Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 12 SAMLEIKASTULDUR Tað er ikki ólógligt –Tað er ikki ólógligt at útgeva seg fyri at vera ein annar á netin­um, sigur Hildur Hentze, leið­ ari á kanningardeildini á løgreglustøðini í Havn. Orsøkin er, at tað ikki er nøk­ur lógargrein í revsilógini, sum løg­regl­an fær dømt eftir, tá eins sam­leiki verður stolin á sosialu miðl­unum. Hon greiðir frá, at tað ikki er nógv viðkom­ andi, sum verður út­lagdur sum verandi avsend­ ari, kann gera í slíkum føri annað enn at boða viðkomandi platt­form­inum frá, at ein falskur pro­fil­ur er stovnaður. Hildur Hentze sigur, at tá løgregl­an setur seg í samband við hesar plattformarnar, so hoyra tey vanliga onki aftur og fáa ikki upplýsingar, sum teimum tørva í slíkum málum. Slíkir platt­ formar – so sum Facebook og Snapchat – hava ofta ta mannagongd, at fólk sjálvi skulu melda ein falskan profil. Eitt slíkt mál kann tó koma undir æru­meið­ ing, og tá skal viðkomandi, hvørs samleiki er stolin, av sínum eintingum finna sakførara og fara víðari við sakini. Tvey undantøk eru, og tað er um brot á §266a ella á §266b. Er viðkomandi, hvørs samleiki er stol­in, í almennari tænastu og missir mæti, so kann løgreglan taka málið upp. Men annars er talan um privata ákæru, og ein onnur lógargrein í revsilógini má kunna knýtast at, um løgreglan skal kunna gera nakað við málið. Hildur Hentze sigur, at talan bert er um lógar­brot, um viðkomandi við falska profilinum ger eitthvørt ólógligt, men tað skal nógv til, legg­ ur hon afturat. Móttakarin kann melda Kennir móttakarin seg at hava verið fyri ágangi - so sum blygdanarskemd - við at hava fingið myndir og annað tilfar sendandi, so skal móttakarin av tilfarinum melda til løgregluna. Tá er eisini vandi fyri, at viðkomandi, hvørs samleiki er stolin, eisini verður kannaður og ótærrvíst endar í revsimáli, greiðir hon frá – Er ein falskur vangi stovnaður og verður nýttur til at viðmerkja og senda tilfar, sum ikki er ólógligt, so kemur tað altso undir privata ákæru. Vit kunnu øll verða samd um, at tað er langt úti, at fólk gera slíkt, men tað er ikki ólógligt, staðfestir Hildur Hentze. – Etikkur og moralur mangla á netinum, og vit mangla ein dagførda lóggávu á økinum, leggur hon afturat. Facebook-vangi stovnaður í navninum á Anniku Olsen 7. desember í fjør bar in.fo tíðindi um, at ein falskur Facebook-vangi var stovnaður í navninum á Ann­iku Olsen, borgarstjóra í Havn. Annika Olsen gjørdist sera illa við, tá fleiri spurdu hana, um hetta var hennara veruligi face­book-vangi, tí viðkomandi hevði sent ymiskt út til ymisk fólk. Hon skrivaði síðani hesi boðini á Face­book- vanga sín: “Fráboðan um fb svindlarí. Onk­ur hevur upprættað ein profil í mín­um navni. Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða við­kom­andi at farið verður víðari í hes­um máli!” - Hetta er lítið hugaligt. Eg haldi hetta er sjokerandi, og eg havi tosað við KT- fólkini hjá kommununi um, hvat kann gerast. Eg ætli eisini víðari við hesum, og ætli at vita, hvat løgreglan sigur um hetta, segði Annika Olsen við in.fo.  –Hetta kann ikki fara óátalað afturvið borðinum. Eg haldi, at tað er umráðandi, at fáa hetta fram og at varpa ljós á, at slíkt fer fram. Tað er óunniligt, at eins samleiki soleiðis verður tikin. Og ein veit jú als ikki, hvat verður sent út til fólk frá hesum vanganum, og tað kann vera óheppið, um tey halda, at tað kemur frá mær, segði Annika Olsen við in.fo. - Eg ætli heilt víst at fara víðari við hesum. Eg veit ikki, hvussu væl tað ber til á netinum at finna fram til tann, ið stendur aftanfyri, men hetta kann ikki bara fara afturvið óátalað, og tað er av týdningi at varpa ljós á hetta, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, í við­merk­ing. Fýra dagar seinni segði hon við Kring­ varpið, at stutt eftir at hon hevði skrivað hasi boðini um, at hon ætlaði sær víðari við mál­in­um, varð falski Facebook-vangin strik­að­ur. Hon veit ikki, hvør tað var, ið hevði upprættað hann, og hon veit ikki, hvat endamálið var, men hon hevur tosað við løgregluna, og hóast tað er torført at finna útav, hvør stóð handan falska profilin, so ynskir hon, at løgreglan arbeiðir víð­ari við málinum og roynir at finna fram til viðkomandi, ið stjól sam­ leika hennara á Facebook. Lars Larsen Black, KT leiðari í Tór­s­ havn­ar kommunu sigur, at hann hevur havt samband við trygd­ardeildina hjá løgregluni, og har verður boðað frá, at tað er ómetaliga torført at gera nakað við slík mál, tí ein máls­við­gerð hjá Face­book og øðrum sosial­um miðl­um kann taka langa tíð. Eitt falskur profilur er tó sam­leika­ stuld­ur, og tað er revsivert. Hóast tað er torført hjá løg­regl­uni at spora seg inn á, hvør er hand­an ein slíkan falskan vanga, sum hann í navninum á Anniku Ols­en og Bárði Hansen, so er tað ikki ógjørligt. –Tað er ringt, men tænasturnar – so sum Facebook og Snapchat - hava eitt logg og tær liggja inni við informatión og kunnu tí finna út­av, hvaðani persónurin er, og hvør adressan er, sigur Lars Larsen Black. Hann greiðir frá, at í Danmark hevur danska politiið upprættað eitt samstarv við deildina hjá Facebook í Danmark, og á tann hátt gerast slík mál lættari at loysa í Danmark. Falski Facebook-vangin í navn­inum á Anniku Olsen varð strikaður, málið er meldað til løg­regl­una, og tí eigur løgreglan at gera sak burturúr málinum. Lars Larsen Black veit ikki ná­ greini­liga at siga, hvat falski vangin hjá borgarstjóranum í Havn varð brúktur til, men hann veit so mikið sum, at viðkomandi handan profil­in hevði skrivað til fleiri fyri at vita, hvørji sjónarmið tey hava um ymisk viðurskifti. Hetta kann ikki fara óátalað afturvið borðinum. Eg haldi, at tað er umráðandi, at fáa hetta fram og at varpa ljós á, at slíkt fer fram. Tað er óunniligt, at eins samleiki soleiðis verður tikin. Og ein veit jú als ikki, hvat verður sent út til fólk frá hesum vanganum, og tað kann vera óheppið, um tey halda, at tað kemur frá mær Løgreglan: Etikkur og moralur mangla á netinum, og vit mangla eina dagførda lóggávu á økinum