Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. februar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. februar 2018 · Nr. 21 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tekur av møguleikanum: OLGA KRISTINA Á HÆGSTA STIGI Í DANMARK Pætur Albinus Snúningsdepilin á føroyska kvinnu­lands­liðnum í fótbólti, Olga Kristina Hansen, hevur leitað sær víðari á yrkisleiðini. Hon flutti til Dan­markar í lestrarørindum í 2012, og síðani tá hevur hon spælt við Øster­bro IF í næstbestu donsku deild­ini, men nú skiftir Olga Kristina felag. Hon fer framyvir at spæla í bestu deildini, og gerst hon sostatt ein av fáum føroyskum kvinn­um, ið hava spælt á hægsta stigi í Danmark. Tók av Tað eru ikki nógvar føroyskar kvinn­ur, sum hava spælt í bestu donsku deildini, men í næstum fer før­oyski landsliðsprofilurin, Olga Kristina Hansen, at royna seg í 3F-deild­ini, sum besta deildin har eitur. Felagið, sum hon fer at spæla við, eitur BSF, og er tað ein stytting fyri Ballerup-Skovlunde Fodbold. Olga Kristina flutti til Dan­ markar at lesa í 2012, og síðani tá hevur hon spælt við Østerbro IF í næst­bestu deildini. Tað var eftir ein venjingardyst ímillum nú fyrrverandi lið hennara, Øster­bro IF, og nýggja lið hennara, BSF, at samband spurdist burturúr ímill­um Olgu Kristinu og BSF. - Vit spældu venjingardyst ímóti teimum. Nakrar dagar eftir dystin kontaktaði høvuðsvenjarin hjá teim­um meg og spurdi um eg hevði hug at koma til royndarvenjing. Eg takkaði ja og vandi við teimum í eina viku. Harafturat var eg við til ein venjingardyst ímóti einum svenskum liði. Aftaná fortaldu venjar­arnir, at teir gjarna vildu be­ halda meg, sigur Olga Kristina, sum síða­ni mátti seta seg niður at hugsa um framtíðina. - Eg hugsaði rættiliga nógv um avgerðina, tá møguleikin at flyta uppstóð. Eg havi havt tað ótrúliga gott í Østerbro og hevði tað ordiliga gott saman við mínum liðfelagum, og tað hev­ur havt nógv at týða fyri meg. Lið­felag­ ar­nir skiltu tó mína avgerð og bakk­aðu meg upp beinanvegin. Eg var altíð vælkomin aftur í Øster­bro, greiðir Olga Kristina frá. - Stóri spurningurin var um eg fór at hava tíð at brúka longri tíð uppá ferðing til og frá venjing (14 kilometrar á súkklu, red.) enn van­ ligt, men avgerðin var kortini rími­ liga løtt at taka, tí eg veit, at um eg skal uppliva at spæla í 3F-deildini, so er síðsti kjansur nú. Eg eri ikki heilt ung longur og skjótt liðug við mína útbugvning, og tá eg eri liðug, verður nokk ikki serliga nógv frítíð, sigur Olga Kristina Hansen. Høgt støði Olga Kristina, sum nú er 27 ára gomul og hevur 47 A-landsdystir í skjátt­uni, avdúkar, at hon einaferð áður hevur havt tilboð um at spæla í bestu deildini. Hetta var eftir eitt uppi­hald á Oure Efterskole í 10. flokki, at hon fekk bjóðað at taka student í Danmark samstundis sum hon skuldi spæla við SønderjyskE. - Eg valdi tá at takka nei og heldur koma heim. Eg angri als ikki avgerðina, men síðani hevur dreym­urin um fótbólt á hægsta støði í Danmark nokk altíð verið har, sigur Olga Kristina, sum nú altso aftur fekk eitt tilboð, og hesa­ ferð valdi at taka av. Hjá Østerbro IF var Olga Kris­ tina ein av fýra kvinnum á áleið sama støði, sum kappaðust um trý pláss mitt á miðjuni, men Olga Kris­tina byrjaði inn í nærum øllum dyst­unum. Málsetningurin hjá liðnum um at spæla við um uppflyting mis­ eydn­aðist, og Olga Kristina gleðir seg nú at sleppa at royna seg í BSF, har støðið er hægri. - Støðið er høgt. Allar eru væl fyri tekniskt, og intensiteturin í venj­ ingunum er altíð høgur. Um eg ikki møti upp 100% fyrireikað og geri alt 100% til venjing, kann eg akkur­át tað sama fara heim aftur, tí so havi eg ongan kjans, sigur Olga Kris­tina. - BSF spældir í 3F-deildini, sum er besta deildin í Danmark. Í løtuni liggur liðið á 3. plássi. Beint nú er vetrarsteðgur, men kappingin byrjar aftur 24. marts. Liðið er ótru­liga ungt, og miðalaldurin er um­leið 21 ár. Flestu leikararnir um­boða ella hava umboðað Dan­ mark á ungdómslandsliðunum, og málmaðurin hjá okkum er akkur­át úttikin at umboða danska A-lands­ liðið til kappingina í Algarve, sum verður nú síðst í mánaðinum. Um­ støðurnar til venjing eru góðar. Í løtuni venja vit úti á einum gras­ líkis­vølli tríggjar ferðir um vikuna og inni í Top Danmark-høllini, sum ligg­ur beint við síðuna av, eina ferð um vikuna. Harumframt venja vit eisini styrki fleiri ferðir um vikuna, greiðir Olga Kristina frá. Raðfesting Østerbro IF og BSF eru ikki einastu út­lendsku liðini, ið Olga Kristina hevur spælt við. Eitt skifti eftir at hon var liðug í student spældi hon eisini við íslendska KR Reykjavík. - Eg spældi tvey ár í bestu deild­ ini í Íslandi eftir at eg var liðug í student. Tá var tað uppá sama máta, men eg haldi, at tað er eitt sind­ur ringt at meta um støðið er hægri her ella har longu nú. Kanska er tað eitt vet hægri her, held­ur Olga Kristina, sum enn ikki hevur sett sær nakrar greiðar mál­setn­ingar. - Eri bara glað fyri møguleikan eg havi fingið, og ætli at gera tað so gott sum eg yvirhøvur kann. Nú fyrstu tíðina skal eg heilt sikkurt brúka at venja meg við øktu leikferðina, og so fái eg at síggja hvussu nógva spæli­tíð eg fái, sigur hon. Olga Kristina er ógvuliga góð til at raðfesta. Tað er heilt einfalt eitt krav, nú hon spælir fótbólt á høgum støði samstundis sum hon tekur ta ógvuliga tíðar­krevj­andi útbúgvingina sum læk­ni. Í fjør var hon uppi til próv­ tøku í Keypmannahavn sama morgun sum hon á kvøl­di spældi landsdyst heima í Før­oy­um ímóti Luksemburg. - Eg havi altíð hugsað, at man kann tað man vil. Men fyri at vera heilt er­ lig, so veit eg ikki, um eg fyrr undir les­naði­num hevði kunnað brúkt so nógva tíð uppá transport, vant og lisið, tað eg lesi, samstundis, tí sum­ mi semestur eru rættliga hørð og krevja, at man til tíðir mestsum sit­ ur allan dagin og lesur, sigur Olga Kris­tina, sum er á 11. semestri og hev­ur eitt ár eftir av útbúgvingini. Landsliðið Tá ið prátið fellur inn á føroyska lands­liðið, so metir Olga Kristina, at árið í fjør var eitt sindur upp og niður. - Hvat viðvíkur landsliðnum var fyrra helvt at 2017 heilt fantastisk. Tað var fantastiskt, at vit spældu øllum víðari í undankappingini og eisini at merkja allan tann upp­ bakn­ingin vit fingu allastaðni frá undir kappingini í Føroyum. Í heyst møttu vit so nógv sterkari londum, og tað sást eisini aftur í úrslitunum. Tað er ongantíð stuttligt at tapa, og serliga ikki at tapa so stórt sum vit gjørdu í fleiri dystum, men eg haldi kortini, at man kann hóma eina framgongd, og leikar­ar­nir hava ein ótrúligan vilja til at gera alt fyri at vit nú í nýggja ári­num fáa betri úrslit, sigur Olga Kris­ tina og slær fast, at landsliðið fram­vegis er undir uppbygging. - Vit eru í menning, tí vit ikki hava spælt landsdyst regluliga síðstu árini. Harafturat hava vit eitt rætti­ liga ungt lið og hava eisini havt eitt sindur av útskifting, men vit hava lært nógv at dystunum í heyst. Í fleiri av dystunum hava gjørt nógv­ ar býttar feilir, sum hava givið mót­ støðu­liðunum nógv lætt mál. Teir skulu vit heilt sikkurt rætta upp uppá, sigur Olga Kristina Hansen at enda. - Eg veit, at um eg skal uppliva at spæla í 3F-deildini, so er síðsti kjansur nú. Eg eri ikki heilt ung longur og skjótt liðug við mína útbugvning, og tá eg eri liðug verður nokk ikki serliga nógv frítíð, sigur Olga Kristina Hansen, ið júst er skift til BSF í bestu donsku fótbóltsdeildini