Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 23 14 TÓFF: Ein vika við sjóneykuni á filmar ANNIKA KUNOY IM Sunnudagur 23. februar Skráin er á tremur við for­vitnis­ ligum filmum og byrjar sunnu­ dagin 23. Februar við filminum Skammarans dóttir. Dina, Skammarans dóttir, hevur til sína stóru sorg arvað yvir­nátúr­ ligu evnini hjá mammu síni. Hon kann síggja beint inn í sálina hjá øðrum fólkum og fáa tey at skammast yvir alt tað ringa, tey hava gjørt. Tá rætti arvingurin til fúrsta­trónina av órøttum verður ákærd­ur fyri eina røð av ræðuligum morð­um, verður mamma Dinu lokk­að undir følskum fortreytum at fáa hann at játta. Leikstjóri er Kenneth Kainz. Sunnukvøldið verður filmurin Vetrar­brøður vístur. Hetta er ein frásøgn um brøður - vit fylgja teirra vanum og siðum um­framt eini harðligari ósemju millum teir og eina aðra familju. Hetta er ein øðrvísi søga um kær­ leika, har yngri bróðurin og tørvur hansara at verða elskaður er í brenni­deplinum.   Leikstjórin Hlynur Pálmason hevur vunnið hópin av virðislønum fyri nógv rósta filmin Vetrarbrøður. Eftir sýningina verður samrøða mill­um leikstjóran og Jan Berg Jørgen­sen. Mándagur 24. februar Teir fimm filmarnir, sum verða vístir mánadain eru Heartstone, Flugu­fangarin, Foreldur, Samablóð og Little Wing. Finska Selma Vilhunen vann Norður­lendsku Filmsvirðislønina fyri filmin Little Wing, sum á ein ævintýrkendan hátt lýsir eitt stríð hjá einari einligari mammu. Við realistiskum frásøgustíli fortelur Selma Vilhunen søguna um 12 ára gomlu Varpu, sum er í holt við at gerast vaksin, meðan mamma henn­ara hevur trupult við at gerast vaksin. Selma Vilhunen vitjar í Før­oy­ um í samband við sýningina. Týsdagur 25. februar Tríggir filmar verða varpaðir á stór­ skýggja í Norðurlandahúsinum týs­dagin. Talan er um filmarnar Ex­frun, A Hustler’s Diary og The Nile Hilton Incident. Í samband við filmin Exfrun verð­ur Mamubio týsmorgunin klokk­an 10. Tiltakið, ið nevnist “Mam­mu­bio – yoga, mat og Ex­ frun”, fevnir um yoga, mat og film. Hendan týsmorgunin ber til hjá mammum við børnum frá 0 til 12 mánaðir at møta øðrum mammum og børnum og saman fáa eina serlig upp­living. Í mammuyoga gera mammur og børn mildar, styrkjandi og eisini stuttligar yogavenjingar. Dentur verður lagdur á yoga til mammu­na, men børnini hava eisini stóra gleði av at eygleiða og luttaka í venjing­ un­um hjá mammu, tón­leiki­num og hvíldini til endans. Smakka bjóðar eina góða brunsj, áðrenn filmurin verður vístur. Film­urin er um Klaru, ið er vorðin forelskað, og tað er onki, sum hon heldur betri, enn at vera saman við Jacob. Anna, mamma at tveimum, tekur tíðina, tá ið maðurin hitar eftir­gjørdu móðurmjólkina. Fyrr­ ver­andi konan Vera dugir ikki at sleppa fyrrverandi manni sínum. Film­urin sigur frá um trý sambond og tríggjar kvinnuleiklutir – frá kær­leika til hjúnaskilna. Mikudagin 28. februar verða filmanir In Between, Ishavsblod – De siste selfangerne, Sumarbörn og Find this Dumb Little Bitch and Throw her in the River vístir. Hósdagin 1. mars er japanskt films­maraton við filmunum It’s a Beautiful Life - IRODORI, Akane­ zora: Beyond the Crimson Sky, A Drop of the Grapevine og There is no Lid on the Sea. Í samband við japanska dagin á Tórshavn Film Festival fara kokk­ar úr Etika at vísa, hvussu teir handfara føroyskan laks við japonsk­um stíli. Tað verður ein serlig framvísing av hesum til børn um morgunin í sam­band við filmin Silver Spoon. Vaks­in kunnu eisini royna seg við laksi seinni um kvøldið kl. 19.00 mill­um sýningarnar ‘A Drop of the Grape­vine’ og ‘There is No Lid on the Sea’. Fríggjadagin 2. mars verða skúla­sýn­ingar og talan er um filmar­nar Der kommer en dag, Fugle­ne over sundet og De stand­ haftige Leygardagin 3. mars er Barna­ bio og børnini fáa teirra heilt egna bio­graf í Dansistovuni. Stutt­filmir­ nar: Drops, Platy og Pus, Bertram find­er hjem, Min mosters historier, Lille matros, Den hvide hval, Vind i Sejlene, Tømmerflåden, Ny pro­ viant, På rette kurs, Det sorte tegn og Flaskeposten verða sýndir.Teir flestu filmirnir eru ætlaðir teimum minstu børnunum. Leygardagin er eisini ræðu­dag­ ur, og fleiri ræðufilmar verða á skíggja­num. Talan er um Det vita folket, Thorn og I Remember You. Thorn er nýggjur danskur film­ ur við Olafi Johannesen og bæði Olaf Johannesen, sjónleikari, og Gabriel Tzafka, leikstjóri, bjóða væl­komin og innleiða sýningina av danska filminum klokkan 17.00. Filmurin snýr seg um Lisu og Jacob, ið júst eru blivin gift. Sama kvøld­ið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlan­ini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verð­ur broytt til ótta. Kl. 19.00 verður filmurin I Re­ member You sýndur, og leik­stjórin Óskar Thór Axelsson fer at inn­ leiða sýningina. Filmurin snýr seg um eina eldri kvinnu, ið hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sann­leikanum um son sín, sum er horv­in. Trý ung fólk seta í gongd í óhugna­ligari megi, tá tey seta eini tóm hús í stand á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men øll eru bund­in at eini gamlari gátu, sum før­ir til skelkandi yvirnáttúrligar til­burð­ir. TÓRSHAVN FILM FESTIVAL Við Geytanum leygarkvøldið verður sjøtil settur á Tóff (Tórshavn Film Festival), sum í átta samfullar dagar setur sjóneykuna á føroyskar, norðurlendskar og altjóða filmar. Hetta er annað árið á rað, at Tóff verður hildin. Skráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá barna- til ræðufilmar umframt at áhugaverd tiltøk eru í samband við sýningarnar alla vikuna