Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 10 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO 17. februar skrivar 23 ára gamli Bárður Hansen av Toftum soleiðis á Facebook: “Hey tit. Onkur hevur gjørt ein falskan profil av mær á Snap­ chat, sum eitur Bárður Magic. Við­ komandi sendir út til damur, yngri sum eldri um at senda myndir av sær. Hetta eri eg sjálvandi sera keddur av, men eg fái ikki steðga við­komandi. Men tit mugu vita at hetta ikki er eg. Kunnu tit hjálpa mær at fáa hendan boðskapin út? Eg havi meldað tað til løg­regl­ una.” Boðini hjá Bárði á Facebook eru deild 245 ferðir. Fyri fáum døgum síðani var Bárður Hansen óvitandi um, at ein brúkari var stovnaður á sosiala miðl­inum Snapchat í hansara navni. Seinastu dagarnar hevur hann funnið fram til fleiri og fleiri gent­ur, sum allar hava samskift við brúk­aran Bárður Magic og hildið seg hava samskift við Barð Hansen. Áðrenn Bárður gjørdist tilvit­ að­ur um, at samleiki hansara varð stol­in, hevði yngri beiggi hansara vitað tað í nakrar dagar. Beiggi hans­ara hevði tosað við eina gentu, sum var javngomul við seg, og hon hevði sagt honum, at Bárður hevði skrivað til hana og verið sera óbehagiligur og vemmiligur. – Beiggi mín kom í kamarið hjá mær, har eg sat, og bað síðani gent­una skriva aftur til brúkaran Bárð­ur Magic. Hon greiddi beiggja mínum frá, at hon samskifti við brúkaran, og at hann skrivaði aftur. Beiggi mín sá tá, at eg ikki sat og skrivaði, og hann visti, at tað ikki var eg. Hann segði mær so, at onkur annar hevði ein brúkara í mínum navni og skrivaði til gentur, sigur Bárður Hansen frá. Meldað til løgregluna Eftir at Bárður varð greiður yvir, at samleiki hansara var stolin og út­nyttaður, segði hann foreldrum sínum frá. Síðani ringdi hann til løg­regluna og boðaði frá. Hann varð tó skelkaður yvir svarið, sum hann fekk frá løgregluni. – Løgreglumaðurin, sum eg tos­ aði við, vísti lítlan áhuga og segði, at teir onki fingu gjørt, sigur hann. Bárður spurdi tá, um tað var ráði­ligt, at hann skrivaði eini boð á Facebook, og greiddi frá, at ein falsk­ur profilur var í hansara navni, tí væntandi verður falski profilurin strikaður, tá viðkomandi frættir, at málið er meldað til løgregluna. Løg­ reglan mælti tó til, at hann gjørdi tað, so fólk vita, at tað ikki er Bárð­ ur, ið er handan navnið Bárður Magic á Snapchat. Tá Bárður ringdi til løgregluna fyrstu ferð, visti hann ikki alt, sum hann síðani hevur funnið útav um málið. Hann ringdi síðani aft­ur til løgregluna fyri nøkrum døg­um síðani, og tá varð hann bið­in um at seta seg í samband við ávís løg­ reglu­fólk innan KT økið, sum fáa hjálpt honum víðari við mál­in­um. Síðani telefonsamrøðuna við løg­regluna hevur hann tosað við fleiri gentur, sum hava sagt honum, at Bárður Magic hevur skrivað til teirra. – Fleiri teirra hava fortalt mær, at tær blokeraðu Bárður Magic bein­anvegin, og summar hava sam­skift við hann í eina tíð. Ein genta, sum eg tosaði við, hevði tikið skíggjamynd av einum sjónbandi, og tá hevði Bárður Magic strikað hana av vinalistanum við tað sama. Ein onnur genta hevði fingið nakinmyndir av viðkomandi hand­ an Bárður Magic brúkaran send­ andi, sigur hann týðiliga ør­kyml­ að­ur. Sum skilst á teimum gentunum, sum Bárður hevur verið í samband við, so hevur brúkarin Bárður Magic samskift við fleiri enn 15 gent­ur síðani november mánað í fjør. Hetta eru serliga gentur í Runa­vík, Toftum og Gøtu. – Hetta er sera skelkandi og ør­ kymlandi, tí eg havi sjálvur tosað við ella heilsað uppá fleiri av hes­ um somu gentunum í hesum tíðar­ skeið­inum, og eg havi als ikki vitað, hvat tær hava hildið um meg, sigur hann. –Fyri nøkrum døgum síðani fann 23 ára gamli Bárður Hansen útav, av ein falskur profilur, sum gav seg út fyri at vera hann, var stovnaður á sosiala miðlinum Snapchat. Viðkomandi handan profilin hevur í fleiri mánaðir sent fúl og ónærislig boð, nakinmyndir og videobrot til fleiri gentur í nærumhvørvinum Fleiri teirra hava fortalt mær, at tær blokeraðu Bárður Magic beinanvegin, og summar hava samskift við hann í eina tíð. Ein genta, sum eg tosaði við, hevði tikið skíggjamynd av einum sjónbandi, og tá hevði Bárður Magic strikað hana av vinalistanum við tað sama. Ein onnur genta hevði fingið nakinmyndir av viðkomandi handan Bárður Magic brúkaran sendandi SAMLEIKIN ST OG MISNÝTTU SAMLEIKASTULDUR