hósdagur 22. februar 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
13
Fíggjarmálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til
setan skjótast tilber. Ert tú tann, vit leita eftir,
so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi
starv, har uppgávurnar krevja royndir,
fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum
ráðið varðar av.
Sum løgfrøðingur í Fíggjarmálaráðnum
sleppur tú at brúka tína løgfrøðiligu vitan til
at ráðgeva stjórnarráðum og leiðslum hjá
landsins stovnum í arbeiðs- og setanarrættar-
ligum spurningum, umframt at luttaka í
lógararbeiði innan tey øki, sum ráðið varðar
av. Tú kemur at tulka sáttmálar, luttaka í
rættarmálum og gerðarættarmálum. Eisini
fært tú góðar møguleikar fyri menning.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
• ráðgeva og málsviðgera í starvsfólka rættar-
ligum spurningum
• Verða við í lógararbeiði innan virkisøkini
hjá Fíggjarmálarráðnum
• viðgera ósemjur millum sáttmálapartar,
herundir at fyrireika og verða við í rættar-
og gerðarrættarmálum
• tryggja holla vegleiðing og kunning um
starvsfólkaviðurskifti á heimasíðu okkara
• Verða við, eftir tørvi, í sáttmálasamráð ing-
um hjá landinum
Vit søkja eftir einum, sum er útbúgvin
løg frøðingur, hevur vitan um almenna
fyri siting og hevur áhuga fyri starvsfólka- og
arbeiðsrætti. Vit vænta, at tú sum persónur:
• er semjusøkjandi
• hevur góðar samskiftisførleikar, bæði
munnliga og skrivliga
• megnar at arbeiða undir trýsti og
• dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt eftir útbúgving og
royndum eftir sáttmála við BLF.
Umsókn:
Umsókn við upplýsingum um útbúgving,
lívsrensl og møgulig viðmæli skulu stílast til
Jan Mortensen, lønarstjóra í Fíggjarmála-
ráðnum, og skulu sendast til:
Fíggjarmálaráðið
Tinganes, Postrúm 2039,
FO-110 Tórshavn
Umsóknin kann eisini sendast umvegis
teldupost til: jan@fmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 8. mars 2018 kl. 16.00. Starvið
verður sett skjótast møguligt eftir nærri
avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jan Mortensen, lønarstjóra á tlf. 35 20 20 ella
55 20 00.
Um ráðið:
Fíggjarmálaráðið fyriskipar landsins
búskaparstýring og skapar grundarlag
fyri, at lands fyrisitingin greiðir sínar
uppgávur væl búskapar liga.
Høvuðsarbeiðs økini hjá Fíggjar málar-
ráðnum eru: Búskaparmál, Fíggjarmál,
Lønar- og starvsfólka mál og Skattamál.
Kristina Háfoss er landsstýriskvinna í
fíggjarmál um og í ráðnum starvast 14
fólk. Ráðið heldur til úti í Tinganesi.
Les nærri á www.fmr.fo
LØGFRØÐING
TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Fíggjarmálaráðið, Tinganes
Postrúm 2039
FO-100 Tórshavn
Tlf: +298 35 20 20
fmr@fmr.fo
www.fmr.fo
STARVSLÝSING
Níggju filmar í
uppskoti til Geytan
Leygarkvøldið verður filmsvirðislønin Geytin handað í
Norðurlandahúsinum. Níggju føroyskir stuttfilmar eru við
í kappingini um virðislønina á 30.000 krónur. Eisini verður
avdúkað, hvør fær Áskoðaravirðislønina, sum er á 25.000 krónur
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
L
eygarkvøldið verður av
dúkað, hvør vinnur films
virðislønina Geytan. Til
samans níggju føroyskir
stuttfilmar, sum allir eru nýggir,
eru í uppskoti til virðislønina,
ið er á 30.000 krónur. Umframt
virðislønina fær vinnarin eisini
Geytastandmyndina, sum Astrid
Andreasen hevur sniðgivið.
Áskoðararnir fáa eisini møgu
leika at velja sín yndisfilm. Áskoð
aravirðislønin er á 25.000 krónur.
Føroysku stuttfilmarnir verða
vístir fram í Norðurlandahúsinum,
og eftir sýningina verður vinnarin
avdúkaður.
Ein filmsnevnd, sum er mannað
við sjey limum, ger av, hvør filmur
vinnur Geytan. Formaður í nevnd
ini er Birgir Kruse.
Hinir limirnir í filmsnevndini
eru Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norð
urlandahúsinum, Jan B. Jørgensen,
umboð fyri Klippfisk, Marjun
Niclasen, umboð fyri Filmshúsið,
Eilen Anthoniussen, umboð fyri
Tórshavnar Kommunu, Johnny
í Grótinum, stjóri í Kringvarpi
Føroya og útlendski leikstjórin
Hlynur Pálmason.
Teir níggju filmarnir, sum eru
í uppskoti at vinna Geytan og
Áskoðaravirðislønina, snúgva seg
millum annað um ein mammu
drong, sum málar kamarið hjá sær,
andaliga prædikumannin Baldur
og moralska nihilistin Teit, mannin
við blæuni og um ein trøllvaksnan
mann, sum býr heima hjá mammu
síni.
Tiltakið verður í Norðurlanda
húsinum leygarkvøldið.
Føroysku stutt
filmarnir, sum
eru við í
kappingini
um Geytan
og Áskoðara
virðislønina:
Myndamálarin. Leikstjóri:
Gudmund Helmsdal
111 góðir dagar. Leikstjóri:
Trygvi Danielsen
Skóhorn(y). Leikstjóri:
Sóley Danielsen og
Gudmund Helmsdal
Fisherman. Leikstjóri:
Franklin Henriksen
Frosthvarv. Leikstjóri:
Franklin Henriksen
Maðurin við Blæuni.
Leikstjóri: Maria Tórgarð
Collission Course.
Leikstjóri: Rói Davidsen
Sorte Hunde. Leikstjóri:
Atli Brix Kamban
Wunder Pitsa. Leikstjóri:
Hanus Johannesen
GEYTIN