týsdagur 20. februar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Magni Laksáfoss
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Skulu bjørtu málini um at
gera Føroyar grønari gerast
veruleiki, er alneyðugt við
eini liberalisering av el-
orkuøkinum. Tí havi eg lagt
uppskot fyri tingið, har lagt
verður upp til at liberalisera
el-framleiðsluna
í
einari
breiðari politiskari semju,
sum veruliga kann seta ferð
á útbyggingar og menning av
grønari orku
Ein liberalisering av el-
marknaðinum kann saman
berast við tað vit kenna á
tele-økinum. Eg minnist væl,
hvussu dýrt tað var at brúka
telefonina í gomlum døgum,
har man var noyddur til at
telja minuttirnar fyri at ansa
eftir at rokningin ikki bleiv
ov stór.
Eftir at tele-økið bleiv
liberaliserað er støðan ein
heilt onnur. Nú eru tilboðini
í Føroyum betur enn tað
tú kanst fáa í útlandinum.
Frí tala og stórt data-hald.
Møguleikarnir eru nógv fleiri
og kostnaðurin nógv lægri.
Á sama hátt vil ein liberali
sering av el-marknaðinum
vera við til at skapa nógv
fleiri møguleikar fyri orku-
loysnum og samstundis geva
bæði borgarum og vinnu
nógv bíligari orku.
Menna tjóðina
Einhvør politikari eigur at
hava sum fremsta mál at
menna tjóðina. Vit eiga at
stremba eftir at skapa tað
Føroyar vit ynskja at hava.
Eitt av mínum hjartamálum
seinastu mongu árini hevur
verið at skapa eitt grønari og
betri Føroyar.
Tað kom týðiliga fram á
orku-ráðstevnuni, sum eg
var við til at skipa fyri á vári
2017, at um grøna málið skal
náast, var neyðugt við eini
liberalisering av el-mark
naðinum í Føroyum. Hetta
sama havi eg eisini greitt
fingið at vita á fundum, sum
eg havi havt við danskar
myndugleikar fyri at hoyra
um royndirnar í Danmark og
øðrum evropeiskum londum.
Skulu skapandi kreftirnar
sleppa framat og veruliga
sleppa at útfolda seg, er
neyðugt at opna dyrnar og
loyva privatum aktørum inn
á marknaðin. Verandi skipan
er alt ov stirvin.
Skapa størv og
menning
Ein liberalisering av orkuøki
num vil veruliga seta ferð á
menningina og vil hetta sam
stundis skapa nógv nýggj
størv innan orkuøkið.
Samstundis hevur tað
stóran týdning fyri útflutn
ingsvinnurnar, at tær kunnu
siga, at teirra vørur eru
framleiddar úr grønum og
varandi orkukeldum heldur
enn olju.
Spurningurin um liberali
sering av el-orkuøkinum er tí
fyri meg ein spurningur um,
hvat fyri samfelag vit ynskja
at hava. Skulu vit hava frælsi
og fríar vinnukarmar, har
fyritøkurnar á orkuøkinum
eru við til at skapa menning
og vøkstur og flyta okkum
móti einum grønari sam
felag, ella skulu vit hava
eitt samfelag við monopol
á orkuøkinum har lítil og
eingin framgongd er móti tí
grønu kósini.
Eg ynski framburð, frælsi
og menning og verulig fram
stig móti einum grønari sam
felag.
El-marknaðurin skal
liberaliserast fyri at seta
ferð á grønu orkuna
Steinbjørn O. Jacobsen,
býrádslimur
Hvussu sær framtíðin vid
Nordhavnini í Ánunum út,
er ein av spurningunum, vit
eiga at taka upp til umrøðu
og støðutakan sum skjótast,
og hvussu vit á besta hátt
víðka um hesa sera góðu og
væl umtóktu Havn.
Tað var av mongum sádd
ur ivi um verkætlanina,
at
byggja
altjóða
havn
í Ánunum, hetta var ør
skapur
og
burturspiltur
skattapeningur.
Men
vit
vórðu
fleiri,
sum
trúdu
uppá hesa stóru verkætlan,
og við treysti fóru vit av
álvara
undir
byggingina
og lótu okkum ikki ræða
av afturhaldskreftum Vit
gjørdu gagn av grótinum,
sum kom úr Norðoyatunli
num og bjóðaðu arbeiði út
og hetta arbeiði gekk sera
væl, og vit bygdu í fystu at
løgu 200 metra atløgusídu
vid 12 metra dýpi. Skjótt
sást, at 200 metrar var alt ov
lítið og tí bleiv avtala gjørd
við partafelagid hjá Kristian
í Grótinum og Klaksvíkar
Kommunu í einum leasing
sáttmála at byggja 117 metrar
afturat verandi havn, har
Klaksvíkar Kommuna hevdi
ræðisrættin og fær allar inn
tøkur, sum havnin gevur.
Sigast
má,
at
henda
verkætlan hevur verid og er
ein sólskinssøga, sum hevur
givið Klaksvíkar kommunu
stórar inntøkur, og av mongu
skipunum, hava tey har
afturat givið nógv arbeiði
til avløgdu vinnuna, og vit
síggja støðugt, at plásstrot
er har nordi, tí nógv stór skip
liggja har.
Vinnan
og
Klaksvíkar
kommuna
mugu
ganga
hond í hond at fremja menn
andi átøk, økinum til góða,
tí mugu enn betri og rúmk
aðir karmar gerast um okk
ara høvuðsvinnu og tí er
neyðugt, sum skjótast, at
taka lógvatak fyri at fremja
áhaldandi
útbyggjan
og
her hugsi eg serliga um at
útbýggja Norðhavnina, og
besti háttur at fremja hetta,
er at gera ein frystitunnil
undir Ánavegin og gera
brúk av grótinum til at
fylla norðureftri sum gevur
grundarlag fyri størri atløgu.
Tað tykist, sum vinnu og
teknisk mál ikki fáa stórstu
ræðfesting, men nú mugu vit
leggja alla orku í, at fáa framt
útbyggingina í Ánunum, so
fjølbroyttar
útbyggingar
kunnu gerast, bæði við kaj
síðu og byggilendi á landi.
Við vón um, at gongd aft
ur kemur á útbyggingina
av Norðhavnini, vil heita á
vinnuna og myndugleikar
nar um, at gera eina felags
loysn. Tað hava vit megna
fyri, hví so ikki eisini í hesum
sera týdningarmikla málið.
Norðhavnin eigur at víðkast
saman við ger av frystitunli
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á