Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Netsíður í ES og EBS-londum við lógligari sølu av heilivági til almenna nýtslu skuldu eftir 1. juli í 2015 bera eitt nýtt logo ella búmerki. Hetta er galdandi fyri bæði apotek og góðkendar smásølur í nevndu londum. Endamálið við bú­merki­ num er at vísa brúkarum, at heimasíðan, sum tey leita á, selur heilivág lógliga. Bú­ merk­ið skal viðvirka til, at falsaður heilivágur ikki kemur inn í lógligar veiting­ ar­ket­ur. Sum partur av bú­merki­ num er teksturin “trýst her fyri at síggja, um netstaðið verður rikið lógliga”, sí við­ hefta mynd. Búmerkið er eins í øllum ES og EBS-londum, og tað er bara tjóðarflaggið og mál­ ið, sum skiftir frá land til land. Búmerkið skal vera á øllum heimasíðum, sum selja heilivág lógliga, og bú­merk­ið skal síggjast á øllum undir­ síð­um, har tú kanst keypa heili­vág. Soleiðis kannar tú Um heimasíðuna - www. laege­middelstyrelsen. dk - er yvirlit yvir apotek, sum selja heilivág á netinum, og her er eisini yvirlit yvir smá­handl­ ar, sum lógliga selja heilivág á netinum. Tað er neyðugt, at tú, sum keypari og brúkari, kanst hava álit á viðkomandi net­ sølu - Tá tú vitjar heimasíðu, sum selur heilivág on-line, hygg­ur tú í fyrsta lagi eftir bú­merki­num. Tá tú trýstir á logo’ið, sært tú, um tú verður leidd/- ur víðari til ein av listunum hjá Lægemiddelstyrelsen yvir apotek ella góðkendar smá­søl­ur. Tú kannar á listanum, um søla og heimasíða eru skrá­ sett, tí eftir galdandi regl­um hava tey upplýst til Læge­ middel­styrelsen, at tey selja heili­vág on-line. Tú eigur ikki at keypa heili­vág um heimasíður, sum ikki hava nevnda logo. Sambært donskum regl­ um um netsølu av heilivági kann heilivágur bara handl­ ast og útleverast í Dan­mark, tá skrivað er út eitt mark­nað­ ar­føringsloyvi. Skal heilivágur seljast brúkar­um í øðrum ES ella EBS-lond­um, skal mark­ naðar­føringsloyvi fyriliggja í viðkomandi landi. Yvirornað skulu apotek í samband við netsølu av heili­vági halda tær reglur, sum eru galdandi við sølu av heili­vági til brúkarar annars. Apotek hava eisini skyldu til at veita umbýtisrætt, eins og tað áliggur apotekum skylda at kunna brúkarar um møgu­liga bíligari alternativ av heili­vági. Soleiðis hevur brúkari rætt til at sleppa í dialog við apotekið um telefonina ella um heimasíðuna, har við­ kom­andi kann spyrja seg fyri, um tað verður hildið neyðugt. Sama er galdandi fyri smá­handlar, sum hava loyvi at selja heilivág um netið. Nøkur góð ráð Nøkur góð ráð eru, sum kunnu vera hent at vita, tá heili­vágur verður keyptur um netið. Tá tað eru nógv, sum bjóða út og selja heilivág um netið, er tað ógvuliga um­ráð­ andi at finna ein handil, sum er seriøsur og álítandi, og ikki er vist, at tað er so lætt. Tú eigur at seta tær sjálvum spurningin, um heima­síðan ger greitt, hvør stendur aftan fyri upp­lýs­ ingarnar, vørurnar og tæn­ astu­na, sum heimasíðan bjóð­ar. Eru reklamur á heima­ síðuni, eigur tú at ansa eftir, um frágreiðingar um heili­ vágin og reklamur eru skild frá hvørjum øðrum. Hygg eisini eftir, um heimasíðan nýliga er dag­ førd. Tað eru eisini nøkur ting, sum eiga at fáa ávaring­ar­ klokkur at ringja, um ikki alt er í lagi. Hygg eftir, um lyftir um heilsu og lekidóm eru ov góð til at vera sonn. Hygg eftir listanum yvir, hvørjar sjúkur heilivágurin kann lekja. Hygg eftir, um heili­vág­ urin bert kann keypast hjá hesi eini søluni - ella í av­ mark­aðum tíðarskeiði. Tá hugsað verður um sakliga kunning, er talan eitt nú um navnið á heilivágnum, aktiv innihaldsevni, hvat heili­vágur er fyri - og nær heili­vágur ikki má brúkast (eitt nú í samband við barns­ burð ella saman við øðrum heili­vági). Tú eigur sum keypari at síggja nøgd av heilivági, frá­ greiðing um møgulig hjáárin eins og navn og adressu hjá fram­leiðara. Góðkendur heilivágur Í Danmark og øðrum evro­pe­ isk­um londum skal heili­vágur vera góðkendur av heilsu­ myndug­leikunum, áðr­enn heili­vágurin kann seljast. Ert tú í iva, eigur tú at spyrja seljaran, um heili­ vágurin er góðkendur, og í hvørjum londum hann er góð­kendur. Veit tann, sum selur, ikki, um heilivágurin er góðkendur, er okkurt spinnandi galið. Tá tú keypir heilivág í Dan­mark, er pakningur og nýtslu­leiðbeining skrivað á donsk­um, og leiðbeiningin gevur tær týdningarmiklar upp­lýsingar um eitt nú hjá­ árin, ávaringar, goymslu av heili­vági og serlig viðurskifti, sum tú skalt hyggja eftir. Keypir tú heilivág í útlandinum, eigur tú at tryggja tær, at nýtslu­leið­ bein­ing, sum tú skilir, fylgir við. Ofta verður heilivágur seldur undir ymiskum nøvn­ um í ymiskum londum. Tí eigur tú at tryggja tær, at heili­vág­urin í pakkanum er rættur, sjálvt um tvey nøvn ljóða næstan eins. Ert tú í iva, eigur tú at spyrja á apotekinum ella fólk, ið hava skil fyri heili­ vági, men fyrst av øllum eigur tú at ansa væl eftir ikki at taka falskan heilivág. Alt kann falsast, og tað kann heilivágur eigur. Keypir tú heilivág á neti­ num, veitst tú ofta ikki, hvør tað í veruleikanum er, sum selur, og tað kann eisini vera trupult at síggja, um seljar­ in er undirgivin eftirlit av myndugleikum í egnum landi ella ei. Soleiðis er ein ávísur vandi fyri, at tað, tú keypir, ikki er tað, tú ætlaði tær. Í besta føri er heilivágur uttan virknað - men, í ring­ asta føri kann hann vera skaði­ligur. Hvussu í Føroyum? Nú skulu vit í hesi greinini ikki fara út í smálutir um, hvussu støðan er í Føroyum við keypi av heilivági á neti­ num. Tað vanliga er ivaleyst, at heili­vágur ella kostískoyti, sum verður bílagt um netið úr útlandinum og heim til Før­oya, verður steðgað í tolli­ num. Vit hava apotekini kring landið, og síðan eru nakr­ar sølur við heilivági til hond­ keyp, sum hava fingið eitt ser­ligt loyvi og sum keypa frá apotekunum at selja sín­ um viðskiftafólki. Kelda: www.laegemiddelstyrelsen.dk EITT BÚMERKI TRYGGJAR TEG SUM KEYPARA Á NETINUM Keypir tú heilivág á netinum, veitst tú ofta ikki, hvør tað í veruleikanum er, sum selur, og tað kann eisini vera trupult at síggja, um seljarin er undirgivin eftirlit av myndugleikum í egnum landi ella ei. Soleiðis er ein ávísur vandi fyri, at tað, tú keypir, ikki er tað, tú ætlaði tær. Í besta føri er heilivágur uttan virknað - men, í ringasta føri kann hann vera skaðiligur