hósdagur 22. februar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
9
Innlatingarfreistir og innlatingarhættir í sambandi
við sjálvuppgávuna og kapitalvinningssjálvuppgávuna 2017
Postrúm 2151
Skálatrøð 26
110 Tórshavn
Tlf.: 35 26 00
T-postur: taks@taks.fo
heimasíða: www.taks.fo
Sosialurin 34 18 00
Í hesum tíðum sendir TAKS út bræv um
sjálv uppgávuna og kapitalvinningssjálv upp-
gávuna fyri 2017. Tey, sum hava Mínboks, fáa
brævið har. Annars verður tað lagt í post-
kassan.
Hesar innlatingarfreistir og hesir
innlatingarhættir eru galdandi:
Vanligir skattgjaldarar, sum ikki
skulu lata inn roknskap
Vanligir skattgjaldarar, sum ikki skulu lata inn
roknskap, men sum skulu lata inn sjálvupp-
gávu og/ella kapitalvinnings sjálvuppgávu,
skulu gera hetta í síðsta lagi 1. mai 2018.
Latast kann inn á Borgaraglugganum og
manuelt. Sí tá skjøl á taks.fo/
sjalvuppgava2017.
Vanligir skattgjaldarar og
sjálvstøðugt vinnurekandi, sum
skulu lata inn roknskap
Vanligir skattgjaldarar og sjálvstøðugt
vinnurekandi, sum skulu lata inn roknskap,
skulu lata inn roknskap, sjálvuppgávu,
kapitalvinningssjálvuppgávu og ognar-
uppgerð í síðsta lagi 1. mai 2018.
Roknskapur skal vera í talgildum Excel-
formati og skal setast upp eftir einum av
roknskaparleistunum hjá TAKS. Finn teir á
Borgaraglugganum og á taks.fo/
sjalvuppgava2017.
Alt skal latast inn á Borgaraglugganum.
Feløg o.tíl.
Feløg o.tíl., hvørs roknskaparskeið endar í ella
fellur saman við álmanakkaárinum 2017,
skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og
kapitalvinningssjálvuppgávu í síðsta lagi 2.
juli 2018.
Feløg o.tíl., sum eru skrásett hjá Skráseting
Føroya í roknskaparklassa B og C, skulu lata
inn skattaroknskap og ársfrásøgn í talgildum
XBRL- og PDF-formati. Sjálvuppgávur o.a. skal
latast inn í talgildum PDF-formati. Onnur
feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya,
skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap og
kapital vinningssjálvuppgávu í PDF-formati.
Feløg o.tíl., sum ikki eru skrásett hjá
Skráseting Føroya, skulu lata inn
sjálvuppgávu og kapital-
vinningssjálvuppgávu í talgildum PDF-
formati. Roknskapur skal vera í talgildum
Excel-formati og skal setast upp eftir einum
av roknskapar leistunum hjá TAKS. Tú finnur
teir á taks.fo/sjalvuppgava2017.
Alt skal latast skal inn á Vinnuglugganum.
Deyðsbúgv
Deyðsbúgv skulu lata inn sjálvuppgávu,
kapitalvinningssjálvuppgávu og
ognaruppgerð í síðsta lagi 2. juli 2018.
Latast skal inn manuelt. Sí skjøl á taks.fo/
sjalvuppgava2017.
Um ognaruppgerðina
Øll, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, skulu
lata hana inn aftur. Tey, sum ikki fáa ognar-
uppgerð, men sum hava broytingar í ogn og
skuld í mun til 31. desember 2016, skulu
eis ini lata inn ognaruppgerð. Uppgerðin fæst
á Borgaraglugganum ella við at venda sær til
kundatænastu okkara á tel. 35 26 00.
Um tørvur er á longri
innlatingarfreist
Er tørvur á longri innlatingarfreist, skal
skriv lig umsókn sendast til TAKS. Freistin
verður bert longd, um serlig orsøk er til tess,
t.d. sjúka. Freistin verður givin eftir avtalu í
styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin
longri enn til 15. august 2018. Tá biðið verður
um longda freist, skal hetta gerast fyri hvønn
persón og hvørt felag sær. Harafturat verður
kravt:
•
at umsóknin er innlatin áðrenn 1. mai
2018 hjá vanligum skattgjaldarum og
sjálvstøðugt vinnurekandi og áðrenn 2.
juli 2018 hjá feløgum o.tíl.
•
at sjálvuppgávur, roknskapir og
ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.
Rættstundis er innlatið, tá ið tilfar
er TAKS í hendi í síðsta lagi teir
dagar, sum nevndir eru omanfyri
Verður innlatið ov seint, hevur TAKS heimild
til at seta inntøkuna til eina metta upphædd
og til at áleggja sekt.
TAKS
22. februar 2018
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á