Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Føroyskur inniróður hevur aftur gjørt um seg úti í heimi, tí sunnudagin vórðu tveir føroyingar krýndir sum heimsmeistarar. Eisini judo-íðkarar hava vunnið heiðursmerki uttanlands, og herheima hevur FM í bogaskjóting verið Pætur Albinus BOGASKJÓTING Bogaskjótifelagið Ørvur í Runavík hevur um vikuskiftið skipað fyri FM á 12 metrum fyri børn og ung leygar­dagin og síðani fyri vaksin sunnu­dagin. Hjá teimum ungu í recurve vann Tóra Dinna Reynskor gull eftir 7-1-finalusigur ímóti Eigili Odd­marssyni. Í compound kann Aleksandur Leitisstein kalla seg føroya­meistara eftir 139-125-sigur í finaluni ímóti Hans Jákupi Høj­ gaard. Hjá teimum vaksnu í com­ pound gjørdist Nikkel Petersen føroya­meistari. Hann vann 144-141 í finaluni ímóti Jóannesi Poulsen. Í recurve var tað veteranurin, Egga­ ba Andreasen, sum vann FM-heitið eftir 6-2-finalusigur ímóti Odd­mari Nielsen. Næsta leygardag verður aftur kapping. Tá verður kapp­ast á 15 metra fjarstøðu, og tann kapp­ ingin er í hølunum hjá Tambar í Havn. FLOGBÓLTUR Tveir dystir hava verið í meistara­ deildini hjá monnum hetta vikuskiftið. Tann fyrri var í Gundadalshøllini í Havn leygar­ dagin, har Fleyr mátti ganga drúgva leið áðrenn teir høvdu syft botnliðnum, SÍ. Sigurin var áljóð­ andi 3-2, og settúrslitini vóru 29-31, 25-21, 21-25, 25-22, 15-11). Oddadystur var í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár, har Mjølnir hevði vitjan av ÍF. Har vóru tað gestirnir, sum gjørdu bart í einum á pappírinum sann­ førandi 3-0-sigri, har tvey av sett­ unum tó vóru ógvuliga jøvn (24-26, 16-25, 29-31). Við sigrinum hevur ÍF nú vunnið seg eitt stig framum Mjølnir. Tey bæði liðini sigla egnan sjógv, meðan Fleyr er á triðja plássi, fimm og seks stig aftanfyri. KÍF vann ein ógvuliga týðandi sigur, tá ið tær úr Kollafirði í gjár fingu vitjan av Drátti í meistara­ deild­ini hjá kvinnum. KÍF, sum er á øðrum plássi, skuldi royna at varðveita fjarstøðuna niður til Drátt, ið undan dystinum var á fjórða plássi, einans fýra stig aftan­fyri. Dráttur kundi vinna seg væl innaftur í kappingina við einum 3-0 ella 3-1-sigri, men hetta bleiv av ongum, tí KÍF vann dyst­ in 3-2 (13-25, 25-13, 14-25, 25-23, 15- 5). Ein annar dystur hevur verið í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið. Hann var í Bad­ min­tonhøllini í Klaksvík í gjár, har sørvágsgenturnar úr SÍ gjørdu bart og vunnu greiðan 3-0-sigur við settúrslitunum 25-16, 25-18, 25- 20. Við hesum sigrinum hevur SÍ nú vunnið seg úr botninum og hevur fingið samband við miðjuna í deildini. HONDBÓLTUR Norska Fyllingen Bergen, sum hevur føroyska Kjartan Johansen í hópinum, vann seg leygardagin víðari til fjórðingsfinaluna í Challenge Cup. Mótstøðuliðið í 1/8-finaluni var Eurofarm Robotnik úr Makedonia. Fyllingen hevði eina 25-22 leiðslu frá fyrra dystinum í Makedonia, og tað eydnaðist aftur Fyllingen at vinna heima leygar­ dagin. Fyllingen vann at enda trygt 36-28 ímóti Robotnik, men tað sá einki út í fyrra hálvleiki. Robotnik var á odda 16-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki fekk Fyllingen skil á bæði álopsspælið og verjuspælið, og vann seinna hálvleik 21-12. Talan gjørdist um ein samlaðan 61-50-sigur til Fyllingen. Kjartan Johan­sen skeyt fýra mál. Áki Egilsnes og liðfelagarnir úr KA av Akureyri komu aftur á slóð­ ina, tá ið tað fríggjakvøldið gjørdist til ein 27-21 sigur ímóti Þrótti. Hálv­ leiks­støðan var 15-10 til KA. Áki Egils­nes, sum nýliga hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við KA, skeyt fimm av málunum. KA tapti umfarið frammanundan ímóti grannunum, oddaliðnum Akur­eyri, og fjarstøðan ímillum tey bæði liðini, sum eru nummar eitt og tvey í næstbestu deildini, er fram­ vegis trý stig. Tað er Akureyri, ið er fremst, meðan KA er nummar tvey. Fýra dystir eru eftir at spæla. JUDO 18 føroysk ung judofólk hava um vikuskiftið luttikið í Danish Open, sum er ein sterk altjóða judo­ kapping við luttøku úr 11 lond­um. Judo Føroyar luttók við 18 lut­ takar­um – 15 dreingjum og trimum gentum úr frá Havnar-, Sunda- og Klaksvíkar Judofelag. Tað gekk sera væl hjá føroysku luttakarunum. Hóast hetta var ein sterk kapping, høvdu okkara luttakarar góðar dystir, har tey góvu alt, tey høvdu, og tey eru øll á einum máli um, at hetta var ein sera lærurík kapping, har venjingarlega eisini var partur av tiltakinum. Føroyar vunnu tvær bronsu­medaljur í kappingini. Petur Sigurd á Túgvu úr Sunda Judofelag vann bronsu í vektbólkinum yvir 60 kilo í aldursbólkinum undir 15 ár, og Jákup Hentze Davidsen úr Havnar Judofelag vann eisini bronsu, tað var í vektbólkinum undir 42 kilo undir 15 ár. INNIRÓÐUR Føroyskir rógvarar hava um viku­ skiftið luttikið í HM í inniróðri, sum hevur verið í Alexandria í statinum Virginia, USA. Seks føroyskir rógv­ ar­ar hava verið við, og sigast má, at úrslitini hava verið, tí fleiri heiðurs­merki eru vunnin, og sum krún­an á verkinum eru tveir føroy­ingar blivnir heimsmeistarar. Jens Kristian Dam gjørdist heims­ meistari á 2000 metrum í lættvekt 40-49 ár við tíðini 06:39.6, meðan Berg­ur Dam Jensen gjørdist heims­ meistari í 500 metrum sprinti í lætt­vekt 30-39 ár við tíðini 01:25.6. Ingi­bjørg Thomsen vann bronsu á 2000 metrum í lættvekt 30-39 ár, og so vunnu øll hesi silvur á 2000 metrum: Jens Kristian Dam í lætt­ vekt 40-49 ár, Elsa Magnussen 30- 39 ár, Toni Dam í tungvekt 50-54 ár, Ingi­bjørg Thomsen í lættvekt 30-39 ár og Sarita K. Hansen í lættvekt opn­um bólki. Føroyskir heimsmeistarar í USA Toni R. Dam vann HM-silvur Petur Sigurd á Túgvu vann bronsu í DM F.v.: Jóannes Poulsen, Nikkel Petersen, Jógvan Niclasen