týsdagur 20. februar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 21. februar 2018 · Nr. 22
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Mentanargrunnur Landsins
kunngjørdi í dag hvørji lista
fólk hava fingið starvslønir
frá grunninum í ár. Longsta
starvslønin bleiv givin til
listakvinnuna Hansinu Iver
sen, ið fær løn næstu trý ár
ini frá grunninum.
Sjálv fekk Hansina Ivers
en
boðini
fríggjakvøldið,
men tá Miðlahúsið fekk orð
á hana í dag, hevði hon ikki
heilt sodnað boðini enn.
- Eg royni enn at sodna
tað. Eg fekk tað at vita
fríggjakvøldið, men tað er
ikki reiðiliga gingið upp fyri
mær enn, sigur Hansina Iver
sen.
Fyri listakvinnuna merk
ja gleðiligu boðini, at hon
næstu árini fær frið at men
na sína egnu list.
- Hetta gevur mær ar
beiðsró í rúma tíð og gevur
mær møguleikan at fara í
dýpdina við mínum arbeiði,
uttan at skulu renna eftir
verkætlanum, tí eg stúri
fyri hvat eg skal liva av
næsta
mánaðin.
Hetta
gevur mær meira ró og
kann eg miðsavna meg um
at eksperimentera og finna
fram til nakað enn meira í
málningunum, sigur lista
kvinnan.
Hansina Iversen hevur
annars úr at gera í hesum
døgum. Í løtuni leggur hon,
saman við Jóhan Martin
Christiansen, síðstu hond á
eina framsýning, ið skal vera
í Listahøllini í Skipasmiðjuni,
og
sum
stuðulsskipanin
Listaflog hjá Atlantic Air
ways hevur fíggjað. Síðan
hevur hon eina uppgávu
fyri Norðurlandahúsið í sam
band við Barnafestivalin,
men tá tað er fingið av skafti,
fer hon aftur í sína egna
verkstovu.
- Eg havi arbeitt við list
ini seinastu 25 árini, men
verkætlanin heldur fram
endaleyst. Um eg fái stuðul
ella ikki, so haldi eg fram við
hesum. Men nú nýtist eg ikki
taka nakað, um eg ikki haldi
meg vera til reiðar. Mítt ar
beiði á atelierinum er mín
verkætlan. Og hvussu skal
eg kunna luttaka á nøkrum
sum helst, um eg ikki fái
tíðina at gera verkini. Uttan
arbeiðstíðina í atelierinum
fái eg ikki skapt nakað, sigur
Hansina Iversen.
- EG ROYNI ENN
AT SODNA TAÐ
Hansina Iversen
Mynd: Føroya Fólkaháskúli
FAKTA:
Hesi hava fingið starvsløn
Jákup Sørensen, 3 mánaðir
Solby Anna Christiansdóttir, 2 mánaðir
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, 3 mánaðir
Jens Dam Ziska, 3 mánaðir
Anja Tell, 2 mánaðir
Anný Djurhuus, 3 mánaðir
Kári Sverrison, 2 mánaðir
Ingun Christiansen, 6 mánaðir
Carl Jóhan Weikert Jensen, 6 mánaðir
Hans Tórgarð, 2 mánaðir
Martin Christiansen, 6 mánaðir
Jóanes Nilsen, 6 mánaðir
Guðrið Poulsen 1 mánað
Marjun Syderbø Kjelnæs, 12 mánaðir
Niclas Johannesen, 3 mánaðir
Knút Olsen, 2 mánaðir
Rannvá Holm Mortensen, 1 mánað
Hansina Iversen, 3 ár
Heðin Ziska Davidsen, 3 mánaðir
Rakel Helmsdal, 3 mánaðir
Frants Jensen, 1 mánað
Tóroddur Poulsen, 3 mánaðir
Hans Jacob Kollslíð, 2 mánaðir
Anna Sofía Jørgensen, 3 mánaðir
Lena Nicolajsen, 3 mánaðir
Janus á Húsagarði, 3 mánaðir
Mattias D. Kapnas, 3 mánaðir
Tummas Jákup Thomsen, 3 mánaðir
Maria Winther Olsen, 3 mánaðir
Torfinnur Jákupsson, 3 mánaðir
Vónbjørt Vang, 12 mánaðir
Sámal Blak, 6 mánaðir
Sakaris Stórá, 3 mánaðir
Kim Simonsen, 3 mánaðir
Bruno Mikael Eysturstein, 3 mánaðir
Durita D. Andreassen, 2 mánaðir
Sigrun Gunnarsdóttir, 3 mánaðir
Dávur Djurhuus, 3 mánaðir
Starvslønir
latnar til 40
umsøkjarar
Barbara Holm
Nevndin í Mentanargrunninum hevur á fundi avgjørt
at lata 40 umsøkjarum starvslønir í tilsamans 173 mán
aðar. Trý-ára starvslønin fer til myndlistakvinnuna
Hansinu Iversen, meðan eitt-ára starvslønirnar fara
til rithøvundarnar Vónbjørt Vang og Marjuna Syderbø
Kjelnæs. Harumframt hevur nevndin avgjørt at lata
fimm listafólkum seks-mánaðar starvsløn. Tey eru Jóa
nes Nielsen, Carl Jóhan Jensen, Ingun Christensen, rit
høvundar, og Jóhan Martin Christiansen, myndlistafólk
og Sámal Blak, marglistafólk. Harafturat eru 32 styttri
starvslønir játtaðar, fýra av hesum eru til týðingar.
Inn komu tilsamans 128 umsóknir til starvslønir.
Sammett við í fjør komu sera nógvar frá rithøvundum
og myndlistafólkum. Grunnurin hevur eisini heimild at
lata stuðul til í mesta lagi fýra íverkseta listaarbeiði. Tað
komu 17 umsóknir til íverksetan.
Tey, sum hava fingið stuðulin til íverksetan í ár, eru:
Hanni Bjartalíð, myndlistafólk, Jensina Olsen, marg
listafólk, Búi Roach, koreografur og Jóhannus á Rógvu
Joensen, tónleikari og framleiðari. Grunnurin fekk til
samans 145 umsóknir, sum vóru á høgum góðskustigi,
og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum mongu
vælkvalifiseraðu umsóknirnar.