hósdagur 22. februar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 20
16
MICHELINSTJØRNUR
Tað er ongin ivi um, at Michelinstjørnan, sum KOKS fekk í fjør, gjørdi
stóran mun. Matstovan var fullbókað hvønn dag alt árið í fjør, og gongdin
er tann sama í ár, sigur høvuðskokkurin á KOKS, Poul Andrias Ziska.
Ein triðingur av plássunum á matstovuni í ár er longu bílagdur
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
T
að hevur stóran týdning
fyri matstovuna KOKS,
at hon varðveitti Mich
elinstjørnuna á hátíðar
haldi í Keypmannahavn fyrr í vik
uni, tá Michelin býtti út stjørnur
til tær bestu matstovurnar í Norð
urlondum.
Tá matstovan fekk Michelin
stjørnuna í fjør, fekk hon ómeta
liga nógvar bíleggingar úr øllum
heiminum, og gongdin tykist at
verða tann sama í ár. Fyrst í hes
um mánaðinum varð borðbílegg
ingarskipanin fyri í ár latin upp,
og eftir bara einari góðari viku var
meira enn ein triðingur av plássun
um á matstovuni bílagdur.
Poul Andrias Ziska, sum hevur
verið høvuðskokkur á KOKS
seinastu fýra árini, sigur, at
matstovan hevur fingið vaksandi
uppmerksemi øll árini, og at tað
kann vera ringt at skilja ímillum,
hvat kemur av Michelinstjørnuni,
og hvat kemur av aðrari umtalu í
miðlunum.
– Men tað er ongin ivi um, at
stjørnan gjørdi stóran mun, sigur
hann og leggur afturat, at nógv
tær flestu bíleggingarnar eru frá
útlendingum, men at í ár er líkt
til, at tað eisini eru rættiliga fitt
av føroyingum, sum hava bílagt
borð á KOKS. Annars eru nógvar
bíleggingar úr grannalondunum og
eisini úr USA og Onglandi.
GRAVGANGUR E
BORÐI Á KOKS
10. apríl letur matstovan KOKS upp í húsunum frammi við Gjónna við Leynavatn