoskuldin pr. 31.12.2003 var uml. 8 mió. Tó er nettoskuldin pr. 20.10.2004 økt til uml. 12 mió. Hetta kemst av, at avgjørt var at frammskunda skúlabyggingina og bleiv hetta fíggja við lántøku. 12 mió. svara til minni enn eina kvart álíkning. Hvussu langt aftur í tíð- ina ein skal leita eftir, at Fuglafjarðar kommuna bara skyldaði eina kvarta álíkning veit eg ikki, men tað er so ikki komið fyri í nýggjari tíð. Tí vil eg takka núsitandi býráðnum fyri, at "herðar- nir vóru nóg breiðir til at bera góðar tíðir". VIÐMERKINGAR Stutt afturlit Útreiðslur vístar í mió. Kr. 2001-2004 Fyrisiting 19,2 Havnir 20,0 Renovatión/byggibúning 10,5 Teknisk mál 29,2 Skúlamál 16,2 Mentan og frítíð 13,9 Barnaansing 28,9 Social- og heilsumál 9,9 Rentur 7,8 Íløgur og grunnar * 39,1 Lánsgjøld 18,5 Tilsamans 213,3 Inntøkur Skattur 159,1 Havnir 23,6 Aðrar inntøkur/fígging ** 30,7 Tilsamans 213,3 *) størstu postar eru skúlin (16 mió.), havnalagið (14 mió.) og útstýkking (5,5 mió) **) størstu inntøkur eru foreldragjøld, næmingagjøld (gøtu og leirvíksbørn) og bústovnagjald (Vesturstova) Nettoskuld 2003 2002 2001 2000 8.140.877 13.309.799 16.674.740 20.645.718 VAL04 Poula Apol Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Nú hevur verið skrivað fyrr í bløðunum um Bussleiðina, men tað ger einki um nakrar við- merkingar koma afturat. Leið 2 og 3 samarbeiða væl og bíða eftir hvørji aðrari, men leið 1 koyrir solo og hevur ongan góðan, hevur altíð knappa tíð og kann ikki halda minut tíðina. Eg kann minnast tá Bussleiðin byrjaði at koyra, tá koyrdi leið 1 úr »Steinatúni« niðan í Gundadal 20 og 50 min. Tað passaði væl, tí so varð bussurin í Tróndar- gøtu ca. 00 ella 30 so man kundi sleppa víðari, tá hevði man eisini møguleika at fara í kirkju ella kristiligar fundir, men sum nú er, ber slettis ikki til við bussi, og tað sama er um kvøldarnar, um man skal til aðrar fundir, tí man blívur 15-20 min. ov seinur skal ein nýta bussin, tað hevði eisini verið gott um Bussleiðin koyrdi 50 min. úr Steinatúni sunnu- og halgidagar, og helst til kl. 20 ella seinri. Tað haldi eg býráðið skyldar sínum borgar- um, sum eru eldri og tí ikki hava møguleikan at hava egnan bil. Sum nú er sær tað út sum buss- urin koyrir undan fólki ístaðinfyri at flyta fólk. Ein betri Bussleið VAL04 Rasmus A. Joensen valevni hjá Sambands- flokkinum í Tórshavnar kommunu Fyritreytin undir øllum virksemi í kommununi, bæði so og so, verður tó altíð fíggjarorkan, tí ikki ber til at hava kommun- una gangandi, við ong- um pengum. Fíggjarorkan hjá kommununi er tann skattur, sum verður inn- kravdur frá borgarunum og fyritøkum og tey gjøld, ið fyritøkur og einstaklingar gjalda fyri ávísar tænastur. Tað er skyldan og ábyrgdin hjá býráðnum, sum er býráðslimirnir, at gera fíggjarætlan fyri komandi árið, og álíka skatt samsvarandi hes- um. Fíggjarætlanin skal byggja á tørvin hjá kommununi og orkuna hjá borgarunum, og skal tillagast hesi bæði. Í fíggjarmálum er um- ráðandi eisini at hyggja langt fram í tíðina - at leggja langtíðarfíggjar- ætlanir. Vakin og varin í fíggj- arpolitikki. Sí eisini www.samband.fo Heðin Mortensen býráðslimur Havi undir valstríðnum lagt til merkis, at fleiri hava lovað, at nú skal ein renni- breyt koma í høvuðsstað- num, eftir at bíðað hevur verið eftir henni í áravís. Men óneyðugt er at lova tað, tí sum formaður í mentamálanevndini í Tórs- havnar býráð kann eg upp- lýsa, at rennibreytin longu er samtykt og peningur játtaður. Tilsamans fýra milliónir krónur eru settar á bók, oyramerktar til júst renni- breyt við tilhoyri, og ein skipanarætlan fyri øki til frælsan ítrótt er longu gjørd. Hetta øki skal liggja á Hálsi, og fer tað fyrst og fremst at fevna um eina rennibreyt við átta geirum. Harumframt verður fót- bóltsvøllur í miðjuni, og eisini er øki lagt av til parkering og møguliga bygging til virksemi á stað- num. Kommunan eigur longu øki til hesa lidnu ætlan, og bert skal fáast til vega eitt lítið øki aftrat, so verður farið í gongd við arbeiðið næsta ár. Samráðingar um írestandi økið eru í gongd, og so skjótt sum tær eru avgreiddar, verður spakin settur í! Hetta fer langt um leingi at geva frælsum ítrótti teir karmar, bíðað hevur verið eftir í so mong ár nú. Tá tað ikki bar til at fáa skapt hesar umstøður kring Tórs- vøll, mátti onnur loysn finnast, og tað er nú gjørt. Tí er ikki neyðugt at lova nakra rennibreyt ella nakað øki til frælsan ítrótt, tí hetta er longu skjalfest og játtað, so arbeiðið verður sett í verk skjótast gjørligt. Langtíðarætlanir - fíggjarætlanin VAL04 Rennibreytin er avgreidd! VAL04 C M Y K 14