Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 20 17 Á KOKS hava tey eisini reglu­ ligar útlendskar gestir, sum koma til Føroya einaferð um árið. Teir flúgva til Føroya bara fyri at eta á KOKS, og fara so av landinum aftur. Flestu gestirnir á KOKS eru kortini útlendingar, sum koma til Føroya eftir øðrum upplivingum og eisini eta á øðrum matstovum, meðan tey eru her. Ikki kent størri trýst Høvuðskokkurin á KOKS hevur ikki kent størri trýst á sær, síðani matstovan fekk Michelinstjørnuna í fjør. – Vit arbeiða alla tíðina á einum høgum fakligum stigi. Tað gjørdu vit eisini langt áðrenn, vit fingu stjørnuna, og vit ætla at halda fram við tí, sigur Poul Andrias Ziska. Hann ásannar, at hóast tey ikki hugsa so øgiliga nógv um tað, so hevur stjørnan ávirkan so ella so. Men tað verður kortini ikki gjørt nakað serligt eyka burturúr, um tey til dømis hava illgruna um, at ein matummælari hjá Michelin er millum gestirnar. – Eg smakki kanska á sósina eina ferð afturat, men eg geri ikki nýggja sós, ella koyri meira sós á, sigur høvuðskokkurin á KOKS. – Mann er sjálvandi eitt sindur meira ansin, men tað er bara stutt­ ligt. Eg haldi ikki, at tað er stress­ andi, leggur hann afturat. Helt høvdið kalt Sum siðvenja er, so vistu starvs­ fólk­ini á KOKS ikki, um tey varð­ veittu Michelinstjørnuna fyrr enn á hátíðarhaldinum í Keyp­manna­ havn mánadagin. Poul Andrias Ziska kendi seg rættiliga vísan í, at tey fóru ikki at missa stjørnuna, men hann sig­ur, at Michelin dugir sera væl at gera tað spennandi, so mann iv­ast altíð. Hóast hann ikki skalv av nervum, so var tað ein lætti, tá tað varð greitt, at KOKS varðveitti Michelin­ stjørnuna. – Upp undir hátíðarhaldið vístu onkrir ummælarar á, at møgu­ liga fór KOKS saman við donsku matstovuni Clou at missa stjørn­ una, tí tær høvdu flutt høli. Men eg royndi at halda høvdið kalt og vóna tað besta, sigur høvuðs­ kokk­urin. Hann leggur afturat, at tað kendist sera gott at sleppa at síggja stjørnuna í bókini hjá Mich­ el­in, hóast hann alla tíðina hevði væntað, at matstovan fór ikki at missa stjørnuna, sum hon fekk í fjør. Broyta ikki konseptið Á KOKS fara tey at halda fram við at arbeiða við sama konsepti sum higartil. Høvuðskokkurin sigur, at tey ætla ikki at broyta nakað. – Sjálvandi arbeiða vit alla tíðina við nýggjum matskráum og rávørum og royna at fáa nýggjan íblástur. Vit royna eisini alla tíðina at menna okkum, men vit fara ikki at broyta konseptið, greiðir hann frá. Á KOKS hava tey eina so­nevnda smakkmatskrá, har borð­reitt verð­ ur við 17-18 ymiskum brell­bit­um og størri rættum, og hesum ætl­ar KOKS at halda fast í. Tey, sum eta á KOKS, sita van­ liga tveir ella tríggjar tímar til borðs, og summi sita upp í fimm tím­ar, fortelur Poul Andrias Ziska. – KOKS er ikki ein matstova, har tú fert at eta teg mettan eins og á so nógvum øðrum matstovum her. Hjá okkum snýr tað seg um eina heildaruppliving, vísir hann á. KOKS letur upp í apríl 10. apríl letur matstovan upp í hús­unum frammi við Gjónna við Leyna­vatn. Umstøðurnar eru øðr­ vísi, tí tað er ikki koyrandi til hús­ ini. Men hetta halda tey á KOKS kort­ini ikki vera nakra forðing. Poul Andrias Ziska sigur, at tey hava fleiri góð hugskot til, hvussu hetta kann loysast. – Vit fara sjálv at skipa fyri flutn­ ingi frá vatninum. Hvussu vit fara at gera, er ikki avgjørt enn, men vit hava fleiri sera góð hugskot, so tað verður eitt sindur meira ævin­ týr­kent, enn tá matstovan var í Kirkju­bø, sigur hann. Summi stúra fyri órógv av nógv­ ari ferðslu til og frá húsunum, men soleiðis verður tað ikki, legg­ur hann dent á. Hann sigur, at flutn­ ing­urin fer stillisliga fram og vísir í hesum sambandi á, at tað eru bara 24 sitipláss í matstovuni. Eisini eru tey farin at byggja ein køk uttanfyri húsini. Køkurin, sum stendur á pelafundamenti og er leys­ur frá húsunum, verður bygdur í sama sniði sum húsini, og allar stein­setingar verða varðveittar. – Vit oyðileggja ikki nakað, og um vit ikki halda fram í húsunum frammi við Gjónna, so verður køk­ urin bara tikin niður aftur, sigur Poul Andrias Ziska. Matstovubygging í bíðistøðu Betri samtakið, sum eigur húsini frammi við Gjónna við Leynavatn, hev­ur gjørt avtalu við Gist & Vist um at brúka tey til matstovu í fyri­ bils eitt ár. Samstundis er ætlanin um at byggja matstovu við Hotel Føroyar sett í bíðistøðu. Høvuðskokkurin á KOKS greiðir frá, at enn er ongin bein­leiðis byggiætlan løgd. – Vit hava onga tíðarætlan fyri matstovubyggingina. Eydnast tað væl hjá okkum í húsunum frammi við Gjónna, so halda vit fram har, um vit sleppa at longja leigumálið. Vit taka hetta árið fyrst, og eru opin fyri øllum møguleikum. Matstovan letur upp í húsunum frammi við Gjónna í apríl, og hon verður í øllum førum opin til 31. oktober. Seinni verður støða tik­in til, um matstovan skal verða op­in longri, sigur Poul Andrias Ziska, sum hevur góðar vónir um fram­ tíð­ina hjá KOKS. – Vit vóna og satsa uppá, at gongdin, sum er nú, fer at halda fram. Tað er nógv spennandi at tríva í, og eg vóni, at vit kunnu halda fram at menna okkum, sigur Poul Andrias Ziska, sum hevur verið høvuðskokkur á KOKS tey sein­astu fýra árini. Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er 27 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Havn. Hann byrjaði í kokkayrkinum fyri tíggju árum síðani, tá hann fór í læru á matstovuni Gourmet hjá Leif Sørensen. Tá Gourmet varð stongd, fór hann eins og flestu starvsfólkini á matstovuni á Hotel Føroyar at arbeiða. Poul Andrias Ziska byrjaði í kokkalæru á KOKS, tá matstovan læt upp í 2011. Trý ár seinni tók hann við sum høvuðskokkur á víðagitnu matstovuni. Í fjør varð Poul Andrias Ziska kosin til ársins kokkaprofil 2017. Den Danske Spiseguide valdi unga kokkin til ársins profil. Poul Andrias fekk eisini ein annan stóran heiður í fjør, tá White Guide valdi hann til ársins unga kokkatalent í Danmark. EFTIR Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS Í februar í 2017 fekk KOKS sína fyrstu Michelinstjørnu. KOKS er tann einasta føroyska matstovan, sum hevur fingið Michelinstjørnu. Á hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyrr í vikuni gjørdist greitt, at KOKS varðveitir stjørnuna, sum matstovan fekk í Stokkhólmi í fjør. Tað ber í mesta lagi til at fáa tríggjar Michelin­ stjørnur. Ein matstova í danska kongaríkinum hevur tríggjar stjørnur. Tað er Geranium í Keyp­mannahavn. Tríggjar matstovur í Danmark hava tvær Michelinstjørnur. Michelinstjørnur: * Ein stjørna: matstova, sum er góð innan sína flokking ** Tvær stjørnur: matstova, sum er verd ein umveg fyri at finna *** Tríggjar stjørnur: matstova, ið er so mikið góð, at hon er verd at ferðast fyri Dulnevndir matummælarar eta á matstovunum og gera eina heildarmeting. Endamálið við dulnevninum er, at ummælararnir skulu fáa somu viðferð sum aðrir gestir.