Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 POLITIKKUR Lykketoft og Magni Arge varpa ljós á 17 heimsmál Ráðstevna verður fríggjadaqin um tey 17 heimsmálini, sum ST hevur sett á skrá og sum skulu loysast í seinasta lagi 2030 Árni Gregersen Málini eru risastór, sum Sameindu Tjóðir hava sett sær fyri at loysa í seinasta lagi um 12 ár – altso í 2030. Málinbi eru eitt sindur ymisk, men tey verða samfelt nevnd sum Heimsmál fyri burðardyggeri menn­ing. Ovast á listanum snýr tað seg um at koma burturúr ógvusligum fátækra­dømi. At talan er um veru­ ligt fátækradømi sæst út frá lýs­ing­ ini hjá Heimsbankanum. Bankin sig­ur, at øll sum hava undir tveir doll­arar at liva fyri um dagin – tað svar­ar til einar 13 krónur – eru í ógvus­ligum fátækradømi. Júst á hesum øki gongur tað kort­ini rættan veg, tí í 1991 vóru 1,6 millj­ardir fólk, sum livdu í so ógvus­ lig­um fátækradømi, men í dag er hetta tal komið niður í eina helvt – 767 milljónir fólk. Eitt annað avgerandi mál eitur Mat til øll. Hetta er framvegis eitt ógvusligt mál, sjálvt um tað vísir seg, at talið av teimum sum beinleiðis mangla mat er minkandi. Síðani aldarskiftið er tað fallið úr 15 prosentum niður í 11 prosent. Tað er ein framgongd, men fram­ veg­is eru tað 795 milljónir fólk, sum hvørt kvøld fara svong til songar. Tað er Magni Arge, fólka­ting­ mað­ur fyri Tjóðveldi, sum hevur tikið stig til ráðstevnuna í Havn. Tað er eydnast honum at fáa kenda dnaska politikaran Mogens Lykke­toft til ráðstevnuna. Mogens Lykke­toft hevur í eina setu verið for­mað­ur fyri ST aðalfundinum Mogens Lykketoft hevur eisini í mong ár verið danskur ráðharri. Honum á baki kemur Kather­ ine Richarsson, professari í Keyp­ manna­havn. Hon hevur í mong ár fingist við at kanna hvat er burð­ ar­dygt umframt at hon hevur fylgt ser­liga væl við tí, sums hevur við sjógv­in at gera. Mál nummar 14 Mál nummar 14 á listanum snýr seg um tað, sum vit kanska eru mest tengd at: Lívið í havinum. Lívið í havinum hevur størri týdn­ing fyri okkum á landi, enn tey flestu geva sær far um. Eitt nú stavar umleið helvtin av súr­evn­in­ um í luftini frá taranum í sjónum. Har­til veitir havið fisk, skeljadjór og lívs­neyðugar proteinir til áleið tríggj­ar milliardir fólk. Hetta 14. Heimsmálið snýr seg um, at vit áðrenn 2020 skulu um­sita og skipa fiskiveiðu á ein burðar­ dygg­an hátt. Áðr­enn 2030 skulu økja um búskap­ar­ligu fyri­mun­ir­ nar við at gagn­nýta hav­til­feingið fyri smá oyggja­sam­feløg í menn­ ing. Harafturat skulu vit minka mun­andi um dálking, serliga frá plast­ikki. Hóast høvini í dag eru undir stór­um trýsti, eru eisini ábendingar um, at heimsins lond førka seg nærri eini burðardyggari kós. Í 2016 skrivaðu 57 lond undir ST- sátt­málan »Port States Measures Agree­ment«, sum hevur til endamál at steðga ólógligum, ófráboðaðum og óskipaðum fiskiskapi. Við miðvísum arbeiði og burð­ar­ dyggari umsiting í áravís eru eisini fleiri hótt fiskasløg og havsúgdjór bjargað undan oyðing. Í sambandi við 14. Heimsmálið hev­ur dálking eitt stórt fokus. Altjóða verður sagt, atí dag eru mun­andi færri oljulekar frá tanga­ skip­um enn tað vóru í sjeyti-árun­ um. Eisini verðður sagt, at fleiri lond hava setdt átøk ímóti álvars­ ligu plastikk-dálkingini, sum sæst um allan heim. Geva heimin víðari Magni Arge, fólkatingslimur leggur alstóran dent á, at tað er avgerandi at vit seta okkum fyri at lata ein heim víðari í góðum standi. -Eg haldi tað er avgerandi, at okk­ara børn og barnabørn kunnu yvir­taka ein heim, sum gevur teim­ um eins góðan møguleika at liva, sum tann møguleikan vit, fingu, sig­ur hann. Á ráðstevnuni, sum byrjar fríggja­morgunin, fara eisini Aksel V. Jo­hannesen, løgmaður, og Høgni Hoy­dal, landsstýrismaður við fiski­ vinnu­málum, at røða. Ráðstevnan er opion fyri al­ menn­inginum. -Tí tað er avgerandi, at tað ikki bert eru politikarar, sum taka lut í hes­um. Hetta má og skal kjølfestast í fólk­inum, sigur Magni Arge. Magni Arge, fólkatingslimur, skipar fyri ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Mogens Lykketoft úr Danmark fer at tosa um tey 14 heimsmálini.