hósdagur 22. februar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 23
15
Rigsombudsmanden på Færøerne
Í sambandi við, at eitt av starvsfólkum
okkara fer í barnsburðarfarloyvi, sóknast
Ríkisumboðið eftir einum skrivstovufólki
at avloysa í farloyvistíðarskeiðnum, sum
væntandi varir eitt ár, uml. 30 tímar um
vikuna ella sambært nærri avtalu. Vit
vænta okkum, at tú kanst byrja 1. mai
2018.
Ríkisumboðið er ein lítil stovnur við
nógvum og ymiskum uppgávum. Tí vænta
vit, at tað liggur tær væl fyri at fáast við
nógvar ymiskar uppgávur samstundis
uttan at missa tráðin og at tú lættliga kanst
seta teg inn í nýggj viðurskifti.
Høvuðsparturin av arbeiðsuppgávunum
verða innan familjurættin, har tú millum
annað skal megna at samskifta dagliga við
borgarar um persónsviðkvom mál á
virðiligan hátt.
Arbeiðsuppgávur
•
At fyrireika familjurættarlig mál
skrivliga, m.a. at senda út
fundarinnkallingar
•
At rokna út inntøkugrundarlag og
taka avgerðir í málum um
barnapening o.a.
•
At svara telefonini
•
At svara skrivligum og persónligum
áheitanum frá borgarum
•
Vanligt skrivstovuarbeiði v.m.
Førleikakrøv
•
Skrivstovuútbúgving ella onnur
viðkomandi útbúgving/royndir
•
Royndir innan sjálvstøðuga
málsviðgerð
•
Góð evni at samstarva og
tænastuvinarligt sinni
•
Álítandi, fleksibul, uppsøkjandi og
hug til broytingar
•
Búgvin og hevur ábyrgdarkenslu
•
Góðir málførleikar í donskum og
føroyskum, bæði skrivliga og
munnliga
•
Dugir at arbeiða við tølum og hevur
teldukunnleika
Setanartreytir
Talan er um fyribils starv eftir galdandi
felags sáttmála ímillum Finansministeriet
og OAO-S og organisationsaftale mellem
Finansministeriet og HK/Stat for
Kontorfunktionærer, Laboranter og
IT-medarbejdere i staten.
Gerast skal vart við, at føroyskir
myndugleikar yvirtaka málsøkið persóns-,
familju- og arvarætt á Ólavsøku 2018. Í
sambandi við yvirtøkuna flyta tey
starvsfólk, sum starvarst á persóns-,
familju- og arvarættarliga økinum við yvir
til føroyskar myndugleikar, soleiðis at tey
frá 29. juli 2018 eru í starvi hjá nýggja
føroyska myndugleikanum.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til skrivstovufulltrúða
Lailu Enghamar ella ríkisumboð Lene
Moyell Johansen á tlf. 20 12 00 millum kl.
10 og 14.
Umsókn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi sunnudagin 11. mars 2018 á
midnátt. Setanarsamrøðurnar verða
væntandi hildnar í viku 11 ella viku 12.
Tú kanst senda umsóknina saman við
próvskjølum og øðrum viðkomandi til:
Rigsombudsmanden på Færøerne,
Postboks 12, FO-110 Tórshavn
ella við telduposti til: ro@fo.stm.dk sum
PDF- ella Wordskjal.
BARNSBURÐARAVLOYSARI HJÁ
RÍKISUMBOÐNUM