Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 11 Møguliga ein hann kennir Sannlíkt er, at viðkomandi, sum hevur stovnað falska Snapchat brúk­aran, kennir Bárð væl. Bárður er gyklari, og brúkaranavnið Bárð­ ur Magic er eitt navn, sum Bárður Han­sen onkuntíð sjálvur brúkar, tá hann framførir gandakynstur. Bárð­ur hevur funnið útav, eftir at hava tosað við fleiri, ið hava sam­ skift við falska brúkaran, at við­ komandi eisini hevur nýtt veru­ lig­ar myndir og videobrot av sær. – Tað ringasta er, at eg ikki veit, hvør viðkomandi er. Fleiri av teim­ um, sum hava samskift við hann siga, at tað eru so nógv tekin um, at falski profilurin veruliga er Bárð­ ur Hansen. Á summum av mynd­ unum er roykur brúktur at káma myndirnar við, og eg eigi sjálv­ur eina roykmaskinu, sum eg brúki, tá eg framføri. Sjálvur eri eg orð­ blind­ur, og viðkomandi hevur ikki skrivað rætt føroyskt. Tað tykist, sum veit viðkomandi alt um meg, sig­ur hann órógvaður. Viðkomandi handan falska pro­ filin veit ikki bara nógv um Bárð, men hevur eisini myndir og video­ brot av honum, sum ikki hava verið lutað á sosialu miðlunum. Hetta eru myndir og videobrot, sum Bárð­ur hevur sent til vinmenn til stutt­leika. Hetta hevur viðkomandi handan falska profilin sent víðari til fleiri gentur. – Hetta ger sjálvsagt, at eg fái ill­ gruna til fólk, sum annars standa mær nær. Tá eg práti við vinirnar hjá mær um hetta, so fái eg tað óbe­ hagi­ligt, sigur hann. Roynir at savna saman prógv Seinastu dagarnar hevur Bárður savnað saman so nógv prógv sum gjørligt. Hann hevur tosað við fleiri, sum hava samskift við falska brúkaran, og hann greiðir frá, at hvørja ferð hann tosar við eina gentu um málið, so veit hon um fleiri aðrar, sum eisini hava sam­skift við Bárður Magic. – Eftir at eg tosaði við eina gentu, sum hevði samskift við falska brúkaran, so royndi hon at senda eina vinarumbøn til við­ kom­andi, men nú er falski brúkarin strikaður. Tí haldi eg, at tað var býtt, at eg skrivaði dagføringina á Face­book, tí tað hevði verið ein størri møgu­leiki fyri at funnið fram við við­kom­andi, um profilurin ikki varð strikaður, sigur hann. Hetta ger sjálvsagt, at eg fái illgruna til fólk, sum annars standa mær nær. Tá eg práti við vinirnar hjá mær um hetta, so fái eg tað óbehagiligt TOLIN UR