Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 4. november 2004 17 Citroën C5 hevur fingið eina so víð- fevnda facelift, at hann sær út sum ein heilt nýggjur bilur. Svarið hjá Citroën til hørðu kappingina um kundarnar er ein kombinatión av nýggjum designi, framkomnari tekno- logi og komforti BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Stóru Citroën bilarnir við hydrauliskari fjaðraskipan hava altíð verið nakað heilt serligt. Talan er um kom- fort á høgum støði, ið ann- ars bert fæst í størri og nógv dýrari bilum. At koyra nýggja C5 2,0 HDI við common-rail dieselmotori við 138 hk og momenti upp á 320 Nm má upplivast. Tað er lítið sum bendir á, at bilurin er diesel. Motorurin hoyrist næstan ikki inn í bilin, og hann er so kvikur sum ein sprintari. Hóast karossaríið er tað sama, er nýggi C5-arin 12 cm longri enn forgangarin. Bæði forlyktirnar og boomeranglíknandi bak- lyktirnar eru nýggjar. C5 hevur nýggja kølaragittari við stórum Citroën logo, sum kemur at eyðkenna fleiri av nýggju Citroën bilunum. Prestige, Elegance og Exclusive Í kabinuni er eisini nógv nýtt við t.d. nýggjum in- strumentum, mittarkonsoll og inntrekki. Bilurin fæst í útgávunum Prestige, Ele- gance og Exclusive. C5 fæst við trimum ym- iskum bensinmotorum og trimum HDi dieselmotor- um við common rail inn- spræning. Bensinmotorar- ’nir eru hesir: 1,8i við 117 hk, 2,0i við 143 hk, 3,0i V6 við 210 hk,og dieselmotor- arnir eru hesir: 1,6 HDi við 110 hk, 2,0 HDi við 138 hk, og 2,2 HDi 136 hk við automatiskum girum. C5 fæst við nógvari nýggjari og spennandi eykaútgerð, sum t.d. Xenon-lyktum sum snara við tá bilførarin snarar rattinum. Sum nakað heilt nýtt fæst C5 eisini við veg- strípu-alarmi, sum ger at um bilurin koyrir um eina vegstrípu uttan at vísa av, fer førarasetrið at vibrera soleiðis, at bilførarin vakn- ar. Bíligasti Citroën C5 (1,8i Prestige) kostar 240.000 krónur og bíligasti diesel (1,6 HDi) kostar 259.000 krónur. Nr. 211 • hósdagur • 4. november 2004 • 78. árg. Citroën C5 2,0 HDi Elegance: Komfortur sum í størri og dýrari bilum Citroën C5 2,0 HDi Elegance Motorurin 2,0 litur HDI diesel 138 hk 0-100 km/t 9,8 sek Snúningsmoment 320 Nm við 2.000 snún./min. Oljunýtsla 16,7 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 215/55-16 Stødd og vekt Longd 474,5 cm Breidd 178,0 cm Hædd 140,3 cm Eginvekt 1.475 kg Viðførisrúm 471 litrar Prísur kr. 298.000,- + (kr. 3.500 fyri metallak) Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Í kabinuni er eisini nógv nýtt við t.d. nýggjum instrumentum, mittarkonsoll og inntrekki. Bilurin hevur 6 trins girkassa Citroën C5 er ein stórur og elegantur bilur við 5 hurðum og stórari baklúku Boomeranglíknandi baklyktirnar eru í nýggjasta móta og smartar Citroën C5 2,0 HDi er nýggjur bæði framman, aftan og innan. Koyriljósini kunnu tendrast og sløkkjast við fjarstýringini í startlyklinum Lada Kalina Farmleiðslan av nýggja Lada Kalina byrjar 18. november 2004, og fyrstu bilarnir koma til Danmarkar síðst í 2005. Eftir ætlan skulu fram- leiðast 1. millión lada Kalina um árið Kelda: Motor Magasinet Nissan framgongd Nissan hava selt 2,8 pro- sent meira bilar í Evropa í ár í mun til í fjør. Størsti vøksturin var í Fraklandi, har sølan vaks við 15,6 prosentum Kelda: Motor Magasinet Alfa og Lancia Fiat-leiðslan hevur avgjørt at flaggskipini hjá Alfa Romeo og Lancia, ávika- vist 166 og Thesis, ganga út í 2007, tá teir annars skuldu fingið ein av- loysara. Kelda: Motor Magasinet Sølan av motorsúkkl- um í Føroyum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini. Ein serhandil, MC- sølan, v. Anders Berg á Norðasta Horni, selur bæði skutarar, motorsúkklur og hópin av MC-útgerð MC-HANDIL Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo MC-Sølan v.Anders Berg í Skemmingsgøtu 23 í Havn er ein fyritøka sum um- framt at selja nýggjar skut- arar, motorsúkklur og o.l. eisini hevur spesialiserað seg í at skaffa góðar brúktar motorsúkklur úr Týsklandi. Anders Berg sigur, at nógv av teimum sum keypa brúktar motorsúkklur, eru fólk sum t.d. hava eitt ynski um eina ávísa motorsúkklu, sum tey í longri tíð hava droymt um at ogna sær. MC-Sølan hevur góðar kontaktir í Týsklandi, og súkklurnar teir taka heim, eru við garanti í besta standi, sigur Anders. Fyritøkan umboðar eisini sponsku Derbi, taiwansku PGO, og italsku Piaggio og Gilera skutararnar og italsku Ducati og japansku Kawasaki motorsúkklurnar. Eisini fáast t.d. hjálmar, stivlar, handskar, jakkar, draktir og blusur. Klæðini eru t.d. av finsku merkjun- um "Rukka" og "MP- ASU". Anders sigur, at alt sum tey selja eru merki- vørur í besta kvaliteti og fáast í nógvum ymiskum kendum merkjum. Allir vanligir eykalutir til skutarar og motorsúkklur eru á goymslu og stórt úrval av Michelin og Pirelli dekkum. Vitjan í komandi viku Í komandi viku kemur danin Gunnar Grønbæk, frá fyritøkuni Skjern Motor- sykler, til Føroya at hjálpa til við at gera eftirlit av motorsúkklum fyri MC- Søluna. Hann hevur arbeitt við motorsúkklum í meira enn 30 ár, og øll eru væl- komin út í Skemmingsgøta at fáa eitt prát við Gunnar og at seta honum spurning- ar ella at fáa góð ráð, sigur Anders. Í vikuni komu tvær súkklur av nýggjastu modellunum hjá Derbi og PGO til landið. Onnur ein Derbi GPR50 er eitt flott "sportsprutl", ið sær út sum ein verulig motorsúkkla. Motorurin er 50 cc við 6-girum. Koyri- eginleikarnir eru sum á eini kappkoyringarsúkklu. Hin er ein PGO G-Max, ið er ein nýmótans sports- ligur skutari við t.d. fjar- stýring til at lata bensin- dekslið upp og til at loysa setrið fyri at sleppa í við- førisrúmið. Súkklurnar kunnu síggj- ast hjá MC-Søluni, tel. 311101 / 216300. Vanliga er opið gerandisdagar frá 16-20, og leygardag frá 11- 15. Í komandi viku, viku 46, frá 8.-13. november, verður opið allar dagar frá 10-18, eisini leygardagin. MC-Sølan, Tórshavn: Dreymasúkklur á Norðasta Horni MC-Sølan á Norðasta Horni selur bæði skutarar, motorsúkklur og hópin av MC-útgerð Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 17 16