Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Hallgerð Akurstein, Hvannasund Mikudagin var nógv fólk samlað í tinginum, tá 1. við­ gerð var av uppskotinum at loyva Norðoyatunlinum at fyri­reika arbeiðið av tun­lu­ n­um norður um fjall. Upp­ skotið leggur upp til, at Norð­oya­tunnilin tekur lán at gera tunlarnar, og at landið so rindar tær fýra ferðir 70 mió., sum eru settar av til tunl­arnar í løguætlanini í 2021-2024. Í løgtinginum royndu løg­tingsfólk so at geva grund­gev­ingar, hví tey vóru ávíkavist vóru fyri og ímóti. Og tónin á tingsins røðara­palli var skilabetri enn hann annars oftani er á okkara høga tingi. Men í gongini hoyrdust tvær ferð­ ir, einaferð frá fíggjar­mála­ ráð­harra Kristinu Há­foss og einaferð frá fyrr­ver­andi Løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, sum í dag situr í andatøðu, henda grund­ geving: “harmiligt hjá tykk­ um har norði, men vit fáa ikki loyst tykkara akutta tørv. Stillið tykkum í køina!” Eg má siga sum er, at hetta er ikki sørt láturligt, sum tey bæði koma við her. Ella tey eru kanska stuttmint? Í 30 ár hava nýggir tunl­ ar norður um fjall verið við­ gjørdir á tingi. Seinastu 20 ár­ini hava teir staðið sum nr.1 í “køini”, sum tey kalla tað. Í ringum tíðum hava tunl­ ar­nir verið ov dýrir at framt, og í góðum tíðum hava teir verið ov dýrir at framt. So nú eru vit komin har til, at Før­oya løgting skal avgera, um tey framhaldandi vilja telja tær 10 bygdirnar, sum eru avhengigar av vega­sam­ bandinum norður um fjall upp í Føroyar ella ikki. 7 av hes­um bygdum hava onki ann­að samband við restina av Føroyum uttan hasar smølu og ótíðarhóskandi forð­ing­ar­nar. Viðareiðis- og Hvanna­ sunds kommunur hava so inn­sæð, at løgtingið brúkar ikki kømentalitet og eftir at hava staðið góðtrúgvin fremst í røðini í 20 ár, ja so hev­ur man rætt tinginum eina hjálpandi hond! Og enn­ tá gjørt eitt uppskot, sum ikki spreingir fíggjarlógina, men har pengarnir, sum eru sett­ir av 2021-2024, verða rind­aðir tá. So eg haldi at samgonga og andastøða hava eitt at gera, og tað er einmælt at sam­tykkja uppskotið. Tað hevur næstan verið vanlig manna­gongd, at øll atkvøða fyri tunlum, og tað hevur verið óansæð, hvar í køini teir stóðu. Eisini um teir yvir­høvur ikki stóðu í kø. So mín áheitan er: takið undir við uppskotinum og gev­ ið bygdunum eystan Múla og Árnafirði virðiligt vega­ samband. Tingið brúkar ikki kømentalitet Erling Eidesgaard formaður í Havnar Svimjifelag Bæði vit í Havnar Svimjifelag og stóra fjøldin av virknum svimjar­um í Tórshavnar kom­mu­nu settu sítt álit á, at nú ein fyrrverandi elitu­ svimjari settist í borgar­ stjóra­sessin, so fór ætlanin at byggja ein langhyl í Gunda­dali at halda. Vit hugs­aðu øll, at nú kundi einki seinka byggingini. Tí fingu vit sum vátan vøtt framma­n­á henda dagin, tá býráðs­meirilutin boðaði frá, at ætlanin nú verður útsett. Kundi tað hugsast, at gamli landsliðssvimjarin í borgar­ stjórasessinum hevði gloymt svimjingina, ella var hon komin í minniluta í sínum egna meiriluta? Grundgevingin hjá bý­ ráðs­sam­gonguni fyri at útseta er, at tað eru ov nógv­ ar stórar íløgur í gongd í senn í kommununi. Tað er ivaleyst skyn­samt at ansa eftir, at ikki alt ov nógv virksemi er, tí tað hitar búskapin, verður sagt. Men hvørjar íløgur verða framdar og nær, er nú eina­ferð eitt politiskt val, sum býráðið einsamalt ger. Tað vil so við øðrum orðum siga, at býráðið hevur valt aðr­ar íløgur innan ítróttina fram­um langhylin. Tað er eyð­sæð, at býráðið heldur, at tað er skilabetri at gera íløg­ ur í alskyns hallir, Tórsvøll, fót­bóltsvallir og nú eisini golf­vøll. Ein onnur grundgeving by­́raðið gevur er, at virk­ semið skal fíggjast innan fyri sokallaða íløgukarmin og uttan lántøku. “Innan fyri íløgukarmin” tykist vera eitt mantra, ið er lætt er at tríva í. Vert er tó at leggja til merkis, at støddin á íløgukarminum verður frítt ásett av býráðnum sjálv­um. Rætt er tað, at ein lang­hylur kostar nógvar peng­ar, men samanbera vit við, hvat høllin í Gundadali kost­aði í 1982, hóast hon tá var rættiliga dýr, og hvat fíggjar­lógin hjá kommununi var tá, so er ringt at skilja, at ein íløga upp á einar 100 mió. kr. í dag er so trupul at fara undir, nú inntøkurnar hjá kommununi tátta í eina milliard – forrestin júst 100 mió. kr. meir enn árið fyri. Sjálv­andi er fíggjarliga av­ bjóð­ingin við langhylinum eing­in trupulleiki fyri eina fíggjarliga so sterka kom­ munu sum Havnina. Í 1959, tá gamli uttandura hyl­urin í Gundadali varð tikin í brúk, búðu um 8.000 fólk í Havn. Hylurin hevði seks geilir og var 25 metrar til longdar. Nú, vit skriva 2018, hevur hylurin hjá kom­ mununi framvegis 6 geilir og er framvegis 25 metrar til longdar, men nú búgva góð 20.000 fólk í kommununi. Rokna vit so, hvussu nógvar litrar av vatni, hvør borgari hev­ur at svimja í, so høvdu havnar­fólk 62 litrar í part í 1959 at svimja í, meðan vit í dag hava minni enn 25 litrar í part. So eyðsýnt er, at her hava ávís viðurskifti als ikki fylgt við. Verandi høll í Gundadali er ikki longur nakar ársungi. Hon varð tikin í brúk í december í 1982 og er sostatt 36 ára gomul, og tað verða støðugt gjørdar størri og størri umvælingar, nú høllin er farin langt út um “best before date”. Vit hava sæð døm­ir í grannalondum, har, at síggja til, væl hildnar hallir eru stongdar frá degi til dags, tí okkurt álvsarligt aldursrelaterað brek brádliga er komið undan kavi. Hendir hetta í Gundadali, so kunnu havnarborgarar standa uttan svimjihyl í fleiri ár. Hetta var støðan í 50unum, tá tey harð­førastu einki annað val høvdu enn at fara á bláman at svimja. Vilja vit risikera slíkar tilstandir aftur? Alt gott um at gera íløg­ ur í breiðan ítrótt. Tað skal kommunan sjálv­ andi gera. Men tað skerst nú ikki burtur, at ávís­ ar ítróttargreinar hava stør­ri týdning enn aðrar fyri okkara umrøðu úti í heimi. Her hevur fót­ból­ t­ur­in sjálvandi havt stór­ an týdning, men so sanni­ liga eisini svimjingin. Okk­ara svimjarar svimja í dag frammaliga millum Norð­ur­lond og í ávísum før­um eisini í heimselituni. Tað er ikki reyp, men ein sann­roynd, at eingin onn­ur ítróttargrein hevur fing­ið sínar íðkarar so langt fram á altjóða pallin sum svimj­ ingin. Men tað er eisini ein sannroynd, at eingin onnur ítróttargrein setir so stór krøv til venjing sum svimjingin, og her eru um­ støður­nar langt frá nøkt­andi í Tórshavnar kom­mu­nu. Eitt annað, sum átti at talt við, tá býráðið raðfestir allar hesar íløgur innan ítróttin er, hvussu stóran týdning íløgan í nýggjan svimjihyl hevur fyri trivnaðin hjá vanliga fólki­num í kommununi. Her er tað enn ein sannroynd, at neyvan nøkur onnur ítróttar­gein hevur so stóra fólks­liga undirtøku sum svimj­ing­in. Svimjihøllin hevur í nógv ár verið alt ov lítil og hevur í dag meira enn 200.000 vitjandi um árið. Frá morgni til myrkurs streyma borgarar til høllina, og ger hetta sjálvandi, at kappingin um sparsomu litrarnar av vat­ni er tess størri. At øll tey seinastu stóru skúla­projektini í Tórshavnar kom­munu eru gjøgnumførd uttan svimjihyljar ger bara støðu­na meira kritiska. Tí í takt við at plássið er minkað í Gunda­dali og skúlahyljar eru farnir í søguna, er frálæran í svimjing nógv versnað. Tað gong­ur tí av álvara eftir hali við svimjiførleikanum hjá komandi generatiónum í Havn. Hetta, í sær sjálv­ um, átti at verið besta argu­mentið fyri at fingið svimji­um­støðurnar í Havn dag­førdar í dag heldur enn í morgin. Tí neyvan nakra aðra­staðni í heiminum er tað so­nevnda “váta elementið” so tætt við okkara lív og gerandisdag, sum her hjá okkum. Úr so at siga hvørj­ um einasta glugga í landi­ num, síggja vit havið. So hendan ítróttargreinin er, sum tann einasta, beinleiðis lív­bjargandi. Eitt er, hvat borgarin í Havn og Havnar Svimjifelag rað­festir, eitt annað er, hvat bý­ráðið raðfestir. Tað er nú einaferð býráðið, sum er myndugleikin og eigur av­ gerðina. Eg síggi, at Annika Olsen, býráðsformaður bert nevnir tvey viðurskifti inn­ an ítróttina í fororðinum til fíggjarlógina fyri 2018, og eru tað Tórsvøllur og golf­ vøllurin. Tað er so hennara og meirilutans val. Spell, at svimjingin ikki vann seg betur fram í polit­ isku raðfestingini. Langhylurin komin í langdrag